týsdagur 18. august 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi
og maki okkara
Peter A. Jacobsen
vanliga nevndur Pedda
f. 19.06.1929 – d. 18.03.2015
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á Sýnini fyri stuðul og góða
hjálp.
Tøkk til Óla Jacobsen fyri góð orð um pápa og lív
hansara.
Takk til prest, klokkara, degn og organist.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum komu við
kakum til ervið og ein serlig tøkk til tykkum, sum
hjálptu okkum so væl í Missiónshúsinum Libanon.
Og at enda ein stór tøkk til tykkum mongu, sum
komu at fylgja honum til hansara síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jan, Wenningsted, Inna, Andrea
Adela
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum sýndu samkenslu og hjálpsemi,
tá okkara elskaði
Jan Petersen
f. 26.07.1971 – d. 05.06.2015
doyði og varð jarðaður.
Familjunnar vegna
Joan
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, umsorgan og
hjálpsemi, tá høgt elskaði maður, pápi, verpápi og
abbi okkara
Bjarni Samuelsen
f. 25.6.1943 – d. 5.5.2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík orð í
Vesturkirkjuni, til sangarar, kirkjutænarar, berarar
og gravarar. Takk til føraran á líkbilinum fyri
hansara vælvild. Og tøkk øll tit, ið hjálptu til í
sambandið við jarðarferðina. Takk fyri blómur,
kransar og peningagávur til Krabbameinsfelagið.
Eisini ein hjartans tøkk til tykkum, sum komu við
køkum og á annan hátt hjálptu til við ervinum.
Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Kamma, Guðri, Susanna, Eivind og Finn Bjarni
við familju
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
ið okkara elskaða mamma, dóttir, systir, svigarinna,
mostir og fastir
Eyðfríð Haraldsen
f. Magnussen
ættað úr Vági
f. 17.7.1976 – d. 14.5.2014
andaðist og varð jarðað.
Takk til øll, ið hjálptu til og bakaðu í sambandi við
jarðarferðina og ervið.
Takk til prest og kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til
døturnar.
Takk til øll tykkum, ið fylgdu, bæði í kapellinum
og í Miðvági.
Familjunnar vegna
Natalie, Jenny, foreldur og systkin við familju
Vit takka hjartaliga fyri sýndu samkenslu, tá góða
mamma, omma og langomma
Edith Næs
01.09.1931 - 25.04.2015
Takk fyri hjálp og umsorgan og takk til tykkum,
ið hjálptu í sambandi við jarðarferð og ervi. Takk
fyri kransar, blómur og gávur. Takk til til prest,
sangarar, organist, kirkjutænarar, berarar og
gravara.
Takk til tykkum, sum fylgdu Edith til hennara
síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Elias, Ragnfríð og Bodil
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæri maður, pápi, verpápi og abbi
Meinhardt Hejnesen
F. 12.11.53 - D. 12.01.15
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri kransar, blómur, peningagávur og
alla ta hjálp vit fingu.
Takk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hanna Poula, Annbritt, Brian og Allan