Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 12 Sosialurin NØVN Nú Haldor Christiansen er farin um sýn, er ein týðandi partur av Havnini farin við honum. Hann kendi tey flestu, og tey flestu kendu hann. Um ikki annað so frá handlinum hjá Katrinu Christiansen, har hann var fastur fúsur stórt sæð alt hansara lív. Haldor var sonur Katrinu og Viggo Christiansen. Hann var uppkallaður eftir einum pápabeiggi við sama navni, sum doyði blaðungur. Katrina yvirtók handilin hjá Zacharias Heinesen 1927, tvey ár eftir at Haldor var fødd­ur. Hetta er eini søgu­lig hús, eisini tí William Heine­ sen, sonur Zacharias, var fødd­ur her í 1900. Tey vóru trý systkin. Elst­ur var Peter C., kendur politik­ari, serliga sum bý­ ráðs­for­maður fyri Fólka­ flokk­in. Hann og ver­fað­ir­in, tann gamli sam­bands­høvd­ ing­urin, Johan Poulsen, sótu í 1966-1970 á tingi fyri hvønn sín flokk! Annar var í and­ støðu og hin í samgongu. Næstur var Haldor, og so kom Maria, sum hevur verið við til at uppala fleiri ættarlið av havnarbørnum sum leiðari á Dr. Ingridar barnagarði. Mill­um hesi børnini hjá tí, sum skrivar hesar reglur. Tey bæði, Maria og Haldor, hava eisini mangan verið hent, tá ið brúk hevur verið fyri upplýsingum um gomul havnar­fólk. Tað hevur alla tíð verið eitt fyrimyndarlig familju­ sam­anhald millum hesi systkin og teirra. Haldor og Maria við sínum hava búð saman alt lívið. Næsti granni var Viggo, sonur Petur. Tað varð eisini tikið til av presti, hvussu góður Haldor var við børnini hjá systkjunum. Teirra synir, Tróndur, Viggo, Johan og Jan vóru eisini við í handlinum hjá Katrinu Christiansen og hava annars verið til hjálpar, tá ið brúk var fyri tí. Haldor gekk í skúla hjá frú Mohr, sum var ein av privat­skúlunum í Havn. Hann fór seinni á studenta­ skeið og aftaná tað fór hann nið­ur at lesa. Men tá mamm­ an, Katrina, doyði í 1950 kom hann heim at taka við handl­ inum. Hetta var tann hugna­lig­ asti handil i Havn. Tað fekst altíð eitt prát um dagsins mál. Samstundis taldi Hald­ or saman í høvdinum, hvussu nógv ið keypt var fyri. Her var óneyð­ugt við kassa­terminalum og striku­ kot­um. Hann hevði víst eitt kassaapparat, men tað var frá 1910! Haldor gavst við handl­ inum í 2006. Vónandi kann hann verða varð­veittur sum eitt býar­savn, so søguligur hann er. Haldor var ein álitismaður út í odd og egg. Hann var rokn­skapamaður hjá fleiri, m.a. hjá katolikkunum. Kanska var tað hetta sum gjørdi, at katólska kirkjan gjørd­ist hans­ara andaliga heim megin­partin av hans­ ara lívi. Hann varð eisini jarð­ aður frá Mariu­kirkjuni. Hansara roknskapar­ kunn­leiki mundi eisini vera orsøkin til, at hann av fólka­ flokk­inum varð valdur í líkn­ ingar­nevndina í Havn. Seinni varð hann limur á skatta­ kæru­nevndini. Og fólkafloksmaður var hann sum nakar. Hann livdi eisini eftir sínum prinsippum ikki at vera nøkrum til byrðu. Haldor man hava ver­ ið ein av teimum fáu, sum ikki vildi hava fólkapensjón. Hann kláraði seg sjálvan og vildi heldur, at pengarnir fóru hagar, teir vóru meira til­trongd­ir. Men tá ið hann nú móti endanum hevði brúk fyri at koma á Lágar­ garð var tað ein forð­ing, at hann ikki var fólka­pen­sjon­ ist­ur! Lóggávan hevði als ikki tikið hædd fyri, at slíkt kundi henda. Tá mátti hann geva seg, og hann var fólka­ pensjon­istur í nakrar fáar vikur. Haldor eisini trúfastur sum fáur. Tað er ein hópur av kvinnum, sum hava ar­beitt á handlinum hjá Katrinu Cristiansen. Ein teirra var ver­móður mín á Eiði, Margit, sum var javn­gom­ul við Hal­ dor. Hann kom í silvur­brúd­ leyp hjá henni 25 ár seinni. Var rundur føðingar­dag­ur sendi hann eina heils­an við eini konfekteskju norð­ur til Eiðis. Somu roynd­ir hava aðrar gamlar kram­ba­kvinn­ ur hava havt. Haldor man vera ein av teim­um seinastu limun­um í tí gamla Havnar Fráhalds­ felag, sum var undan losjuni, so her var hann eisini trúgv­ ur. Haldor fekk eitt langt og gott lív. Men nú hann er farin, verður minnið standandi um ein merkismann. ó. Jan Bogi Petersen farin Vit komu at hitta teg fyri knapt fýra árum síðani, tá mamma tín flutti inn á Eiðisgarð. Vit, búfólkini á Eiðis­ garði, blivu skjótt góð við teg, Jan. Ikki vistu vit tá, at tú vart raktur av álvarsligari sjúku. Tú vart mammu tíni ein hollur stuðul. Vitjaði fleiri ferðir um vikuna, ja, næstan hvønn einasta dag. Var dagur, tá tú ikki kom at vitja, saknaðu vit teg øgi­ligt. Tað bar so væl til hjá tær at spæla øll møgulig spøl, sum Joan dámdi so væl t.d. casino, ludo, sjavs og talv. Sjálvt um tú livdi einsa­ mallur, so bar títt góða lyndi teg uppi. Eisini tá tú komst vest­ ur til okkum, vart tú so láturmildur, at títt góða lag, ávirkaði okkum onnur. Tú hevði lætt við at læra, tók student í Hoydølum og var eisini í Danmark í lestrar­ørindum. Tú visti so nógv at tosa um, fylgdi við í øllum sam­ felagsviðurskiftum og ikki at gloyma fótbólt og annan ítrótt. Vit sakna teg Jan, og hava ilt við at venja okkum við, at tú ert farin. Vit vænta, at tú aftur kemur inn gjøgnum dyrnar. Vit royna eftir besta føri­muni at vera um mammu tína og tosa ofta um teg. Eisini hava fleiri av okkum vitjað grøv tína. Hetta, at halda minnið um teg livandi, hjálpir bæði mammu tíni og okkum at koma ígjøgnum sorgina. Hvíl í friði, vinur okkara Jan Bogi Petersen. Búfólkini á Eiðisgarði í Vági Haldor var ímyndin av Havnini Haldor í handlinum Fastur fúsur øll árini Hesa vikuna gerst Tummas Thomassen, bókhaldari hjá Elding sjeyti ár. Tummas arbeiðir framvegis hvønn dag í Elding, og tað hevur hann gjørt øll tey stívliga 20 árini, síðan Elding handilin lat upp. Frammanundan hesum hevði Tummas starvast í heili 27 ár hjá Marstein við Áar­vegin, og var tað eisini har at stovnarin og eigarin av Elding Mads Andrias Winth­er komu at kennast. Tummas er stillførur mað­ ur, sum gongur høgt uppí tað hann hevur ábyrgd av. Hann dugir á sín serstaka hátt at fáa tingini søgd á rættan hátt, uttan at onnur taka sær ilt av tí. Hann er vinsælur og lættur at samstarva við, og hevur alt sítt vaksna lív arbeitt við bókhaldi. Fríggjadagin verður hild­in móttøka í Elding við Hoy­víksvegin fyri Tumm­ as klokkan 15 og út­eftir, og vóna tey at síggja mong, vinir, familju, kenn­ingar, viðskiftafólk og sam­starvs­ felagar í Elding henda dag til móttøkuna hjá Tummas Thomassen.