Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Hetta er ein sterk bumba undir øllum okkara sam­ felag, og sostatt undir hvørj­ um einasta føroyingi. Og verður onki gjørt heilt skjótt, brestur hon, og so smokkar alt saman. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkra­ røktar­frøðingar, rópar var­ skó. Og hon rópar hart, tí hon sigur, at vit eru við fullari ferð ímóti eini vanlukku. Og tað er støðan í heilsu­ verkinum, hon hugsar um. Nógv kjak hevur verið um, at okkara heilsuverk er í svárari kreppu. Men higartil hava vit at kalla bara hoyrt um, at tann stóri trupulleikin er, at tað er so stórt trot á lækn­um, og at læknar aftra seg við at arbeiða í Føroyum. Men Óluva í Gong sigur, at heilsuverkið hevur eisini ein annan stóran trupulleika at dragast við, sum er líka álvar­ sligur sum trotið á læknum. Og tað er trotið á sjúkra­ røktarfrøðingum. – Seinastu árini eru ar­ beiðs­umstøðurnar hjá sjúkra­røktarfrøðingum í Føroy­um, munandi versn­að­ ar, sigur Óluva í Gong. Hon staðfestir sam­stund­ is, at verður onki gjørt, fer støðan at versna. Í hesum sambandi vísir hon á, at nú verður Lands­ sjúkra­húsið bygt út og nógv hava fingið ta fatan, at tá verður pláss fyri fleiri sjúk­ ling­um. – Men tað verður tað ikki, staðfestur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar. Hon sigur, at talan er nevn­iliga ikki um at økja um talið á seingjarplássum. Tvørtur­ímóti er talan um at flyta seingjardeildir av gamla sjúkra­húsinum í nýggja bygn­ingin. So tá ið sjúkra­ húsið er bygt út, verða tað til­ samans færri seingjar­pláss, enn tað eru nú, tí seingjar­ deildir á gamla sjúkrahúsið skulu latast aftur. – Sjúkrarøktarfrøðingar eru av álvara ørkymlaðir av støð­uni, tí vit duga ikki at síggja, hvussu hetta kann hanga saman, sigur Óluva í Gong. Færri starvsfólk til fleiri sjúklingar Hon vísir á, at sparingar hava ført við sær, at talið á seingjar­plássum á Lands­ sjúkra­húsinum er alsamt minkað. Og sostatt minkar talið á sjúkrarøktar­frøð­ing­ um eisini, tí tey bæði hanga óloysiliga saman. – Trupulleikin er bara tann, at talið á sjúklingum mink­ar ikki. Tvørturímóti veks­ur tað alsamt, so hvørt sum fólk liva longri og longri. – Samstundis verður al­ samt boðað frá sparingum, og har­afturat verður eisini boð­að frá, at fleiri og fleiri sjúk­ur skulu viðgerðast í Føroy­um, heldur enn at senda sjúk­lingar av land­ inum. Óluva í Gong sigur, at av­ leiðingin er, at talið á sjúkra­ røktarfrøðingum er alt ov lágt afturímóti talinum á sjúk­lingum og sostatt veksur ar­beiðs­byrðan so nógv, at hon er ótolandi. – Samstundis sum tørv­ urin á sjúkrarøktar­frøð­ing­ um er stórur, verða ógvuliga fá føst størv lýst leys. Og tá ið størv verða lýst leys, aftra sjúkrarøktarfrøðingar seg at søkja, tí arbeiðsbyrðan er ómenniskjanslig. Forkvinnan í Felag­num Føroyskir Sjúkra­røktar­ frøð­ingar staðfestir, at aftur í summar eru deildir á Lands­sjúkra­húsinum lagdar saman, til stóran ampa fyri sjúk­lingar­nar, sum verða trunk­aðir saman. – Men hesa ferð verða deild­ir ikki lagdar saman, tí at tað er neyðugt fyri at spara. Hesa ferð er orsøkin tann, at ongir sjúkrarøktarfrøðingar vilja søkja størvini sum feriu­ avloysarar. Óluva í Gong sigur, at av tí at so fá, føst størv verða lýst leys, og av tí at feriu­avloysarar ikki fáast, verða teir sjúkra­røktar­frøð­ ingarnir, sum eru í starvi, trá­troyttir og noyðast ofta at taka eyka vaktir, tá ið teir annars hava frí. – Ein vanligur frídagur hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi byrja við, at telefonin ringir klokkan sjey á morgni við eini umbøn um at koma til arbeiðis, tí tað mangla starvs­ fólk, sigur Óluva í Gong. – Tað er sjálvandi við til at gera arbeiðsumstøðurnar ótolandi, sigur hon. aki@sosialurin.fo Meir um evnið á síðu 6 Ein sterk bumba undir hvørjum einasta føroyingi Um nøkur heilt fá ár brestur bumban og so smokkar alt saman. Og tað verður ein óbótaligur skaði fyri hvønn einasta føroying Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Ørkymlandi – Vit eru av álvara ørkymlað, tí vit duga ikki at síggja, hvussu hetta kann hanga saman, sigur Óluva í Gong Ein vanligur frídagur hjá einum sjúkra­røktar­ frøðingi byrja við, at telefonin ringir klokkan sjey á morgni við eini umbøn um at koma til arbeiðis