týsdagur 18. august 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stóra málið í valstríðnum til løg
tingsvalið í 2011 var fiskivinnu
nýskipanin. Skipanin, sum skuldi
loysa av gomlu skipanina við veiði
loyvum, sum vórðu útlutað soleiðis,
sum onkur landsstýrisamðaur helt
vera frægast.
Tað var landsstýrið við Jóannes
Eidesgaard sum løgmanni, sum
uppsegði veiðiloyvini at fara úr gildi
1. januar í 2018. Tað vóru Javnaðar
flokkurin, Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin samdir um at gera.
Men longur enn tað røkk semj
an teirra millum ikki. Síðani tá hava
sitið trý landsstýrið – umframt
minnilutastýrið millum Sambands
flokkin og Javnaðarflokkin, sum
Tjóðveldi stuðlaði.
Til seinasta løgtingsval í 2011 var
tað um at gera hjá øllum flokkum,
at fiskivinnunýskipanin varð gjørd,
so vinnan fekk fyrireikað seg til
broyttu umstøðurnar.
Men ósemjurnar hava verið so
stórar, so at kalla einki hevur borið
til. Fólkaflokkuin hevur verið ímóti
teimum broytingum, sum breiður
meiriluti av løgtinginum tykist taka
undir við. Eisini Sambandsflokkurin.
Fólkaflokkurin hevur kortini tónað
reint flagg og sagt, at tað ger einki,
sum einki hendir, tí so koyrir gamla
skipanin bara víðari.
Tí er fiskivinnunýskipanin ein av
størstu politisku ósigrum, hjá Sam
bandsflokkinum og Kaj Leo Holm
Johannesen.
Og tí hevði tað verið so upplagt,
at júst nýskipanin av fiskivinnuni
var eitt av høvuðsmálum nú val
stríðnum.
Men so er ikki. Hóast tað í dag eru
tríggjar vikur síðani, at løgmaður
skrivaði út valið – og allir flokkar
hava lagt sína valskrá fram, so hava
vit ikki hóming av, hvat temaið verð
ur í valstríðnum. Einki bendir á, at
fiskivinnunýskipanin verður høv
uðsmálið.
Men so eru onnur mál, sum allir
flokkar tykjast samdir um – ella siga
seg vilja tað sama. Eitt nú viðvíkjandi
skattalætta til lág- og miðalinntøkur.
Hetta hevur verið eitt stríðstmál
hjá andstøðuni síðani samgongan
trýsti flatskattaskipanina ígjøgnum
upp á tríggjar viku. Tey lovaðu tá, at
tey við teimum lægru inntøkunum
eisini skuldu fáa ein lætta, men hann
kom ikki. Men nú í elvta tíma, so siga
samgonguflokkarnir seg vilja lækka
skattin – hóast teir í brátt farna val
skeiði hava víst í verki, at tað vilja
teir ikki.
Í gjár for freistin at lata inn val
listarnar. 13. dagar eru nú til løg
tingsvalið – so nú er tíð upp á, at vit
fáa nakrar greiðar politiskar útmeld
ingar um, hvør munur er á um vit
velja Samband, Fólkaflokk, Tjóveldi
ella Javnaðarflokk.
Fiskivinnunýskipanin er eitt slíkt
mál, pensjónsskpanin eitt annað.
Men mest av øllum, hvussu býta
vit samfelagsvirðini javnari millum
landsins borgar.
Valið snýr seg um javnari
býti av samfelagsvirðunum
nýskipan sum øll skýggja
Kunnu
86%
taka feil?
Regin eikhólm
síða 33
Skriv
að stend
ur...
Tórleif JOhannesen
Síða 32
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tá Vinnuhúsið flutti úr ogn
ini í Smærugøtu í Havn og
oman á Óðinshædd, har fel
agið hevur bygt sær nýggjan
bygning, varð ognin undir í
Smærugøtu lýst til sølu.
Mánadagin keypti Føroya
Skipara- og Navigatørfelag
ognina í Smærugøtu frá
Vinnuhúsinum.
Tað
vóru
Annfinnur
Garðalíð, formaður í Føroya
Skipara- og Navigatørfelag,
og Marita Rasmusen, stjóri í
Vinnuhúsinum, sum skrivaðu
undir skeytið mánadagin.
– Høvuðsbygningurin í
Smærugøtu, sum Ragna og
Sámal Jacobsen í sínari tíð
bygdu, er í trimum hæddum,
sum tilsamans fevna um 450
fermetrar. Umframt høvuðs
bygningin er ein minni bygn
ingur, sum er 65 fermetrar.
– Felagið er nú farið undir
eina innflytingartilgongd. Í
fyrsta umfari hevur felalgið
ikki tørv á øllum fermetru
num, og tí liggur tað í kortu
num at leiga partar av ognini
út.
Føroya Skipara- og Navi
gatørfelag seldi fyrr í summar
ognina, sum felagið í mong ár
átti í Jekaragøtu.
Skiparar keypt
glæstriborg
Um tað er støddin á valplak
atunum, sum er avgerandi
fyri, at tú verður valdur
á ting, so hevur Reimund
Langgaard úr Sambands
flokkinum ongan kjans.
Ein plakat av honum er
sædd í miðstaðarøkinum – í
rundkoyringini
við
Vegin
Langa og Hvítanesvegin. Hon
stendur soleiðis fyri, at fólk,
sum eru ávegis í bili úr Havn
ini síggja hana – um tey hava
góð eygu.
Tí hon er lítil – sum heitt
hálvt A4 ark til støddar.
Tá er Hanus Samró úr
Fólkaflokkinum meira fram
fúsin. Hann hevur fleiri plak
atir í høvuðstaðnum. Hansara
plakatir eru einar 10 fermetrar
til
støddar.
Valplakatirnar
eru nógvar og stórar. Men so
at siga allar við myndum av
fólkum, sum fegin vilja sleppa
á ting.
Vit halda tó ikki, at stødd
in á plakatunum verður avger
andi fyri, hvør verður valdur
– men kanska fyri, hvør skal
hugsa seg betur um næstu
ferð – tí hann, ið setir seg sjálv
an høgt...
Reimund er minstur
og er Hanus størstur
Jú jú, tað er ein valplakat sum hongur
á skeltinum – sum pílurin vísir. Tað er
tann lítillætni Reimund Langgaard,
ið setir seg sjálvan so lágt...
Summar plakatir eru
stórar – og summar
sera stórar...
Skipara- og Navigatørfelagið skal nú húsast í
gamla Vinnuhúsinum í Smærugøtu í Havn