hósdagur 20. august 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. august 2015
sosialurin 95
10
A
Jørgen Niclasen
fólkaFlokkurin
A
Annika Olsen
fólkaFlokkurin
A
Jacob Vestergaard
fólkaFlokkurin
B
Kaj Leo Holm Johannesen
sambandsFlokkurin
B
Bárður Nielsen
sambandsFlokkurin
B
Bjørn Kalsø
sambandsFlokkurin
B
Helgi Abrahamsen
sambandsFlokkurin
C
Aksel V. Johannesen
JAVNAÐARFlokkurin
C
Sonja Jógvansdóttir
JAVNAÐARFlokkurin
E
Kristina Háfoss
TJÓÐVELDI
E
Annita á Fríðriksmørk
TJÓÐVELDI
E
Pauli T. Petersen
TJÓÐVELDI
C
Henrik Old
JAVNAÐARFlokkurin
C
Heðin Mortensen
JAVNAÐARFlokkurin
D
Jógvan Skorheim
NÝTT SJÁLVSTÝRI
F
Bergunn Kass
FRAMSÓKN
H
Jenis av Rana
MIÐFLOKKURIN
H
Bill Justinussen
MIÐFLOKKURIN
Eirikur Lindenskov
T
alan er bara um met
ingar, hetta hevur einki
við veljarakanningina
at gera – uttan tað, at
panelið hevur brúkt tølini hjá
flokkunum úr veljarakanningini.
Latið okkum sláa fast beinan
vegin, at nøvnini eru bara eftir
metingum.
Tey í panelinum hava fyrst
hvør í sínum lag gjørt metingar,
sum síðani eru samskipaðar til
úrslitið, sum sæst her á síðuni.
Fólkaflokkurin
Sum vera man er tað ein trupul
uppgáva. Summi tingfólk eru
meira eyðsýnd enn onnur. Men tá
tey síðstu skulu veljast frá, kann
verða trupult at skera ígjøgnum.
Í Fólkaflokkinum eru tað
Hanus Samró og Janus Rein, sum
tó varð valdur fyri Framsókn sein
ast, sum verða mettir at verða ov
stuttir. Men skuldi Fólkaflokkurin
komið í samgongu, so eru teir helst
millum teirra, sum skulu taka
sæti á tingi, um til dømis trý úr
tingbólkinum skulu í landsstýrið.
Sambandsflokkurin
Hjá Sambandsflokkinum er tað
bara Edva Jacobsen av teimum,
sum vórðu vald seinast, sum verð
ur mett at verða ov stutt. Johan
Dahl stillar ikki uppaftur.
Sambært veljarakannignin,
sum er kunngjørd her í blaðum
í dag, so fær Sambandsflokkurin
ein tingsess færri, hann fær sjey
og fekk átta sessir seinast.
Gerhard Lognberg, sum varð
koyrdur úr Javnaðarflokkinum í
2013, stillar hesaferð upp fyri Sam
bandsflokkin. Men hann verður
ikki mettur at klára at vinna seg
inn um tinggátt – sum tann fyrsti
sambandsmaðurin í Sandoynni
nakrantíð.
Sambandsflokkurin hevur
tveir jokarar hesaferð, Magna
Laksafoss og Edmund Joensen.
Panelið metir, at Edmund Joensen
verður valdur, men at Magni
Laksafoss ikki klárar inn um
sjeynda plássið.
Men kemur Sambandsflokk
urin í landsstýrið, so verður helst
boð eftir trimum fólkum sum
varafólkum á tingi. Har eru Edva
Jacobsen og Magni Laksafoss utt
an iva teirra millum.
Javnaðarflokkurin
Hjá Javnaðarflokkinum metti
panelið, at Eyðgunn Samuelsen
er tann einasta, sum ikki verður
partur av tingbólkinum, sum verð
ur vald. Hildið verður, at Sonja
Jógvansdóttir hinvegin verður
vald. Men har eru fleiri jokarar í
Javnaðarflokkinum, eitt nú Heðin
Mortensen og Sjúrður Skaale sum
hava fingið langt oman fyri 2000
atkvøður á býráðsvali og fólka
tingsvali. Tað verður mett, at um
teir bara fáa millum 15 og 20 pro
sent at hesum atkvøðum, so verða
teir millum tey sjey fremstu á
listanum.
Uppstillingin í Suðuroy hjá
Javnaðarflokkinum leggur eisini
upp til afturval. Kristin Michelsen
stendur sterkur á Tvøroyri, hóast
Bjarni Hammer eisini er rættiliga
aktivur har í økinum. Henrik Old
er einsamallur í sunnaru helvt –
seinast stillaði Mikkjal Sørensen
í Porkeri upp og fekk 196 akvøður.
Hetta er fyrstu ferð í nógv
ár – kanska nakrantíð – at einki
valevni hjá Javnaðarflokkinum
er í javnaðarbygdini Porkeri. Tað
verður mett sum ein taktiskt upp
stilling til tess at fáa báðar ting
menninar í Suðuroy afturvaldur –
og tað kann væl geva úrslit, heldur
panelið.
Aksel V. Johannesen stillar upp
í Norðoyggjum. Tað kann ávirka
valið hjá Eyðgunn Samuelsen,
sum kortini verður mett at verða
ein sterkur politikar og sum væl
kann yvirraska. Hon verður í øll
um førum mett at verða partur av
tingmanningini, tá og um varafólk
taka sæti fyri møgulig landsstýris
fólk hjá Javnaðarflokkinum.
Nýtt Sjálvstýri
Hjá Nýggjum Sjálvstýri heldur
panelið, at Jógvan Skorheim fer
at draga longsta stráið. Kári P.
Højgaard kundi vunnið eitt sindur
upp á tunnilsmálið, men tað málið
tykist vera farið eitt sindur í bak
grundina, eins og Kári P. Højgaard
hevur verið so ósjónligur í valstríð
num.
Tjóðveldi
Hjá Tjóðveldi verða Páll á Reyna
túgvu og Bjørt Samuelsen – sam
bært metingunum hjá panelinum
– mett ikki at røkka inn um ting
manningina upp á seks fólk. Høgni
Hoydal er sjálvskrivaður, meðan
fólkatingsvalið vísti, at Magni
Hesi fara at
manna nýggja
løgtingið
Sosialurin hevur sett fýra fólkum stevnu at meta
um, hvussu nýggja løgtingið verður mannað