mánadagur 24. august 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Eg vil ikki síggja teir longur
í Føroyum.
Kaj Leo Holm Johanne
sen, løgmaður, er vorðin
móður og troyttur av virk
seminum hjá Sea Shepherd
í Føroyum.
Og nú er tað komið har til,
at hann vil hava tey útihýst
úr Føroyum.
Tí hevur hann nú tikið
stig til at tveita felagsskapin
av landinum og at banna
teimum at vera her.
Í hesum sambandi hevur
hann biðið umsitingina í
landsstýrinum kanna um tað
ber til at banna skipum hjá
Sea Shepherd at koma inn í
okkara sjóøki yvirhøvur.
Hann væntar, at umsit
ingin verður liðug við eina
útgreining um nakrar dagar.
Kaj Leo Holm Johannesen
sigur, at samstundis eru
danskir myndugleikar eisini
farnir at gera sínar metingar
av málinum.
Løgmaður sigur, at tá ið
útgreiningin hjá umsitingini
er liðug, fer hann eisini at seta
seg í samband við danska
forsætismálaráðharran um
spurningin.
Og løgmaður staðfestir,
at hava vit heimild at banna
skipum hjá Sea Shepherd
at koma inn í okkara sjóøki,
verður tað gjørt.
Hann sigur, at einasta
forðingin kann vera, at al
tjóðar sáttmálar, Føroyar
hava bundið seg til at halda,
gera, at vit ikki kunnu banna
teimum.
Hetta
er
ein
fløktur
spurningur og eitt, sum
hevur týdning, er, hvussu
skipini hjá Sea Shepherd eru
skrásett o.s.fr.
Men
løgmaður
leggur
afturat, at verður niðurstøð
an tann, at vit hava heimild
at banna teimum, er ikki
vist, at tað er eitt mál, sum
skal leggjast fyri Løgtingið,
tí so kunnu myndugleikarnir
bara gera tað – og so verður
tað gjørt.
Kaj Leo Holm Johannesen
sigur, at tað er serliga eftir
seinstu grindina í Sandavági,
at hann er komin til ta niður
støðu, at Sea Shepherd skal
bannast í Føroyum, ber tað
til eftir altjóða sáttmálum.
Tá løgdu limir hjá felags
skapinum beinleiðis upp í
raksturin við skjóttgangandi
báti og støðan var so spent,
at síðani hava nógv ført
fram, at tað var eitt undur,
at eingin mannskaði hendi.
Løgreglan og landsstýr
ið hava havt fleiri eftirmet
ingarfundir í samband við
framferðina hjá Sea Shep
herd í Føroyum.
Hann sigur, at eisini eftir
grindina í Sandavági var ein
eftirmetingarfundur, og at
tað var eftir tann fundin, at
hann gav hann umsitingini
boð um at kanna um tað ikki
ber til at nokta skipum og
bátum hjá Sea Shepherd at
koma til Føroya yvirhøvur.
Full semja
Løgmaður sigur, at hann
hevur so ilt við at góðtaka
virksemið hjá Sea Shepherd
longur, at hann nú vil hava
tey av landinum.
– Eg vil ikki síggja tey
longur og eg eri troyttur
av hesum sirkussinum hjá
teimum
Og tað er hann ikki einsa
mallur um. Á nógvum av
teimum valfundum, sum
hava verið kring landið, er
spurningurin um Sea Shep
herd drigin fram. Og har
hava øll valevni, bæði høg
og lág, verið púra samd um,
at ber tað til at banna Sea
Shepherd í Føroyum, skal
tað gerast.
Umsitingin í landsstýrinum kannar nú, um tað ber til
at banna skipum hjá Sea Shepherd í Føroyum
SEA SHEPHERD
Grindalógin viðgerast av nýggjum
Spurningurin er um atfinngingarnar skulu takast til eftirtektar
Áki Bertholdsen
Grindalógin skal viðgerast
av nýggjum.
Tað heldur Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni, eru
stig tikin til at bannað
bátum og skipum hjá sea
Shepherd at koma inn í
okkara sjóøki yvirhøvur.
Men samstundis heldur
løgmaður eisini, at grinda
lógin eigur at verða eftir
mett.
Hann hugsar serliga um
tann partin av lógini, har tað
stendur, at øll, sum síggja
eina grind, hava skyldu at
boða frá, annars kunnu tey
fáa 25.000 krónur í bót.
Hetta hevur vakt ans
víða hvar, eisini í stórum, út
lendskum miðlum, og sam
stundis hevur ferðavinnan
í Føroyum víst á, at hetta
er ein trupulleiki, sum kann
seta fót fyri eini føroyskari
ferðavinnu.
Løgmaður heldur, at sum
heild
hevur
grindalógin
riggað væl. Men nettupp
parturin viðvíkjandi fráboð
anarskylduni eigur at verða
eftirmettur, sigur hann.
Men tað verður ikki
gjørt nú. Hinvegin ivast
hann ikki í, at hetta verður
eitt tað fyrsta, ein nýggja
samgonga eftir valið næsta
týsdag, fer at gera.
LØGMAÐUR VIL BLAKA
SEA SHEPHERD
AV LANDINUM
Her hevur tríkiljan hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, lagt at á Sundi, men gongst sum ætlað, verður hon
nú rikin úr føroyskum sjóøki, saman við øllum øðrum skipum og bátum hjá felagsskapinum