týsdagur 27. juli 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2004
15
FCK megnaði bara
javnleik í Silkeborg,
og Brøndby fekk
einki burturúr, tá ið
teir høvdu vitjan av
væl upplagda OB
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tá ið bólturin av álvara fór
á rull í Danmark í viku-
skiftinum, hilnaðist tað ikki
væl hjá teimum báðum,
sum í fjør vunnu gull og
silvur.
Meistararnir í FCK vitj-
aðu uppflytararnar í Silke-
borg. Úrslitið var 2-2, og
soleiðis, sum tað tørnaði út,
kundu teir í FCK ikki vera
annað enn væl nøgdir við
eitt stig. Heimaliðið legði
bragdliga fyri, og teir
høvdu so mikið nógvar
málmøguleikar, at einki
forgjørt hevði verið í tí, um
teir í steðginum høvdu
verið
frammanfyri
við
tveimum ella trimum mál-
um. Men svenski FCK mál-
verjin, Magnus Kihlsted,
var væl betri upplagdur,
enn liðfelagarnir úti á vøll-
inum vóru tað.
Einasta málið í fyrra um-
farinum fekk FCK. Micha-
el Silberbauer, sum fekk so
nógva umrøðu eftir Føroya
ferðina, skoraði fyri fyrstu
ferð í landskappingardysti
fyri FCK.
Eftir steðgin tóktist tað
fleiri ferðir sum um, at
heimamenninir vóru um at
møðast, og at FCK á sama
hátt, sum teir so ofta gjørdu
síðsta kappingarár, skuldu
vinna tepurt. Men Silke-
borg javnaði, og hóast
Thomas Røll fluktaði til 2-
1 til FCK, so megnaði
Silkeborg at javna. Í tí
førinum var FCK málverjin
ikki so heppin.
Todi Jónsson varð settur
á vøllin, tá ið tað restaðu 25
minuttir. Hann loysti mál-
skjúttan til 1-0 av. Beinan-
vegin eftir at Todi var
komin á vøllin, javnaði SIF.
Tá ið FCK legði seg fram
um aftur, átti Todi, sum
annars fall væl inn í saman-
spælið, sín lut. Í sera stór-
um tronga kring brots-
teigarmarkið og mitt fyri
lyfti hann snildisliga bóltin
upp um verjuspælara og til
Thomas Røll, sum skoraði.
Brøndby kiksaði
Lagið á Michael Laudrup
var einki serligt sunnu-
kvøldið. Sunnudagin var
rættuligt
áarføri
á
Sjællandi, og tí vóru ikki
fleiri enn stívliga fjúrtan
túsund á Brøndby stadion,
har OB vísti, at teir avgjørt
ætla sær at vera við, har tað
altíð er hugaligt at kappast.
OB legði seg tíðliga
framum, men dygst undan
steðginum javnaði Brønd-
by. Eftir steðgin var spælið
hjá heimaliðnum framvegis
ikki serliga hugflogsríkt,
meðan mótstøðumenninir
vóru vandamiklir so at siga
hvørja ferð, tá ið teir fóru í
álop. Innskifti Søren Berg
stútaði OB framum 2-1.
Esbjerg, sum síðsta kapp-
ingarár endaði á bronsu-
plássinum, spældi ikki í
vikuskiftinum. Tað komst
av, at Esbjerg leygardagin
var upptikið av Intertoto
Cup kappingini, har teir nú
skulu royna seg ímóti
Schalke 04. Dysturin hjá
Esbjerg ímóti uppflytarun-
um úr Randers FC varð
útsettur.
AaB og FC Midtjylland
vóru í fjør við í kappingini
um fjórða plássið. Sunnu-
dagin hittust hesi bæði
feløgini í Aalborg, har
egyptiski álopsmaðurin hjá
FCM, Mohammed Zidan,
staðfesti, at teir í hansara
felag kunnu fegnast um, at
milliónirnar, sum teir iva-
leyst fara at fáa fyri at selja
hann, ikki enn eru komnar í
kassan.
FCM vann 2-1, og Zidan
var sera væl upplagdur.
Hann skoraði bæði FCM
málini. Serliga tað fyrra var
framúr. Í høgru og einar 25
metrar úr málinum, snaraði
hann um seg sjálvan, áðr-
enn hann við vinstra fóti
smekkaði
dygst
undir
handaru samankomingina.
AGF fótaði sær
Í Farum hevði FCN
vitjan av AGF. Heimaliðið
legði bragdliga fyri. Tá ið
eitt korter var farið, vóru
teir frammanfyri 2-0, og alt
bendi á, at AGF enn eina
ferð skuldi fáa ein ordu-
ligan lúsing, og at teir í
Århus enn eina ferð skuldu
hava leiklutin sum botn-
proppur.
Men AGF fótaði sær.
Undan steðginum skoraðu
teir tvey mál, og eftir
steðgin kom einki mál.
Í Herfølge hava teir skift
tað mesta av fólkinum út. Í
fyrstu royndini var tað ikki
verri enn ilt, at teir megn-
aðu málleysan javnleik
ímóti Viborg. Báðir partar
høvdu fleiri málmøgu-
leikar.
Næsta umfarið er á
skránni leygardagin. Leyg-
ardagin verður FCM-OB á
skránni, og sunnudagin er
skráin henda: Brøndby-
Viborg, Randers-Herfølge,
Silkeborg-AGF, AaB-FCN
og FCK-Esbjerg.
Føroysk mál
í síðstu royndini
Í Fremad Amager
verður støðan
hildin at vera
hampuliga góð
undan fyrstu
royndini í lands-
kappingini, sum
verður næsta viku-
skifti
DANMARK
1. DEILD
Jóannes Hansen
Í vikuskiftinum løgdu
flestu feløgini í næst-
bestu deildini í Danmark
síðstu hondina á fyri-
reikingarnar til fyrsta
umfarið, sum verður
næsta vikuskiftið.
Fremad Amager var í
Hvidovr, har teir vunnu
3-1 á heimaliðnum, sum
nú er í 2. deild. Allir
tríggir
føroyingarnir
vóru í ferðalagnum.
Hjalgrím
Elttør
og
Andrew av Fløtum vóru
millm teir fyrstu ellivu.
Teir vórðu saman við
fleiri øðrum skiftir út í
68. minutti. Millum teir,
sum tá komu á vøllin,
var Jann Ingi Petersen.
Hjalgrím Elttør skor-
aði til 2-0 í 40. minutti,
og Jann Ingi Petersen
syrgdi tveir minuttir eft-
ir, at hann var komin á
vøllin fyri 3-1 málinum.
Fremad Amager venjar-
in sigur seg vera væl
nøgdan
við
avrikið.
Hann hevur átjan spæl-
arar, sum kappast um
plássini á liðnum.
Frem hevur tveir før-
oyingar
í
hópinum.
Gunnar Nielsen, sum er
eykamálverji, og Jón
Rói Jacobsen, sum tyk-
ist hava vunnið sær fast
pláss í miðverjuni. Í
vikuskiftinum
spældi
Frem á heimavølli ímóti
Næstved, sum spælir í 2.
deild. Úrslitið varð 2-2.
Enn fer at ganga rúm
tíð, áðrenn Christian
Høgni Jacobsen verður
førur fyri at spæla aftur.
Felagið hjá honum hevði
einki
serliga
síðstu
roynd, áðrenn teir skulu
í eldin í landskapping-
ini. Vejle var í Odense
og spældi ímóti B1913,
sum síðsta kappingarár
flutti niður í 2. deild.
Heimaliðið vann 4-1.
Málið hjá Vejle stútaði
Ulrik Balling, sum fyri
tveimum árum síðani
kom til Føroya undan
Ólavsøkuni at hjálpa
NSÍ í steypafinaluni.
Ivaleyst eru tað onkrir
føroyskir ferðamenn í
Danmark, sum kundu
hugsað sær at sæð
onkrar dystr, nú teir
kortini eru á flatlondum.
Tey, sum eru stødd í
Keypmannahavn hava
fleiri
møguleikar
at
síggja útisetar spæla í
vikuskiftinum.
Fremad Amager skal í
eldin í landskappingini
leygardagin, tá ið teir
skulu spæla á Eystur-
brúgv í Keypmannahavn
ímóti Skjold. Frem skal
sunnudagin
spæla
á
heimavøllinum í Valby
parkini ímóti Dalum.
Eitt sindur uttanfyri
sjálvan
høvuðsstaðin
skal Horsens, sum hevur
Johan B. Hansen í hóp-
inum, spæla ímóti Øl-
stykke sunnudagin, og
sama dag skap Vejle
spæla í Næstved.
Teir stóru mistu
beinanvegin
Jann Ingi Petersen skoraði fyri Fremad Amager í
seinastu roydini undan kappingarbyrjan
Tað varð ikki nøktandi hjá FCK bert at fáa javnleik í fyrsta dystinum í kappingarárinum, sum var á útivølli móti
uppflytarunum úr Silkeborg
15
14
Nr. 141 - 27. juli 2004
Einki annað enn
samantaldur sigur
verður góðkendur, tá
ið Todi Jónsson og
liðfelagarnir í kvøld
og um eina viku fara
at royna seg í Europa
Cup
ÚTISETAFELAG Í
ALTJÓÐA STRÍÐI
Jóannes Hansen
Fyrrapartin í gjár lætti FCK
ferðalagið
úr
Kastrup.
Kósin var móti Venedig í
Italia. Haðani varð koyrt í
bussi í einar tveir tímar.
Leiðin lá um markið til Slo-
venia og til Nova Gorica,
har FCK í kvøld skal spæla
fyrra dystin í øðrum inn-
leiðandi
umfarinum
í
europeisku kappingini fyri
meistaralið.
Í fyrsta umfarinum, sum
FCK slapp undan at luttaka
í, var tað eingin trupulleiki
hjá NK Gorica at varpa
estlendska
meistaraliðið
Flora Tallinn úr kappingini.
Í FCK hópinum eru átjan
spælarar. Todi Jónsson og
hinir fimtan, sum vóru við í
Silkeborg
leygardagin,
hava fingið nýggjan møgu-
leika, hóast tað ikki hiln-
aðist nakað serligt í fyrsta
landskappingardystinum.
Harafturat eru tveir aðrir
royndir spælarar í ferðalag-
num. Teir eru miðvallarin
Carsten Fredgaard, sum
síðsta kappingarár var leig-
aður út til FC Nord-
sjælland, og álopsspælarin
Peter Møller, sum ikki var
við í Silkeborg, tí FCK
venjarin,
Hans
Backe,
heldur vildi hava Toda
Jónsson á beinkinum.
Trýstið
FCK spælararnir vita væl,
at tað avgjørt verður roknað
við, at teir skulu megna at
vinna á NK Gorica og
harvið spæla seg víðari í
triðja innleiðandi umfarið í
kappingini, har tað fer at
verða kappast um, hvørji
feløg skulu eiga rættin til
saman við teimum størstu í
Europa at kappast í bólka-
umfarinum í meistarakapp-
ingini.
Tað er ikki alt avgerandi,
at FCK vinnur í kvøld. Tað,
sum hevur týdning, er, at
FCK er samantaldur vinn-
ari, tá ið teir týskvøldið í
næstu viku hava spælt á
heimavøllinum í Parkini
ímóti slovenska liðnum.
Fyri samantalda úrslitið
hevur tað sjálvandi týdning
at røkka góðum úrsliti í
kvøld, og tað hevur ikki
minst týdning at hava tungu
útivallarmálini við til hús
aftur.
Fyrireikingin
FCK spælararnir kenna
ikki so nógv til mótstøðu-
liðið. Men venjarin hjá
teimum, Hans Backe, hevur
verið í Slovenia og sneytað.
Svenski venjarin fer gjølla
um í fyrireikingunum, og
hann hevur gjørt nógv fyri
at hansara spælarar ikki
skulu undirmeta mótstøðu-
menninar. Tað vil siga, at
hann vil hava sínar menn at
sýna heilt øðrvísi hugburð,
enn hann heldur, at teir
sýndu í Silkeborg leygar-
dagin.
Hans Backe sigur mót-
støðuliðið vera mannað við
ungum spælarum, sum eru
skjótir, og sum eru vanda-
miklir í deyðbóltsstøðum.
FCK liðformaðurin, Bo
Svensson, ásannar, at tað er
trýst á teimum at vinna
ímóti NK Gorica, og at tað
fer at verða mett einki
minni enn ein skandala, um
FCK ikki fer at megna at
spæla seg í triðja innleið-
andi umfarið. Men liðfor-
maðurin heldur einki und-
arligt vera í hesum. Hann
vísir á, at FCK eftir donsk-
um umstøðum er eitt tað
størsta felagið, og at spæl-
ararnir eru keyptir til
felagið, tí tað verður rokn-
að við, at teir skulu megna
tílíkar uppgávur sum hesa
fyri lønina, sum teir fáa.
Tað verður ikki fyrrenn
stutt undan fyrsta bríkslin-
um, sum verður klokkan 7 í
kvøld, at tað verður greitt,
hvussu FCK liðið fer at
verða mannað. Avrikið hjá
FCK í Silkeborg leygardag-
in longdi neyvan um vegin
hjá Toda Jónsson til pláss
millum teir fyrstu ellivu.
Todi er toppskjútti í Europa
Cup hjá FCK, og tað hevði
ikki undrað, um hann í
kvøld fer at fáa møguleikan
undir liðini á Álvaro Santos
í FCK álopinum.
Tað fer at bera til at
fylgja beinleiðis við úr
Nova Gorica á TV5 (fyrr-
verandi TV Danmark 1)
rásini. FCK fer at spæla
heimadystin
í
Parkini
mikukvøldið í næstu viku.
Fram farið undir endaspurtin
Julian Johnsson og
liðfelagarnir vórðu
rudduliga settir upp á
pláss, tá ið felagið hjá
Fróða og Hans Fróða
vitjaði á Akranesi
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Í fyrsta umfarinum, sum
var á skránni 16. mai, vann
Fram, sum tá hevði Ion
Geolgau á beinkinum, á
Víkingi. Síðani er nógv
vatn runnið í ánna. Í tíggju
teimum næstu umførunum
fekk Fram bara eitt stig, teir
eru niðastir á støðutalvuni,
og tað hevur verið roknað
rættuliga sannlíkt, at felag-
ið hjá Fróða Benja-minsen
og Hans Fróða Hansen um
einar tvær vikur ongan
møguleika fór at hava fyri
at varðveita plássið í bestu
deildini.
Seinnu árini hevur Fram,
sum hevur tókst verið í
vónleysum støðum, við
rimmar endaspurtum syrgt
fyri at bjarga sær plássið í
L a n d s b a n k a d e i l d i n i .
Sunnukvøldið vóru teir á
Akranesi, og úrslitið í 12.
umfarinum boðaði frá, at
nú er Fram farið undir
bjargingarroyndina. Hvørki
Fróði Benja-minsen ella
Hans Fróði Hansen vóru á
Fram liðnum, sum vitjaði á
Akranesi sunnukvøldið.
Hóast ÍA hevði bóltin
væl meiri enn gestirnir í
einki serligu líkindunum -
nógvur vindur og grovir
ælingar - so var tað bara
Fram, ið fekk mál. Teir
vunnu 4-0, og tað var av-
gjørt ikki sambært spæl-
býtinum. ÍA hevði trettan
hornaspørk, meðan Fram
hevði trý! Men Fram visti,
hvat teir vildu. Teir lógu
aftarlaga á vølllinum og
bíðaði, og tá ið møguleikin
fyri snarálopum stóðst, so
tóku teir av. Ofta eru margi-
nalirnir smáir. Um tað eitt
nú hevði eydnast hjá Juliani
Johnsson at fáa mál, so
høvdu fyritreytirnar fyri
verjukendum spæli ikki
verið so góðar hjá Fram.
Men skotroyndin hjá Juli-
ani fór dygst framvið mál-
inum.
Rikharður Daðason setti
hol á við brotssparki, sum
varð dømt, tá ið bólturin
rakti hondina á Juliani
Johnsson. Støðan í steðgin-
um var 2-0, og longu í 51.
minutti var Fram framman
fyri 4-0. Fram hevði undan
vind í 2. hálvleiki, men teir
hildu fram við sama snitti,
sum teir høvdu nýtt í 1.
hálvleiki.
Sjálvandi kann tað hugs-
ast, at teir í ÍA hava havt
UEFA
Cup
uppgávuna
hósdagin ov frammarlaga í
huganum. Men í Íslandi
verður sagt, at alt bendir á,
at heilt annað lag er komið
á Fram, síðani fyrrverandi
hjálparvenjarin hjá AGF,
Ólafur Kristjansson, hevur
fingið ábyrgdina av Fram.
Fram er framvegis aftast.
Men nú eru teir við tíggju
stigum bara eitt stig aftan
fyri Grindavík, sum í gjár-
kvøldið skuldi spæla í
Reykjavík ímóti Fylkir.
Hjá meistaraliðnum KR
hevur tað leingi ikki hilnast
væl. Undan útidystinum
sunnukvøldið ímóti Víkingi
høvdu teir ikki vunnið
síðani 21. juni. Hesa ferð
vunnu teir 2-1. Sigursmálið
fingu teir í yvirtíðini. Við
sigrinum tók KR seg fram
um ÍA. KR er nummar fýra
og KR nummar fimm.
Bæði liðini hava seytjan
stig.
FH styrkti sunnukvøldið
um sína støðu sum oddalið.
Teir vunnu 1-0 í Keflavík.
Einasta málið skoraðu teir í
triðja minutti. Málskjútti
var danski Allan Borgvardt.
Tað eru seks stig frá KR og
fram til FH á fremsta pláss-
inum. Tveir triðingar av
kappingini eru lagdir aftur-
um. Í Íslandi verður tað ikki
útilokað, at tað skal eydnast
KR í seks teimum seinastu
umførunum at vinna seg
fram á fremsta plássið og
harvið endurvinna meist-
araheitið, sum teir hava átt
tvey tey seinastu árini. Men
so skulu teir ikki missa
nakað serligt afturat.
Tveir dystir eru eftir at
spæla í tólvta umfarin-um.
Fylkir og Grindavík skuldu
spæla í gjár-kvøldið, og í
morgin fer ÍBV á Heimey
at taka ímóti KA.
Eftir tólvta umfarið er ein
lítil steðgur í íslendsku
landskappingini. Trettanda
umfarið verður á skránni 8.
august.
FCK hevur knívin á barkanum
FCK fær eina trupla uppgávu, tá ið teir á útivølli skulu royna seg ímóti slovenska Nova Gorica í Champions League-
undankappingini
Fróði Benjaminsen var ikki
við á liðnum hjá Fram, sum í
vikuskiftinum vann sann-
førandi 4-0 sigur á Julian
Johnsson og Akranesi á
útivølli.
C
M
Y
K
14