Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kunngerð um løgtingsval í Sørvágs kommunu Til veljarar til løgtingsvalið 01. september 2015 í Gásadali, Bø og Sørvági. Vísandi til at løgtingsval er úrskrivað, so skal hervið verða kunngjørt at atkvøðugreiðslan fer fram í skúlanum í Sørvági týsdagin tann 01. september 2015. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10oo og heldur fram til kl. 2000 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið, tann 31 august 2015, greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna innan kl. 1600. Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl 1000 tann 01. september 2015. Heimaval: Veljarar, ið vegna sjúku ella annað ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi mánadagin 31. august 2015 við at boða frá til kommunuskrivstovuna – helst innan kl. 1500 mánadagin 31. august 2015. Valkort: Valkort verða send veljarunum i kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við kommunuskrivstovuna á tlf. 363200 skjótast. Minnist vinarligast til at hava valkortið við á val. Sørvágur, 14.08.2015 Valstýrið í Sørvágs kommunu Oddur Petersen, form. Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo V A r ð A G ø T A 8 · T l f . 3 6 3 2 0 0 f A x 3 6 3 2 0 1 · S o r V A G @ S o r V A G . f o Kunngerð   Tað verður hervið kunngjørt, at vallistarnir til løgtingsvalið tann. 01. sept. 2015 fyri allar veljarar í Gásadali, Bø og Sørvági liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Sørvági í vanligu avgreiðslutíðunum frá mánadegnum 17. august til og við mánadagin 24. august 2015.   Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 25. august 2015. Sørvágur, 14. august 2015 Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo V a r ð a G ø T a 8 · T l f . 3 6 3 2 0 0 f a x 3 6 3 2 0 1 · S o r V a G @ S o r V a G . f o Kunngerð Fráboðaða løgtingsvalið fer fram Týsdagin tann 1. septembur 2015 í fimleikahøllini í Tofta skúla. Atkvøðutíðin er frá: kl. 10.00 til 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mánadagin 31. august 2015 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 1. septembur 2015. Heimaval: Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagið mánadagin tann 31. august 2015, við at boða frá til fólkayvirlitið á kommunuskrivstovuni tlf. 447586 innan kl. 12.00 mánadagin 31. august 2015. Valkort: Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og valkortini verða sent út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast. Toftir, hin 17. august 2015 VAlsTýrið í Nes KommuNu N e s K o m m u N a 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo TIL SØLU 10 tons deksbátur, m/b Høgna Jákup, TN 1353 , upprunasmíðaður av Liasi í Rættará í 1920, síðani í fleri umførum endurnýggjaður, er sera væl hildin, í góðum standi og tiltikin snøggur og vakur bátur. Hann er seinast umvældur á skrokk og maskinarí veturin 14/15 á Skipasmiðjuni Mest. Báturin hevur 130 hk., 6 cyl. Ford.- Sea Power motor , er væl útgjørdur til línu og snelludrift, hevur fiskiloyvi og hevur øll vanlig nautiska tól, sjálvstýrara v.m., nýggjan bjargingarbát, nógva aðra bjargingaútgerð umframt nýggj segl til regattasigling saman við øðrum gomlum træskipum. Øll útgerð (heil-, hálvautomatiskar- og handsnellur, hýsu/toska/kalva/hemaralína, flot, dregg, goggu- og hummararúsur v.m.) umframt fiskiloyvi (stórt kubikk) fylgir við. Nógvar myndir av bátinum í ymiskari drift og í regattasigling kunnu útvegast. Eyðun Joensen, tlf. 514368