týsdagur 18. august 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
Aftaná hálvtannað ár, 36
kanningar og eina ørgrynnu
av samrøðum við persónar
og myndugleikar, bjóðaði
§19 nevndin, ið varð sett av
løgtinginum at kanna Eik
grunnin og grunnaeftirlitið,
til tíðindafund týsmorgunin
har nevndin legði fram úrs
litið av arbeiðinum.
At talan hevur verið um
stórarbeiðið sæst aftur í tí 406
síðu longu bókini, ið nevndin
legði fram á tíðindafundinum.
Nevndin hevur valt at
býta
høvuðsniðurstøðuna
upp í tríggjar partar, lógar
grundarlagið fyri Eik grun
nin og grunnaeftirlitinum,
grunnaeftirlitið og virksemi
hjá Eik grunninum.
Lógargrundarlagið
§19 nevndin staðfestir heilt
greitt, at tey meta ikki, at
arbeiðið
hjá
grunnaeftir
litinum ella hjá Eik grunni
num var nøktandi, men
staðfestir samstundis, at ein
partur av orsøkini er lógar
grundarlagið, ið ikki var nóg
greitt ella enntá mótsigandi.
Her verður millum annað
víst á,
- at tað er eitt stórt og av
gerandi mistak, at nevndin í
bankapartafelagnum skuldi
velja meirilutan í gruns
nevndini sínámillum,
- at lógarreglurnar um
umskipan av sparikassum
til bankar vóru ógreiðar og
sampakkaðu illa við lóg um
vinnurekandi grunnar,
- at tað er ein vansi at
eftirlitini við banka og til
hoyrandi sparikassagrunni
eru undir ymiskum myndug
leikum og í ymsum londum.
Grunnaeftirlitið
Nevndin kannaði virksemi
hjá grunnaeftirlitinum í tíðar
skeiðinum frá 2002 til 2014. Í
niðurstøðuni hartar nevndin
arbeiðið hjá eftirlitinum og
vísir til ymiskar manglar.
Nevndin metir millum
annað, at Skráseting Føroya
ikki framdi neyðuga máls
viðgerðina,
tá
stovnurin
játtaði Eik grunninum at
veita óavmarkaða trygd til
Eik Banka, men ásannar
samstundis, at tað var ikki
vist, at ein neyvari kanning
hevði gjørt mun, tí í hesum
tíðarskeiðinum mettu eisini
Finanstilsynet og Finansiel
Stabilitet, at tað stóð væl til
hjá bankanum.
Nevndin metir tó, at
grunnaeftirlitið
átti
at
framt neyvari eftirlit við
Eik grunninum, umframt
at grunnamyndugleikin og
skrásetingarmyndugleikin
átta at hava varnast og átala,
at Eik Grunnurin ongantíð
gjørdi konsernroknskap við
bankan.
Eik grunnurin:
Serliga atfinningar verða
rættaðar móti Eik Grunni
num, hvørs nevndin hevur
kannað virksemi hjá frá 2002
til 2010.
Nevndin staðfestir fleiri
brot og ósamsvar við gald
andi lógir. Harímillum metir
nevndin, at Grunnurin hev
ur virkað í ósamsvari við
vinnugrunnalóggávuna, at
persónar í Eik Banka hava
tikið avgerðir, ið nevndin í
Eik Grunninum átti at taka
og at tað var brot á vinnu
grunnalógina, at Grunnurin
ikki bað um loyvi frá grunna
myndugleikanum, tá Grun
nurin seldi allar sínar ognir
til P/f Eik Banka Føroya í
desember 2010.
Styrkt eftirlit og
greiðari lóggáva
Tað var ikki uppgávan hjá
§19 nevndini at reisa ákæru
móti nøkrum persónum ella
feløgum, so í staðin mælir
nevndin til nøkur átøk, ið
kunnu tryggja at tílíkt ikki
endurtekur seg.
Í høvuðsheitum inniber
tað, at lógargrundarlagið fyri
sparikassagrunnar
verður
gjørt greiðari, at lóggáva um
ikki-vinnurekandi
grunn
ar eisini verður gjørd og at
eftirlit við sparikassagrunn
um og onnur fíggjarsamtøk
verður styrkt.
Fakta um kanningina:
Í nevndini fyri nevndina sótu
Joen Magnus Rasmussen,
formaður, Kristina Háfoss,
næstforkvinna,
og
Helgi
Abrahamsen. Umframt tey
trý tingfólkini, so var Sig
mund Poulsen settur sum
kanningarráðgevi,
meðan
Rannvá Sólheim var skrivari
hjá nevndini.
Sum partur av kanningin
hevur nevndin havt samrøð
ur ella skrivligt samskift við
hesar persónar og myndug
leikar:
Jógvan Thomsen, stjóra á
Skráseting Føroya.
Kristin Balle, fyrrverandi
deildarstjóra á Skráseting
Føroya.
Tommy Petersen,
fyrrverandi deildarstjóra á
Skráseting Føroya.
Eyðfinn Jacobsen,
granskingarfólk.
Jóhan Dahl, landsstýrismann
í vinnumálum.
Arna Poulsen,
fyrrverandi aðalstjóra í
Vinnumálaráðnum.
Sørin P. Sørensen,
løgfrøðiliga ráðgeva í
Vinnumálaráðnum.
Frithleif Olsen, fyrrverandi
nevndarformann í Eik
Grunninum og P/f Eik Banka.
Odd Bjellvåg, fyrrverandi
nevndarformann og
næstformann í Eik
Grunninum og P/f Eik
Banka.
Marner Jacobsen,
fyrrverandi forstjóri í P/f
Eik Banka.
Hans Laksá, fyrrverandi
grannskoðari hjá Eik
Grunninum og P/f Eik
Banka.
Jóannes Eidesgaard,
fyrrverandi
landsstýrismann í
fíggjarmálum.
Petur Alberg Lamhauge,
fyrrverandi aðalstjóra í
Fíggjarmálaráðnum.
Jørn Astrup Hansen,
fyrrverandi stjóri í P/f Eik
Banka Føroya.
Skráseting Føroya.
Vinnumálaráðið.
Fíggjarmálaráðið.
Erhvervsstyrelsen.
Finanstilsynet.
Finansiel Stabilitet.
Rigombudsmanden på
Færøerne.
Kappingareftirlitið.
Danir spentu bein fyri
kanningararbeiðið:
Formaðurin í §19 nevndini,
Joen Magnus Rasmussen,
hevði
undir
framløguni
hug at fýlast inn á danskar
myndugleikar, ið ikki vildu
geva nevndini innlit í mál, ið
vóru neyðug fyri kanningar
arbeiðið.
Joen Magnus Rasmussen
vísti á, at Finanstilsynet
ikki viðurkendi rættin hjá
nevndini at biða um innlit.
Stovnurin vísti á grundlóg
ina, ið sambært teirra tulk
ing, einans gevur eini nevnd
sett av fólkatinginum, heim
ild til tað innlit, ið §19 nevnd
in ynskti.
Nevndin
fekk
eisini
líknandi svar frá Finansiel
Stabilitet, og heldur ikki
hjálpti tað, at nevndin vendi
sær til ríkisumboðið.
Fyrst svaraði ríkisumboðið
í Føroyum, at av tí, at val var í
Danmark, so kundi ríkisumb
oðið ikki svara, tí Danmark
hevði onga stjórn og mátti
spurningurin tískil bíða til
aftaná summarferiuna.
Tá nevndin so aftur vendi
sær til ríkisumboðið aftaná
summarferiuna, so svaraði
ríkisumboðið, at settu spurn
ingar vóru so mikið umfat
andi, at svarið ikki fór at vera
klárt til tíðarfreistina.
Sostatt mátti nevndin,
ið sambært lóg skuldi fram
leggja úrslitið áðrenn løg
tingsvalið,
almannakunn
gerða kanningina áðrenn
svarið
kom
frá
donsku
myndugleikum.
Hóast nevndin er ósamd
í
tulkingini
frá
donsku
myndugleikunum, so metir
nevndin, at tað er neyðugt
at skapa eitt greiðari lógar
grundarlag fyri at tryggja,
at §19 nevndir í framtíðini
fáa møguleikan at fáa innlit
í skjøl hjá donskum myndug
leikum, ið ikki eru yvirtikin
málsøkir.
Ynskja sterkari
eftirlit og greiðari
lóggávu