týsdagur 25. august 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
mikudagsblaðið
Hesi orð hóska sera væl til
oppurtunskar politikarar –
sum til dømis Janus Rein,
sum lumpaði allar sínar 250
veljarar, tá hann rýmdi úr
Framsókn til Fólkaflokkinum.
Men tann 11. november í
2011 hevði hann nakar sann
førandi tankar um Fólka
flokkin. Tá skrivaði hann á
Facebook:
Hvat ger mann ikki fyri
vald? Syndarligt at síggja,
hvussu nógv Fólkaflokkurin,
Sjálvstýrisflokkurin og Mið
flokkurin hava selt sína sál,
bara fyri at sleppa upp i part.
Eg eri væl greiður yvir, at
politikkur nú snýr seg um at
keypa og selja her og har, fyri
at gera tvørpolitiskar semjur,
ikki so? Men at hesir flokkar
nú agera so nógv beinleiðis
ímóti egnari sannføring bara
fyri makt átti onkursvegna
at givið ekkó í upplandinum.
Hvat siga allir fólkafloksverlj
ararnir nú?
Eg eri glaður fyri, at vit ikki
eru við í hasum svansinum.
Vónandi minnist veljarin um
4 ár! – Tað ger hann ikki, sats
ar mann helst upp á í Fólka
flokkinum.
Løgtinsval er eitt lottarí,
og nú fingu nógvir (A, D og H)
veljarar NITTE.
Fyri Janus'sa skyld vóna
vit, at hann hevur rætt, og at
veljarin gloymir – so Janus
kann veljast inn í sítt egna
»svans«.
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er ikki hissini, sum fíggjarmála
ráðharrin sleingir um seg við tølum
í hesum døgum – hann tekur sær
heiðurin av teimum penu tølunum,
og gevur mótstøðufólkum sínum
skuldina fyri tey keðiligaru tølini.
Hetta er ein partur av tí politiska
spælinum – ein leikur, sum Jørgen
Niclasen hevur ment seg til serfrøð
ing í.
Støðugt at vísa á, hvussu skilið er
broytt, »síðani Fólkaflokkurin kom
til valdið«, hóast Fólkaflokkurin hev
ur stýrt og havt størstu ávirkanina
á føroyska búskapin í 40 ár út í eitt.
Mánadagin var tað fólkatalið,
sum hann tók sær heiðurin fyri.
Veðrið var sera gott hendan dagin
– so tað verður kanska næsta frá
boðanin.
Í blaðnum í dag førir Jonhard Eli
asen, búskaparfrøðingur á Hagstov
uni, fram áhugaverd sjónarmið um
fíggjarstøðuna hjá landskassanum
fyrra hálvár í ár, borið saman við trý
tey undanfarnu árini.
Hesini tølini bera ikki brá av
teirri glæstrimynd, sum fíggjarmál
aráðharrin teknar av búskapinum.
Myndin hjá búskaparfrøðingi
num vísir, at undirskotið higartil í
ár er 237 milliónir krónur í mun til
216 milliónir sama tíðarskeið í fjør.
Hetta vísir eina afturgongd upp á 21
milliónir krónur.
Tí er einki sum bendir á, at tað
fer at líkjast javnvág ella yvirskoti,
tá árið endar. Tað skulu stór stig
takast, um tað skal gerast veruleiki,
og einki bendir á, at Jørgen Nicalsen
og Kaj Leo Holm Johannesen hava
tikið slík stig – og eitt nýtt landsstýri
fær valla vent gongdini, nú so stutt
er eftir av árinum.
Myndin av gongdini farnu trý ár
ini vísir, at mynstrið er tað sama á
hvørjum ári – men at støðan í ár hig
artil er heldur verri enn í fjør.
Jonhard Eliasen vísir eisini á, at
tá arbeiðsloysið minkaði munandi
eftir kreppuna fyrst í nitiárunum,
vísti hetta seg skjótt við stórum yvir
skoti í landskassanum. Tað sama sær
ikki út til at gera seg galdandi eftir
kreppuna 2009-11, hóast nøkur ár nú
eru liðin, hóast arbeiðsloysi er lítið,
hóast metlágt rentustøði og hóast
munandi viðrák innan útflutnings
vinnuna og aðrar vinnur við.
Øll vita, at vit skulu hava skálkin
bak oyrað, tá tað snýr seg um Jørgen
Niclasen. Hann er snildur – men
hann má ansa sær, so hann ikki
verður ov snildur.
Skattalættin hjá Fólkaflokkinum
er ikki til tey lágløntu, sum flokkurin
hevur boðað frá. Um yvirskotið hjá
landskassanum næsta ár eisini er
bluff, so er støðan nógv álvarsamari,
enn landsstýrið letst. Tað eiga øll
at hava í huga, nú so nógv vallyfti
hanga í luftini.
Skjótt fer Jørgen at taka sær
heiðurin av veðrinum eisini...
bluffar jørgen niclasen?
Tann
sum rein
ur er...
Sólborg Dulavík
síða 16
Ein
áminning
til polit
ikarar
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tað tykist sum myndugleikar
nir nú umsíðir hava tikið sær
um reiggj viðvíkjandi Sea Shep
herd felagsskapinum, sum bara
er komin til Føroyar at gera
ónáðir.
Tað er alt í fínasta lagi, at vit
eru gestablíð og lata fólk sleppa
at mótmæla friðarliga, tá tey
spyrja pent um loyvi til tess.
Men Sea Shepherd felags
skapurin er ikki ein friðarlig
ur felagsskapur, sum erliga og
reiðliga vil grindahvalinum tað
besta. Fólkini eru heldur ikki
hampafólk – men amboð hjá
lúsakjálkanum Paul Watson,
sum ger alt fyri at skaða
Føroyar.
Tað er sjón fyri søgn at
hesi fólk fremja landsskaðiligt
virksemi, og tí er tað prúa beint,
at løgreglan noktaði teimum 21
ófriðarkroppunum, sum komu
við ófriðarskipinum Bob Baker
mánadagin at fáa innferðar
loyvi til Føroyar.
Tað sigur seg sjálvt, at vit
bara gera okkum sjálvi býttari,
um vit loyva nýggjum ófriðar
kroppum inn í landið, sohvørt,
sum aðrir ófriðarkroppar verða
varpaðir av landinum.
Og talan er er ikki um frið
arlig
hampafólk.
Talan
er
um fólk, sum lata seg tøla av
Paul Watson, sum hevur stríð
og klandur sum mál, tí við
konfrontatiónini
fær
hann
tryggjað sær sítt lívsgrund
arlag.
Hann leggur líka í, hvussu
dýrini hava tað, hann leggur
líka í sannleikan. Hann er úti
eftir samanbrestinum, sum
gevur honum umrøðu – og
mest av øllum pengar.
Føroyingar
hava
fingið
nokk, nú má hatta pakkið
blakast av landinum.
Blakið hatta pakkið
av landinum!
Tað sum Janus Rein kall
aði »svans« er tann fólka
flokspolitikkur, sum hann
nú lovprísar. Jú, ofta etur
hundur tað, hann havnar
Tað er idioti at loyva nýggjum ófriðarkroppum inn í landi,
so hvørt aðrir ófirðarkroppara verðavarpaðir av landinum
Ofta etur hundur tað
hann havnar
Bjarni Hansen
Síða 16