týsdagur 27. juli 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 141 - 27. juli 2004
Nýggja taltiltakið hjá
Havnar Róðrarfelag
opnar dyr fyri
møguleikum, sum
higartil hava verið
fjaldir í arbeiðnum
við at skriva um
kappróður
KAPPRÓÐRAR
LEKSIKON
Jóannes Hansen
Ólavsøkuróðurin
er
í
morgin. Í ólavsøkublaðnum
fara vit at taka fepurin í FM
kappingini, sum serliga í
kappingini
millum
10-
mannaførini stendur til at
bresta.
Í hesi greinini er ætlanin
at taka táttin uppaftur um
róðrarhagtølini, sum Havn-
ar Róðrarfelag í síðstu viku
legði út á heimasíðu sína,
drekin.fo. Hesi vórðu um-
rødd í síðstu viku, tá ið tik-
ið varð burturúr tíðinda-
skrivinum, sum Havnar
Róðrarfelag sendi til fjøl-
miðlarnar.
Men tiltakið er so mikið
áhugavert, at tað eigur
uppiborið nøkur orð frá
einum, sum seinastu 10-15
árini eftir førimuni hevur
roynt at gera burturúr
kappróðrinum.
At tað nú ber til at sláa
upp fyri at finna fram til,
hvussu tíðirnar hava verið í
ymsu kappingunum og á
ymsu stevnunum í so mong
ár er kollveltandi. Higartil
hevur hetta ikki borið til.
Róðrarsambandið
hevur
samvitskufult goymt tíðar-
seðlarnar frá øllum róðr-
unum. Men tað hevur ikki
verið so stór nytta í hesum,
tí tað hevur ikki borið til í
eini handavend at sláa upp
fyri at finna fram til, um nú
talan var um met ella ikki.
Í fjør hevði Niels Dan
West áhugaverdar greinar í
Dimmalætting um tøl og
tíðir á ymstu stevnunum. At
greinarnar kendust áhuga-
verdar mundi komast av, at
tað hevur verið so lítið av
svornum tilfari.
Niels Dan West hevði
sínar upplýsingar úr bløð-
unum. Fyri at finna fram til
teir hevði hann gjørt stórt
rannsóknararbeiði. Nú hev-
ur Havnar Róðrarfelag so,
um tað ber til at siga tað
soleiðis, loyst trupulleikan
so væl, sum tað ber til. Sum
vit hava skilt tað, so eru tað
Magni
Brøðraberg
og
Gunnar Hansen, sum eru
programmørar á Formula,
sum hava staðið fyri ar-
beiðnum at tasta bestu tíð-
irnar í øllum bátastøddum
og í øllum kappingum síð-
ani 1974, inn, soleiðis at
tað nú er rættuliga ómaka-
leyst at halda skil á.
Magni Brøðraberg greið-
ir frá, at hann hevur leingi
gingið við hesum ætlanun-
um, og nú er tað ein stívur
mánaði síðani, at teir tóku
seg um reiggj fyri at fáa
hetta gjørt. Nógv fólk sótu í
einar tvær vikur og tastaðu
inn, og úrslitið er fínt. Í
staðin fyri at tosa og tosa og
vera ósamd um, um tað nú
var soleiðis, ella um tað nú
ikki var heilt øðrvísi, so ber
til beinanvegin at finna
fram til røttu tíðina og rætta
árið.
Øll tey, sum fáast við
hagtøl í ítrótti, vita, at talan
ofta er um óvissur, og at tað
viðhvørt er neyðugt at fara
aftur um tølini, og soleiðis
hevur tað eisini verið hesa
ferð. Viðhvørt hava seðl-
arnir hjá RSF ikki verið
nóg mikið, og so hevur ver-
ið neyðugt at leita í bløðun-
um.
Magni nevnir sum dømi
1978, tá ið stigatølini í
kappingini
millum
8-
mannaførini ikki passaðu
við endaliga FM úrslitið.
So varð neyðugt at leita, og
tá varð komið fram til, at
Norðoyastevnuróðurin varð
tikin umaftur, og so gjørdist
Kvívíkingur,
sum
ikki
hevði tikið lut í upprunaliga
róðrinum í Klaksvik, meist-
ari.
Elastikk er í
Formaðurin í Róðrarsam-
bandinum, Hannis Joensen,
er sjálvandi fegin um, at tað
nú ber til at fylgja betri við,
enn tað higartil hevur verið
møguleiki
fyri.
Men
Hannis undirstrikar, at met-
tíðir í kappróðri skulu tak-
ast við øllum fyrivarnum.
Hetta er nakað, sum Magni
Brøðraberg eisini sigur seg
vera fullgreiðan yvir.
– Útgerðina, sum vit nú
brúka at máta tíðirnar við,
hava vit nýtt síðani í 1991.
Størsti
neyvleikin
er,
hvussu stórur tíðarmunurin
er millum fremsta bátini og
so hinar, sigur Hannis
Joensen. Tá ið hann skal
greiða frá hugtakinum, sum
vit nevna elastikk í tølun-
um, sigur RSF formaðurin
soleiðis:
– Útgerðin er soleiðis, at
tað ikki er heilt víst, at urini
verða sett í gongd í júst
somu løtu, tá ið startskotið
ljóðar. Tað ger tað í nógv
teimum flestu førunum,
men tað kann koma fyri, at
tað er ein lítil løta frá tí at
skotið ljóðar og inntil urini
verða sett í gongd.
Umframt
omanfyri
nevnda so vísir Hannis
Joensen á tað sama, sum
Magni Brøðraberg og hinir
handan nýggja tiltakið hjá
Havnar Róðrarfelag hava
víst á.
– Tá ið fasti starturin
verður nýttur, mugu vit
rokna við, at bátarnir rógva
sama teinin. Men tað er so
stutt síðani, at fasti starturin
gjørdist partur av øllum
kappingunum, og tað kem-
ur framvegis fyri, at talan er
um leysan start, og tá er
ikki altíð heilt víst, at talan
er um sama tein. Og so eru
tað serligu viðurskiftini,
sum gera seg galdandi, tá ið
talan er um kappróður
sammett við aðrar ítróttar-
greinir. Her hugsi eg um
veður og vind og um
streym, ið hava avgerandi
týdning fyri, hvussu róðr-
arnir og harvið tíðirnar laga
seg, sigur Hannis Joensen.
Eingin ivi er í, at nýggja
tiltakið hjá Havnar Róðrar-
felag
á
heimasíðuni
drekin.fo er kollveltandi,
og felagið eigur allan heið-
ur uppibornan fyri hetta
kollveltandi stigið.
Hoset á veg til FCK
FC Keypmannahavn, sum í fyrsta umfari av superliguni
um vikuskiftið, spældi javnt ímóti Silkeborg, er áhugað
í norska landsliðsspælaranum Magne Hoset. Sambært
norska TV2 fer FCK at keypa 23 ára gamla
miðvallarspælaran hjá Molde fyri 9 milliónir krónur.
– Eg komi til eitt stórfelag, og Molde fær nógvar
pengar fyri meg, er tað einasta, sum Hoset vil siga.
Brasil meistari
Tað leikaði hart á, at tað ið Brasil mánanáttina vann
suðuramerikanska meistaraskapið, Copa America.
Finalan var ímóti Argentina, og ikki fyrr enn í yvirtíðini
av dystinum, eydnaðist tað Brasil at javna 2-1 leiðsluna
hjá Argentina.
Brasilsku spælararnar fegnaðust um málið beint
frammanfyri beinkinum hjá argentinarunum, og teir
teittu vatn eftir teimum brasilsku spælarunum. Dómarin
noyddist síðani at fáa hjálp frá løgreglumonnum fyri at
fáa tamarhald á støðuni.
Finalan endaði við brotssparkskapping, sum Brasil
vann.
Armstrong vann aftur
32 ára gamli amerikumaðurin Lance Armstrong
skrivaði um vikuskiftið súklusøgu, tá ið hann fyri sættu
ferð á rað vann Tour de France súkklukappingina.
Eingin annar súkklari hevur nakrantíð áður megnað at
vinna heimsins harðastu súklukapping seks ferðir, hóast
eitt nú nøvn sum Miguel Indurain og Bernard Hinault
hava vunnið kappingina fimm ferðir.
Schumacher vinnur alt
Formel 1 koyrarin Michael Schumacher vann í gjár 11.
kappingina í hesum kappingarárinum. Í gjár varð koyrt
á Hockenheim-breytini í Týsklandi, og Schumacher var
á odda alla tíðina. Michael Schumacher hevur einaferð
áður roynt at vinna 11 kappingar sama ár, men hann
hevur framvegis møguleika at betra um sítt met.
Seksfaldi heimsmeistarin í Formel 1 fær ein kjans til tað
í kappingini í Ungarn hálvan august.
Bant lissur og fekk skaða
Og amerikanska tennisstjørnan, Venus Williams, fekk í
gjár skaða, tá ið hon bant sær lissurnar. Venus Williams
bant sær lissurnar undan einari hálvfinalu í stórari
tennis-kapping í Los Angeles. Tá ið hon reistist, setti
hon hondina niður í vøllin til tess at hjálpa sær upp, men
av einari ella aðrari orsøk meiddi hon sær hondina av
hesum.
Williams royndi tó at spæla hálvfinaluna móti
landsmanninum Lindsay Davenport, men tað gjørdist tó
skjótt greitt, at hon ikki var før fyri at spæla allan dystin,
og so gavst hon.
Elastikk er í tølunum
Nýggi hagtalsgrunnurin hjá Havnar Róðrarfelag letur upp fyri nýggjum møguleikum, tá ið tað snýr seg um skriving um kappróður
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18
Nr. 141 - 27. juli 2004
19
Runavíkar kommuna
søkir eftir
Starvsfólki
til heim fyri minnisveik fólk
Søkt verður eftir: - sjúkrarøktarfrøðingum
- heilsurøktarum
- heilsuhjálparum
Miðað verður eftir at heimið letur upp í septemb-
er 2004.
Á heiminum er pláss fyri 8 minnisveikum fólkum.
Umstøðurnar á heiminum eru góðar og væl
egnaðar til fólk ið eru minnisveik. Harumframt
liggur heimið í vøkrum náttúrulendi beint við
Toftavatn.
Endamálið við heiminum er at geva minnis-
veikum fólki, við serligum tørvi á umsorgan, eina
trygga og stimbrandi tilveru.Vit ynskja starvsfólk
sum hevur áhuga og hegni til at vera um minnis-
veik fólk. Dentur verður lagdur á góðan moral,
etisk virði, positiva menniskjaáskoðan og góð
samstarvsevni.
Krøv til umsøkjarnar:
- hevur
prógv
og
góðkenning
sum
sjúkrarøktarfrøðingur,
almanna-
og
heilsuatstøðingur ella heilsuhjálpari
- hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum
- hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk
- hevur góð samstarvsevnir
- hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
eftir tørvinum hjá búfólkinum
- er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa
fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku
Vit kunnu bjóða
- Eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína
áskoðan galdandi og verða við til at
- menna umsorgan og røkt
- Góða innleiðslu
- Undirvísing
- Góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og
ígongdsetandi evni
Eisini verður søkt eftir
- fólki til køkin
- fólki til reingerð
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar søkja,
verða hjálparfólk sett.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum við-
komandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið ella
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Mai-
britt Jacobsen, leiðara á tlf. 448034 ella 509534
Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til:
Runavíkar Kommuna
Att. Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðari
Heiðavegur 26, Postboks 139
FO-600 Saltangará
Umsóknarfreist: Mánadagin 9. august 2004 kl.
12.00
Runavíkar
Skúlanevnd
Søkt verður eftir lærara til at undirvísa 12 tímar um
vikuna alt skúlaárið 2004/2005.
Talan er um avlopstímar, og í tímatalvuni eru 12
tímar við dreingjaítrótti.
Starvið er lønt samb. sáttmála ímillum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Møguligar umsóknir skulu vera skúlanevndini í
hendi í seinasta lagi 1. agusut 2004.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at ringja
447956/217331 ella 449975.
f. Runavíkar Skúlanevnd
Malan Rasmussen, tlf. 441842
Niðari Vegur · FO-660 Søldarfjørður
Skálavíkar skúli
Hetta starv er leyst at søkja fyri skúlaárið 2004/05.
1 lærarastarv vegna avlopstímar 9 t/v.
Starvið, ið er tíðaravmarkað skúlaárið 2004/05,
verður lønt sambart sáttmála millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknirnar skulu verða skúlastýrinum í hendi í
seinasta lagi 3. august.
Skálavíkar skúlastýri
v/ Signhild Jacobsen
FO-220 Skálavík
Tlf. 361996/507362
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðuls-
fólki.
Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt
starv.
• Arbeiðið fevnir m.a. um:
• Fylgjarauppgávur
• Stimbran
• Umlætting
Størvini eru hesi:
Setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag í
mun til uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Brek-
deildina á tlf.nr. 35 35 10, gerandisdagar millum
klokkan 10.00 og 13.00.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgv-
ing, royndir og møguligum viðmælum, skulu
verða Almannastovuni, J. Broncksgøta 27,
Postboks 3096, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta
lagi 11.08.04
Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávu-
nummar.
Tórshavn
1) – at stuðla og hjálpa eini 13 ára gamlari
gentu og fara við henni til ymisk frítíðar-
tiltøk. Arbeiðið hjá stuðlinum verður eftir
skúlatíð hjá gentuni seinnapartar og kvøld
og fer arbeiði m.a. fram í Bridghúsinum, ið
er eitt tilhaldsstað fyri stuðulsfólk og børn.
Tímatalið er 20 tímar um vikuna, játtanin
er fyribils galdandi til 31.12.04
2) - at stuðla og hjálpa eini 12 ára gamlari
gentu og fara við henni til ymisk frítíðar-
tiltøk.
Arbeiðið hjá stuðlinum verður aftaná
skúlatíð hjá gentuni og fer arbeiði m.a.
fram í Bridghúsinum, ið er eitt tilhaldsstað
fyri stuðulsfólk og børn.
Tímatalið er 25 tímar um vikuna, játtanin
er fyribils galdandi til 31.12.04
Eysturoy
3) - at stuðla og hjálpa einum 8 ára gomlum
drongi í samskiftinum við onnur børn,
stimbra honum við venjingum og spæli,
einsamøllum og saman við øðrum.
Arbeiðið hjá stuðlinum verður aftaná
skúlatíð hjá dronginum, í Frítíðaransingini
á Skála.
Fyrimunur er, um umsøkjarin dugir ella
kennir til Tekn til Talu
Tímatalið er 25 tímar um vikuna, játtanin
er fyribils galdandi til 31.12.04
Norðoyggjar
4) - at stuðla, hjálpa og fara við eini 15 ára
gamlari gentu til ymisk frítíðartiltøk.
Arbeiðstíðin er skiftandi dag-kvøld og
okkurt vikuskifti.
Tímatalið er 12 tímar um vikuna, játtanin
er fyribils galdandi til 31.12.04
Jørð í Porkeri til sølu
4 gyllin 10 skinn, heimari partur, matr. 242.
Innangarðs vídd 4696 fermetrar.
Eitt traðarstykki, matr. 211, vídd 8529 fermetrar.
Verður selt, um hóskandi boð fæst.
Tlf. 211278
19