Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nógvir føroyskir sjúkra­ røktar­frøðingar rýma úr Før­oy­um og fara uttanlands at arbeiða. Og talið veksur skjótt – heilt skjótt. Tað sigur Óluva í Gong, for­kvinna í Felag­num Før­ oysk­ir Sjúkra­røktar­frøð­ing­ ar. Hon sigur, at hetta er ein beinleiðis avleiðing av, at arbeiðsumstøðurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum verða meiri og meiri ótolandi. Og sum støðan er nú, er einki, sum bendir á, at støðan fer at batna, heldur tvørtur ímóti, soleiðis sum sagt verður frá aðrastaðni her á síðunum. – Ein avleiðing av støð­uni í Føroyum er tann, at fleiri og fleiri føroyskir sjúkra­ røktarfrøðingar rýma uttan­ lands, helst til Noregs, at ar­beiða undan arbeiðs­trýst­ inum í Føroyum, sigur Óluva í Gong. Hon vísir samstundis á, at tað er steinur oman á byrðu, at lønin er nógv hægri í Danmark og í Noregi, enn hon er í Føroyum. – Ein danskur sjúkra­ røktar­frøðingur fær einar 7.000 krónur meiri út­gold­ið í løn um mánaðin, enn ein føroyskur sjúkra­røktar­frøð­ ingur fær, og í Noregi er løn­ ar­munurin upp aftur nógv størri, kanska tvær ferðir so stórur, sigur Óluva í Gong. Heili 20 prosent Óluva í Gong sigur, at sein­ astu tølini, tey hava fingið, vísa, at næstan 20 prosent av teimum virknu limunum í Felagnum Føroyskir sjúkra­ røktarfrøðingar, hava fing­ ið  sær loyvi til at arbeiða í Noregi. Sostatt hava einir 150 før­ oyskir sjúkra­røktar­frøð­ingar fingið sær norskt ar­beiðs­ loyvi. Men Óluva í Gong sigur, at hetta talið er lágt sett, tí hetta er bara talið frá eini stór­ari vikar­stovu, sum út­ veg­ar norska heilsu­verk­ inum sjúkra­røktar­frøðing- ar. – Eingin ivi er um, at veru­liga talið er hægri, men hetta er tað talið, vit kunnu skjalprógva. Og tað álvar­ samansta av øllum er, at hetta er eitt tal, sum veksur ógvu­liga skjótt, leggur hon afturat. – Tað mest álvarsama av øllum, er, at tey, sum størstur eftirspurningur er eftir í Noregi, eru sjúkra­røktar­frøð­ ingar við serútbúgv­ingum á ávísum øki, og tað eru sostatt í stóran mun tey, sum rýma. – Talan er sostatt fyrst og fremst um tær best skikkaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum rýma. Men sum heild eru tað alt slag av sjúkra­ røktar­frøðingum, sum rýma. Lassið koppar Óluva í Gong vísir á, at eitt, sum skundar undir hesa skeivu gongdina, er, at miðal­aldurin hjá sjúkra­ røktar­frøðingunum alsamt hækk­ar. – Í dag er miðalaldurin á sjúkra­røktarfrøðingunum í Føroyum, heili 47 ár. Tað er ein høgur miðalaldur og fram­skrivingar vísa, at longu um trý ár koppar lassið, tí tá fara fleiri sjúkra­røktar­frøð­ ingar frá fyri aldur, enn tað verða útbúnir, og tað er ein álvarslig støða. Óluva í Gong leggur aftur­at, at her eru tey ikki tald við, sum fara frá áðrenn pen­sjóns­aldur av ymsum orsøk­um, antin tí at tey fara í barsil, flyta av landinum, skifta starv, ella tey, sum fara frá av øðrum orsøkum. aki@sosialurin.fo Rýma av landinum í stórum tali Eitt stórt tal av føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum fer til Noregs at arbeiða – og talið veksur øgiliga skjótt Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Ongin lurtar eftir okkum Álvarsliga støðan í heilsuverkinum MÁ verða tað fyrsta, Løgtingið fer í holt við eftir løgtingsvalið – Vit hava roynt at gera vart við vanlukkuligu gongdina. Men tað gongur illa at fáa nakran at lurta. Hvat heilsuverkinum við­víkur, er Óluva í Gong, for­kvinna í Felag­num Før­ oyskir Sjúkrarøktar­frøð­ ing­ar, ørkymlað av atgerðar­ loys­inum hjá føroysku politik­arunum. Sum tað sæst í øðrum grein­um her á síðunum, heldur hon, at støðan er so álvar­slig, at heilsuverkið er í vanda fyri at fara fyri bakka. Hon sigur, at tey hava fleiri ferðir roynt at fáa politiska myndugleikan at taka støðuna í álvara, men enn er einki komið burtur úr. Tí leggur hon nú áherðslu á, at tað allar­ fyrsta, løg­tingið má gera eftir løg­tingsvalið, er at leggja eina heildarætlan fyri før­oyska heilsuverkið. Í hesum sambandi verð­ ur neyðugt at leggja eina ætlan fyri, hvat virksemi skal vera á teimum trimum sjúkrahúsunum. Talan skal eisini vera um eina heildarætlan, har lagt verður upp fyri, hvussu stórt talið á sjúklingum er, og, hvussu stórt talið á starvsfólkum sostatt eisini eigur at vera. Og talan má eisini verða um eina heildarætlan, sum fær lønarviðurskiftini hjá sjúkrarøktarfrøðingum í rættlag, tí sum støðan er nú, fær ein føroyskur sjúkra­ røktarfrøðingur einar 7.000 krónur minni út­goldið í løn um mán­aðin, enn ein danskur sjúkra­røktar­frøð­ ingur fær. Sam­stundis fær ein norskur sjúkra­røktar­ frøðingur upp aftur nógv meiri í løn, og saman við vánaligum um­støðum er tað við til at lokka føroyskar sjúkra­røktar­frøð­ingar uttan­lands í stórum tali at ar­beiða. Og Óluva í Gong leggur samstundis dent á, at talan má verða um eina ætlan, sum politikarar eru til reiðar at halda, eisini tá ið tað rekur ímóti. Tí mælir hon til, at talana verður um eina semju, sum allir flokkar í Løgtinginum, taka undir við, ella í hvussu so er, ein heilt stórur meiri­ luti. Hon sigur, at støðan er so mikið álvarslig og hættislig at talan er rætt og slætt um eina sterka bumbu, sum liggur undir øllum tí før­ oyska samfelagnum. – Hóast tað ikki ganga nógv ár, áðrenn bumban brestur, vísir tað seg, at vera ómetaliga tórført at fáa nakran at lurta, sigur Óluva í Gong. Hon sigur, at talan er um eina gongd, sum vind­ur upp á seg av sær sjálvum, tí rýma nakrir sjúkra­røktar­ frøðingar fyrst, er tað so skjótt, verða umstøðurnar enn verri hjá teimum, sum eru eftir, og so fara. – Vit eru longu nú í teirri støðu, at ávísar deildir á Landssjúkrahúsinum fáa at kalla ongar umsóknir, tá ið tey søkja eftir sjúkra­røktar­ frøðingum, tí arbeiðs­byrðan er so ótol­andi, sigur Óluva í Gong. aki@sosialurin.fo Rýma Umstøðurnar í føroyska heilsuverkinum eru so vánaligir, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar rýma av landinum í stórum tali – og talið veksur øgiliga skjótt Talan er sostatt fyrst og fremst um teir best skikkaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum rýma