Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mortan Østerø Sambært uppskotinum til játtanar­karmar fyri 2016, verður avlop á før­oysku fíggjar­lógini fyri fyrstu ferð síðani 2007. Eftir met­ ingunum hjá Fíggjar­mála­ ráðnum, er raksturin vaksin nakað tey seinastu árini, men inntøkurnar fara eftir ætlan at vaksa so frægt, at avlopið verður 56 milli­ónir krónur komandi ár. Posi­ tivu fíggjarmetingarnar eru vorðnar partur av val­stríð­ num, men nú vísir Jonhard Eliasen, búskapar­frøð­ingur, á tað neyvan verð­ur so. Búskapargongdin fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár er longu verri enn í 2014. Í juni 2014 var úrslitið eitt hall á 216 milliónir krónur, meðan úrslitið fyri sama tíðarskeið í ár, er hall á 237 milliónir krónur – altso varð hallið 21 milliónir krónur størri fyrstu seks mánaðirnar í ár í mun til til 2014. Frá hesi gongdini, hevur Jonhard ilt við at síggja eitt avlop í eygsjón longu næsta ár. – Um úrslitið skal enda við javnvág ella yvirskoti, tá ið liðugt verður at bóka árið 2015 skal okkurt heilt óvanligt henda, sigur Jon­ hard Eliasen, og vísir til støðuga búskaparmynstrið fyri seinastu fýra árini, sum grundgeving. Átti at verið frægari Jonhard Eliasen hevur drúgv­ar royndir frá Lands­ bank­an­um, og starv­ast nú á Hag­stov­uni. Hann hevur gjølla fylgt lands­rokn­skap­ in­um síðani 1992, og enntá sjálvur latið inn uppgerðir til fíggjarmetingarstovnar sum Moody's. Sambært honum, átti búskapargongdin at ver­ ið frægari, um kreppu­árini í fyrru hálvu av 90unum verða nýtt sum fyridømi. Eins og nú, førdi tá íkomnað kreppan stórt arbeiðsloysi við sær, men eftir at ar­ beiðs­loysi legði seg, førdi tað somuleiðis stórt avlop við sær á fíggjarlógini. – Sama sær ikki út til at gera seg galdandi eftir kreppuna 2009-11. Hóast nøkur ár nú eru liðin, hóast arbeiðsloysi er lítið, hóast met­lágt rentustøði og hóast munandi viðrák innan út­ flutningsvinnuna og øðr­um vinnum við, er eitt av­lop ikki í eygsjón, sigur búskapar­ frøðingurin. – Tað er undrunarvert, at búskaparúrslitið ikki er betri, við lágum arbeiðsloysi og hákonjunkturi. Men hyggja vit at mynstrinum fyri seinnu árini, er framvegis ivasamt, at yvirskot verður at hóma komandi árini, sigur Jonhard Eliasen. Landsstýrismaðurin ov vísur Tá ið Jørgen Niclasen, fíggj­ armálaráðharri, legði fram fíggjarkarmarnar síðst í mars, segði hann búskapar­ ligu pílarnar peikað rættan veg. Tað undrar Jonhard, at fíggjarmálaráðharrin kann vera somikið vísur í bú­ skaparligum viðrákið, tá ið mynstri als ikki talar fyri einum avlopi næstu tíðina. – Tað dugi eg als ikki at síggja fyri mær. Fíggjar­ mála­ráðharrin kann ikki stað­festa nakað fyri 2016 – serliga ikki, tá ið hann hevur fleiri stórar útreiðslur í framtíðini við tunlum og Marknagilsdeplinum. Í øllum førum um Gjaldstovan – sum hon eftir altjóða leiðreglum átti at gjørt – ger upp úrslit landskassans íroknað tunn­ ils­íløgurnar, sum standa fyri framman, sigur búskapar­ frøðingurin. Verða tunnilsíløgurnar tiknar við, er Jonhard vís­ur í, at tað aftur í 2016 verður stórt hall á lands­kassa­rokn­ skapinum. – Kanska fíggjarmálaráð­ harrin hevur innlit í okkurt heilt serstakt, sum kann broyta búskapin, men um eg haldi meg til tey hørðu tølini og mynstri, eru als eing­in útlit fyri avlopi, sigur Jonhard Eliasen. Í valstríðnum verður ført fram, at avlop verður á fíggjarlógini komandi ár, men nú sigur búskaparfrøðingur av Hagstovuni, at soleiðis verður neyvan ALS IKKI AVLOP Í 2016 Hóast kalendaraári gongur upp í 12, gongur grafurin upp í 16, tí Gjaldstovan bókar ikki fíggjarárið fyrr enn nakrar mánaðar inn í ári eftir (vanliga í mars/apríl). Jonhard Eliasen Mynd: Álvur Haraldsen