Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 27. juli 2004 17 Hóast B36 skal spæla seinna UEFA-Cup dystin móti lettiska Metalurgs hóskvøld- ið, verður ikki farið úr Føroyum fyrr enn hósdagin UEFA-CUP FYRIREIKINGAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ikki nógv, sum bendir á, at B36 væntar sær tað stóra burtur úr seinna UEFA-Cup dystinum móti lettiska Metalurgs. Ikki fyrr enn slakar 12 tímar fyri dystarbyrjan verður farið úr Føroyum til Letlands. Deildar meiningar B36-hópurin savnast tó kvøldið fyri, ólavsøkuaftan, og tá verður farið vestur í Vágar, har gist verður und- an fráferðini til Letlands. Hetta skal ikki verða fallið í góða jørð hjá summum av spælarunum hjá B36, men liðskiparin, John Petersen, sigur tó, at menn góðtaka støðuna. - Tað er serliga hjá familjumonnunum, at tað kemur illa við at fara vestur í Vágar ólavsøkuaftan, tí konur og unnustur kanska høvdu ætlað sær ein túr í býin, meðan menninir vóru heima hjá børnunum, sigur hann. Spurdur um tað ikki er at geva skarvin yvir, tá ið farið verður til Letlands so stutt undan dystinum, svarar John Petersen, at tað eru tað deildar meiningar um. - Summi halda, at tað er at geva skarvin yvir, meðan onnur halda, at tað er gott, tí at man so sleppur undan matinum og hitanum har yviri, sigur B36-lið- skiparin, sum sjálvur ikki hevur nakað ímóti at ferðast í tríggjar tímar stutt áðrenn dyst, tí tað er man eisini vanur við her heima, heldur hann.. John ásannar tó, at teir halda seg ikki hava serliga góðar møgu- leikar fyri at spæla seg víðari í Europeisku kapp- ingini, og at dysturin tískil mest verður nýttur sum upptakt til seinnu hálvu av landskappingini. Einaferð áður hevur eitt føroyskt lið ferðast á sama hátt sum B36 ger í ár, t.v.s. við at fara avstað á sjálvum leikdegnum, og tað var HB, sum fór til útidyst í Tromsø. Tað hepnaðist minni væl, tí eftir drúgvu ferðingina, noyddist HB at leggja rygg til ein lemjandi 0-10 ósigur, sum er størsti ósigurin hjá nøkrum føroyskum felag í altjóða fótbólti higartil. Spurningurin er so, hvussu tað fer at ganga hjá B36 ólavsøkudag í Letlandi. Fyrri dysturin millum B36 og Metalurgs á Tórs- vølli fyrr í mánaðinum endaði við einum 3-1 sigri til lettarnar, eftir at lettiska liðið var á odda 2-0 longu aftaná fimm minuttir. Nú tað ikki liggur fyri hjá B36 at spæla ólavsøkudyst, hevur felagið skipað fyri, at KÍ og Skála ístaðin hittast á ovara vølli ólavsøkuaftan ÓLAVSØKUDYSTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Orsøkin til, at tað ikki ber til hjá árstalsfelagnum at spæla ólavsøkudyst, er tann, at B36 ólavsøkudag skal spæla Uefa Cup dyst á útivølli ímóti lettiska Metalurgs, sum fyri knapp- um tveimum vikum síðani vann 3-1 á B36 á Tórsvølli í fyrra dystinum sínámill- um. Tvey áhugaverd lið Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, sigur, at hóast tað ikki liggur fyri hjá B36 at spæla ólavsøkudyst, so skulu áskoðararnir ikki snýtast fyri ein góðan dyst ólavsøkuaftan, og tí hevur felagið heitt á Skála og KÍ um at koma til Havnar at spæla, og tað hava bæði feløgini játtað. At valið er fallið á júst KÍ og Skála er ikki av tilvild, sigur formaðurin í B36. Hann sigur, at hesi bæði feløg hava eitt sermerkt ár júst í ár. KÍ fyllir 100 ár, og harafturat hevur tað verið siðvenja at sæð klaksvík- ingar í Gundadali á ólav- søku, har teir hava dystast við HB. Í ár spælir HB so steypafinalu móti NSÍ ólavsøkudag, og tí var tað náttúrligt hjá B36, at KÍ skuldi verða annað liðið í dystinum ólavsøkuaftan. Skála hinvegin hevur ikki verið at sæð í Gundadali á ólavsøku áður, men nú teir eru við í oddastríðnum í 1. deild, eru teir sjálvsagt eisini áhugaverdir. Við at hava fingið hesi bæði lið at dystast ólav- søkuaftan, hevur tað eydn- ast leiðsluni í B36 at fáa eitt lið at umboða Eystur- oynna í dysti móti einum liði úr næststørsta býnum í landinum. Harvið eru tað tvey rættuliga stór økir í landinum, ið verða umboð- aði í dystinum á ovara vølli í Gundadali ólasvøku aftan millum KÍ og Skála. KÍ og Skála spæla ólavsøkuaftan Vænta ikki tað stóra Liðskiparin hjá B36, John Petersen, væntar ikki, at B36 hevur teir stóru møgu- leikarnar at spæla seg víðari í UEFA-Cup undan dystinum móti lettiska Metalurgs ólavsøkudag. Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 141 - 27. juli 2004 Ólavsøkudag verður sætta finalan um annað steypið, sum Landsstýrið hevur givið at kappast um LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Løgmaður hevur í hvussu so er tríggjar uppgávur á Ólavsøku. Eingin ivi er um, hvør álvarsamasta og týdn- ingarmiklasta uppgávan hjá honum er. Sambært stýris- skipanarlógini skal løg- maður, tá ið tingið er sett ólavsøkudag, greiða frá, hvussu støðan er, og hvørj- ar ætlanirnar hjá politiska myndugleikanum eru. Hinar báðu uppgávurnar hjá løgmanni hava við ítróttin at gera, og tað pass- ar mikið væl, at løgmaður á tjóðarhátíðini hevur upp- gávur av hesum slagnum. Hann er jú verji hjá Ítrótt- arsambandi Føroya. Uppgávan ólavsøkuaftan er at handa Útvarpssteypið til tann kappróðrarbátin, sum hevur staðið seg best í róðrarárinum. Hin uppgáv- an er ólavsøkudag at handa løgmanssteypið. Finalan um løgmans- steypið verður ólavsøkudag klokkan fýra. NSÍ og HB skulu spæla. Talan er um sættu finaluna um hetta løgmanssteypið. Higartil hevur B36 vunnið tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og GÍ hava vunnið eina ferð í part. Hvussu HB og NSÍ hava fyrireika seg, og hvussu tey eru fyri undan finaluni, verður meiri gjørt við í blaðnum í morgin. Frammanundan er greitt, at í hvussu so er ein leikari verður nýggjur í finaluni. Tað er løgmaður. Hetta verður fyrsta ferðin, at Jóannes Eidesgaard fer at handa løgmanssteypið. Tá ið Anfinn Kallsberg var løgmaður, høvdu vit fleiri ferðir á orði, at í dreinjaár- unum spældi hann við KÍ, har hann í 1962 var við til at vinna FM í dreingja- deildini. Jóannes Eidesgaard er rættuliga áhugaður í ítrótti. Hann spældi í síni tíð í TB, har hann fyrst í sjeyti árun- um var á besta liðnum. Hetta var stutt framman- undan, at TB kom heilt upp á tindin og vann FM í 1976 og í 1977. Tað hevur verið spælt um løgmanssteypið síðani í 1989. HB vann fyrsta steypið til ognar í 1998. Jóannes Eidesgaard er sætti løgmaður, sum fer at handa løgmanssteypið. Hinir, sum hava átt henda heiðurin, eru Jógvan Sund- stein, Atli P. Dam, Marita Petersen og Anfinn Kalls- berg. So skal leggjast afturat, at eina ferð hevur varaløg- maður handað løgmans- steypið. Tað var Finnbogi Ísakson, sum handaði steypið fyri løgmann, sum var burturstaddur. Hetta var frammanundan, at finalan um løgmanssteypið varð spæld á Ólavsøku. Jóannes sætti løgmaður við steypinum 1989 B71-HB 0-0 B71-HB 0-2: Oddbjørn Joensen, Gunnar Mohr 1990 GÍ-KÍ 1-6: Per Dalheim - Beinur Poulsen, Kurt Mørkøre, Olgar Danielsen, Allan Mørkøre br, sjálv- mál, Todi Jónsson 1991 B36-HB 1-0: Bergur Magnussen - 1992 HB-KÍ 1-0: Gunnar Mohr 1993 B71-HB 1-1: Páll á Reynatúgvu - Rúni Nolsøe B71-HB 2-1: Torbjørn Jensen, Páll á Reynatúgvu - Hans Petur í Brekkunum 1994 B71-KÍ 1-2: Eli Hentze - Jákup Mikkelsen br, Arnhold Joensen 1995 B68-HB 1-3: Aksel Højgaard - Rúni Nolsøe, Andreas F. Hansen, Eyðun Samuelsen 1996 GÍ-HB 2-2: Henning Jarnskor, Símun Petur Justinussen - Hallur Danielsen, Petur Slyne GÍ-HB 2-2 5-3 eftir longda leiktíð: Rúni Justinussen (2), John Petersen, Símun Petur Justinussen, Agnar Højgaard - Uni Arge (2), Hallur Danielsen 1997 GÍ-VB 6-0: Sámal Joensen, Henning Jarnskor (3/1br), Pauli Jarnskor, Øssur Hansen - 1998 HB-KÍ 2-0: Hans á Lag, Andrew av Fløtum - 1999 B36-KÍ 1-3: Jens Kristian Hansen - Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre, Arnold Joensen 2000 GÍ-HB 1-0: Óli Hansen - 2001 B36-KÍ 1-0: Jens Kristian Hansen 2002 HB-NSÍ 1-2: Rógvi Jacobsen - Ul- rik Balling, Brynjolvur Nielsen br 2003 B36-GÍ 3-1 eftir longda leiktíð: Jens Kristian Hansen, John Petersen, Jákup á Borg - Súni Olsen 1955: HB 1956: TB 1957: HB 1958: TB 1959: HB 1960: TB 1961: TB 1962: HB 1963: HB 1964: HB 1965: B36 1966: KÍ 1967: KÍ 1968: HB 1969: HB 1970: strikað 1971: HB 1972: HB 1973: HB 1974: VB 1975: HB 1976: HB 1977: TB 1978: HB 1979: HB 1980: HB 1981: HB 1982: HB 1983: GÍ 1984: HB 1985: GÍ 1986: NSÍ 1987: HB 1988: HB 1989: HB 1990: KÍ 1991: B36 1992: HB 1993: B71 1994: KÍ 1995: HB 1996: GÍ 1997: GÍ 1998: HB 1999: KÍ 2000: GÍ 2001: B36 2002: NSÍ 2003: B36 Løgmanssteypið 1989-2003 Steypavinnarar 1955-2003 Gert Langgaard og Hallur Danielsen, sum her eru avmyndaðir í steypafinaluni millum NSÍ og HB fyri tveimum árum síðani, verða óivað báðir at síggja á vøllinum í ár eisini mynd: Álvur Haraldsen Í fjør vóru tað B36 og GÍ, sum hittust í finaluni um Løgmanssteypið. Havnarfelagið vann tá steypið við einum 3-1 sigri. mynd: Álvur Haraldsen Jóannes Eidesgaard verður sætti løgmaðurin í røðini av teimum, sum skulu handa løgmanssteypið til føroysku steypavinnararnar C M Y K 16 J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Føroyar – No ella hinvegin rs Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.960 2.280 - - - 2.920 Bilur + 3 fólk 2.640 3.120 - 3.600 3.840 - Bilur + 4 fólk 3.320 3.960 4.440 - - - Bilur + 5 fólk 4.000 4.800 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.480 2.960 - - - 3.760 Bilur + 3 fólk 3.300 4.020 - 4.620 5.100 - Bilur + 4 fólk 4.120 5.080 5.720 - - - Bilur + 5 fólk 4.940 6.140 - - - - Prísirnir í lágárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 7,0 m longd og 2,5 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Prísirnir í háárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 5,0 m longd og 1,9 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.720 3.200 - - - 4.320 Bilur + 3 fólk 3.580 4.300 - 5.110 5.530 - Bilur + 4 fólk 4.440 5.400 6.080 - - - Bilur + 5 fólk 5.300 6.500 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.720 4.160 - - - 5.800 Bilur + 3 fólk 4.780 5.440 - 6.820 7.420 - Bilur + 4 fólk 5.840 6.720 7.560 - - - Bilur + 5 fólk 6.900 8.000 - - - - Føroyar – Danmark ella hinvegin Tórshavn – Hanstholm ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.420 1.710 - - - 2.240 Bilur + 3 fólk 1.860 2.295 - 2.715 2.970 Bilur + 4 fólk 2.300 2.880 3.280 - - 3.940 Bilur + 5 fólk 2.740 3.465 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.880 2.240 - - - 2.900 Bilur + 3 fólk 2.460 3.000 - 3.480 3.810 - Bilur + 4 fólk 3.040 3.760 4.160 - - 5.080 Bilur + 5 fólk 3.620 4.520 - - - - ella hinvegin Lerwick ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.330 2.650 - - - 3.530 Bilur + 3 fólk 3.045 3.525 - 4.185 4.545 - Bilur + 4 fólk 3.760 4.400 4.960 - - - Bilur + 5 fólk 4.475 5.275 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.080 3.440 - - - 4.640 Bilur + 3 fólk 4.020 4.560 - 5.460 5.940 - Bilur + 4 fólk 4.960 5.680 6.480 - - - Bilur + 5 fólk 5.900 6.800 - - - - – Íslan ella hinvegin vn – Seyðisfjörður ella hinvegin Bilur + 2 fólk til Danmarkar úr 2.720,- Bilur + 2 fólk til Noregs úr 1.960,- Bilur + 2 fólk til Hetlands úr 1.420,- Bilur + 2 fólk til Íslands úr 2.330,- p Summarið 2004 Summarið 2004