Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Helena dam á Neystabø Val síða 12 Einar yngri Føroyar Magnus Rasmussen Val síða 12 Suð­ur­ oygg­in og valið Samgongan er nógv skeldað út fyri skatta­lættan, sum hon gav hægru inn­tøk­u­num longu áðrenn sam­ gong­an var ein mánað gomul. Onkrar røddir í samgonguni vóru frammi og søgdu, at tey lág­ løtnu – tey á teimum niðastu rók­ u­num – eisini skuldu fáa ein lætta. Men hes­in lættin kom ikki. Men nú tosa allir flokkar um skatta­lætta til lág- og mið­al­inn­tøk­ ur. Eisini Fólkaflokkurin, sum hev­ ur ver­ið drívmegin í samgonguni, og sum hevur sitið í samgongu so at siga út í eitt, síðan Atli Dam tók flokk­in undir sínar veingir í janaur­ mán­aði í 1975. Í politikki ber alt til. Eisini í ein­ um valdysti ber alt til. Tá and­støðu­ flokk­ar­nir lova skatta­lætta, sum hesa­ferð skal lívga tey lægri løntu, ja hví skulu sam­gongu­flokk­ar­nir ikki gera tað sama? Tað varð hildið, at valstríðið fór at snúgva seg um, hvussu sam­fel­ ags­virðini skulu býtast. Har er fiski­ vinnu­ný­skipanin ein avgerandi fakt­or­ur – og har stendur størsta stríð­ið millum Fólkaflokkin og hin­ ar. Tað er tí alt um at gera hjá Fólka­ flokk­i­num at koma í samgongu aft­ ur. Og kemur hann tað, so fær hann – vísir søgan okkum – ført tann fiski­vinn­u­politikk, sum Fólka­flokk­ ur­in, sam­an við teimum sum nú fáa á­góð­a­r­nar, vilja føra. Í sitandi sam­ gongu hevur flokkurin gjørt tað sam­an við Sam­bands­flokkinum. Áðr­enn hesa sam­gonguna eisini saman við Javn­að­ar­flokk­inum og fyri ta tíð eis­ini saman við Tjóð­ veld­i­num. Saman Javnaðarflokkinum verð­ur tað so ikki eftir valið. Tað lyft­ið frá Aksel V. Johannesen er so bind­andi, at tað kann hann ikki bróta. Lít­ið bendir á, at Fólk­a­flokk­ ur­in fer saman við Tjóð­veld­i­num. Tí er Sambandsflokkurin jok­ar­ in hjá Fólkaflokkinum. Og tað má vera ein Sam­bands­flokkur, sum verð­ur stýrd­ur av Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen-veinginum í flokkinum. Vong­ur­in hjá Edmundi Joensen og Bárði Niel­sen verð­ur ikki so lættur at syfta. Tí kunnu broytingar væntast, hvussu vit frameftir fara at býta sam­fel­ags­virð­ini. Tí meinar Fólka­ flokk­ur­in tað, so meina hinir tað eis­ini – í øllum førum, tá teir ikki eru sam­an við Fólkaflokkinum. Men vit kunnu so staðfesta, at skattalættin til lægru inn­tøk­ur­nar er bindandi fyri all­ar sam­gongur, sum kunnu skip­ast eftir valið. Stóra avbjóðingin verður sjálv­ andi fíggingin. Men tá tað bar til í 2011 at lívga tey ríkaru. Hví skal tað so ikki bera til at lívga tey lægru løntu hesa­ferð? skattalætti til láglønt Ávegis til eldsbrunan í Norðra­gøtu um vikuskiftið steðg­aði eini brandbilurin hjá sløkkiliðnum í Eyst­ur­ komm­unu á veg at sløkkja eld­in. Trygvi Jóhanson, vara­ leið­ari á sløkkiliðnum í Eyst­ ur­komm­unu, segði við in.fo í morgun, at trupulleikin var, at ein olju­tilførsil til motorin var loysn­aður, og tí steðgaði bil­ur­in upp. – Hatta er eitt hendiligt ó­happ fyri hasar motorarnar, siga bil­mekanikarar, men tað skal eis­ini havast í huga, at bil­urin er 35 ára gamal, sigur hann. Sløkkiliðið í Eyst­ur­komm­ unu hev­ur tveir aðrar bilar, har ann­ar er yvir 30 ára gam­ al og hin er eini 7 ára gamal. – Tað er tíverri so, at bil­ ar­nir vera alt ov sjáldan út­skiftir. Í hesum førinum vóru hinir báðir bilarnir skjót­ir á staðnum, so hetta hevði onga ávirkan á sjálvt sløkki­ar­beiðiði, sigur Trygvi Jó­hanson. Hann rósar annars sløkki­ liðs­monn­u­num, at teir bóru so skjótt at fríggjadagin. – Teir vóru á veg innan sjey min­uttir, eftir at vit fingu frá­boðanina um elds­ brun­an, so tað gekk skjótt og væl, sigur Trygvi Jóhanson. – Tað er alt for dýrt at verða lim­ur í einum fakfelag – eitt nú einum arbeiðarafelag. Tað heldur Kaj Leo Holm Jo­hannesen, løgmaður, sum tí spurdi sínar Facebook-lim­ ir, hvat ein fakfelagslimur í grund­ini rindar fyri: Løgmaður spurdi: – Ein sum arbeiðir eitt vanligt "láglønt" arbeiði á einum flakavirki betalur ca. kr. 7000,00 um árið til Fak­fel­ ags­rørsl­una. Kann onkur greiða mær frá hvat hetta gjald er fyri?« Svarini vóru mong – tó at spurningurin frá løgmanni siga nakað um, hvat landsins hægsti maður heldur um fakfelagsrørsluna... Løgmaður harmast fakfelagsgjøld – Eg vil takka øllum náms­ frøð­ingum og hjálparum, sum hvørja viku, hvønn mánað og í fleiri ár passa so væl upp á børn okkara. Soleiðis skrivar ein takksom mamma, ið á hendan hátt vil vísa sítt nøgdsemi. Og hon skrivar víðari: – Eg takki fyri øll plástr­ ini á sár, øll troystandi og upp­byggj­andi orð. Takk fyri upp­liv­ing­ar í náttúruni, list­ar­lig­ar og kreativar. Takk fyri øll penslastrok, tit hava hjálpt við, øll listaverk, sum tit hava verið við til at gjørt og allar góðar løtur, har børnini fáa tíð til at fordjúpa seg í einum blomstri, skýggi ella góðari søgu. Takk fyri blíðu brosini og tryggu armar, ið tit møta okkum við hvønn morgun og fløvandi orð, tit siga farvæl við, tá børnini skulu heim. Takk fyri áminning og lýsing á rættan veg, um mann hevur snávað. Bert ein hjartalig tøkk frá eini so ótrúliga takk­ sam­ari mammu Ein tøkk til allar námsfrøðingar Skattalætti til láglønt bindur allar samgongur Brandbilur við útrykningi steðgaði upp í Gøtu Hesin brandbilurin hjá sløkkiliðinum í Eysturkommunu steðgaði upp,tá hann skuldi sløkkja eld leygarkvødlið Ein takksom mamma vil fegin takka øllum teimum, sum eru um børn okkara á landsins dagstovnum Savnsmynd