Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 16 Sosialurin Regin Eikhólm Eftir er bert at finna ein hóskandi føroyskan nomen­ klatur á økinum Í gomlum døg­ um vóru tey hetro­ sexuellu tey normalu, og tey sum ikki vóru tað máttu halda lágan profil. Sæð við tátíðar eygum var hetta vælskiljandi, tí sum mest mátti koma undan – bæði hjá fólki og fæ. Seinni broyttist hetta, betri tíðir við meira fjøltáttaðum ar­ beiðsmarkna, so fólk kundu flyta frá bygd til bý, har tann frílynta eksistensialisman so smátt hevði fingið fótafestið, ið gjørdi tað møguligt hjá tí einstaka við egnum vilja og ábyrgd at realisera seg sjálvan í verki. Henda fatanarbroyting í til­ veru­stevnuni viðførdi eitt moralskt skisma í tí føroyska sam­ felagnum, ið eftirfylgjandi gav mongum moralskt høvðubrýggj. Tað góða gamla sentraltstýrda frá í erva av, sum flestu føroyingar eru uppaldir við, hevði nú fingið moralska kapping frá tí meira frí­ lyntu eksistensialismuni, ið gjørdi upp við ella í besta fall flutti tað siðbunda átrúnarliga molar­ kodeksið. Hvør eigur lívsins rætt? Man kann siga, at báðir partar høvdu/hava rætt, men út frá ymiskum premissum, men hvussu koma vit víðari. Hans A. Djurhuus (1883-1951) yrkir so tankavekjandi um ymisleikar í: “Tey standa og vagg”, um Dáan (ókrút) sum dittaði sær at vaksa upp millum hini Øksini (nyttuplanta). 1 Tey standa og vagga og tráa á akrinum standandi øks og deila hin bjartoygda dáa, ið upp millum teirra vóks: 2 “Vit áttu at plága og pínt teg og altíð at stungið tær skør, vit áttu at køvt teg og týnt teg, tú stendur á okkara jørð. 3 Og alla tøðuna ást tú – og royndi at gera mein. Og altíð so prangandi stóðst tú -tú voldi, at at vit eru sein.” 4 Men dáin stendur í iva, og hann hevur ymsan lit: “Eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit.” 5 Tá verða tey øks at tagna, tí tað segði dáin satt: hvønn vøkstur Gud hevur fagnað, og hvør eigur lívsins rætt. Yrkingin er helst ein áminning til okkum um, at fyri skaparinum eru vit javtstillaði og við ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Kærleikin hevur mong andlit Taka vit til eftirtektar, at homo­ sexualitetur er reellur, t.v.s. at hann er ein immanentur ella ein íbúgvandi eginleiki hjá tí samkynta, so hava tey samkyntu eisini uppiborið virðing fyri tí tey standa fyri , og at tey eisini fáa ein sjálvstøðugan nomenklatur fyri teirra lív og eksistens. Annars hevur homo­sexuali­tet­ur sum so onki við “kynið” at gera. “Kyn­ ið” er eitt somatiskt fyri­brygdi og verð­ur avgjørt millum beinini, meðan tann sexuella orienteringin er eitt psyk­iskt fyribrygdi við støði millum oyrini. Kærleikin harafturímóti verð­ ur ofta settur í samband við hjarta – so einfalt er tað? Hjúnalag og parlag Á føroyskum merkir hjúnalag, hjúnaband ella gifta: “løgfest sam­ band millum mann og kvinnu”. Tað er tí ikki í tráð við føroyskan hugsunarhátt og málburð, tá KVF ferð eftir ferð tosar um hjúnaband og giftu í sambandi við samkynt. Heldur átti at verði funnið fram til ein hóskandi nomenklatur fyri tey samkyntu, eitt nú parlag ella líknandi hugtak, so vit sluppu undan at provokera hjúnabandið millum mann og kvinnu, sum fyri mongum føroyingi er gudagivið og heilagt. Vit hava fimm brúðarvísur, sum allar eintýðugt vísa til hjúna­bandið millum mann og kvinnu og avkom. Tann elsta er útvið 400 ára gomul. Skal tað fram­vegis geva nakra meining at kvøða eina av teimum verandi brúðarvísunum, so skal “hjúna­bandið” framhaldandi vera í hetrosexuellum regi – altso mill­um mann og kvinnu. Tey homosexuellu kunnu saktans fáa teirra egnu vísu til teirra parlag, um tey ynskja tað. Málslig antireaktión Fleiri av antireaktiónunum í Før­ oyum ímóti samkyntum eru mest av málsligum slag. Eitt nú tá man í miðlunum – serliga í KVF - lýsir tey homosexuellu við at fara inn á økið hjá teimum hetrosexuellu og (miss)brúka teirra hugtøk so sum hjúnaband og gifta. Man kann gott kalla ein hest fyri eina kúgv, men tað er ópraktiskt, segði gamli Aristoteles. Ella sum Piet Hein sigur tað: “Den som låner vid og sjæl fra anden, forskriver sig til fanden, thi den der ikke er sig selv, er heller ingen anden”. Hugtøk sum í øldir eintýðugt hava verið brúkt í hetrosexuellum samanhangi, og sum hava ein átrúnaligan aura yvir sær, eigur man at virða og ikki missbrúka ella blanda saman. Sjálvt nú í valstríðnum merkist hetta, so lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka og finna fram til ein hóskandi nomenklatur, sum vit øll kunnu liva við! P.P. Ein gongd leið kundi verið at útskriva ein kapping um evnið og harvið eisini ríka móðurmálið? 22.08.2015 Homosexualiteturin er komin fyri at verða – eisini í Føroyum Sólborg Dulavík Hesi orð renna mær í huga, tá ið eg læs greinina hjá Jógvan á Lakjuni, løg­tings­ formanni, í Norð­ lýsinum. Hann byrjaði við at siga, hvussu leingi hann hevur verið í løg­ tinginum, og hvussu væl teir hava arbeitt, og at viðurskifti okkara við Danmark, og tað hevur borið til at samstarva við allar flokkar, uttan at gera seg inn á okkara kristna mentanararv og tey grundleggjandi virðini, sum samfelag okkara altíð hevur bygt á. Eg eri kanska so nógv eldri enn tú, men rembingar hava sanniliga verið fyrr og upp gjøgnum tíðirnar. Fara vit aftur til tá ið tín sam­ koma var stovnað í Føroyum, so vóru tað eingilsmenn, sum komu við nýggjum kristnum boðskapi, har aldargamla kirkja okkara hevði sínar røtur. Men tað var ikki gott nokk, teir vildu ikki ein gong inn í kirkjuna. Og tað vóru ikki vøkur orð, sum abbi tín slongdi eftir teimum, sum fóru í kirkju. Tað vóru fleiri dømir um teirra máta at gera seg inn á kirkjuna. Tey sum nú vóru í brøðrasam­ kom­uni vóru ikki longur vígd í kirkj­um, børn teirra vóru ikki kon­ firmerað, børnini ikki borin til dóp­ in. So kom ikki og sig, at tað altíð hevur gingið so væl. Eg eri vaksin upp saman við 9 systkj­um. Mamma og pápi vóru bæði trúgvandi, og tey hoyrdu til kirkjuna og heimamissiónina. Ongantíð hoyrdu vit tey ilskast inn á tað nýggja, sum var komið, og noktaðu okkum ongnatíð at fara á útimøti, og sáaðu sostatt ikki ilt mótvegis tí nýggja. Vit høvdu eitt trygt og gott heim. Eg kenni nógv fólk innan fyri fleiri samkomur, eisini brøðra­sam­ komuna. Men eg var rættiliga skelkað, tá ið eg síggi, hvussu tú útleggur tað, sum skal ganga fyri seg, um LGBT skulu fáa teirra rættindi. Og sáar tú hetta í tíni børn, so vil eg pástanda, at tað er ikki til tað góða fyri tey. Eg orki ikki at greina tað sundur, tí tað er so óhugnaligt og ljótt, sum tú kastar eftir teimum, sum hava verið forfjónað í øldir. Men tú nertir ikki við aðrar broyt­ingar. Til dømis hjúnabandskilnaður, sum ikki er ókendur hjá teimum flestu familjum. Og tey sum liva saman uttan at vera gift, hvat við teimum? Og Gud hevur kortini vælsignað tey við at geva teimum fleiri børn! Tá ið tú ert so vælbjargaður, hví langar tú bara eftir nøkrum fáum? Ert tú bangin fyri at missa stemm­ur? Tá nú LGBT hevur fingið nøkur rætt­indi, so er ikki mark fyri, hvat tú og tey, ið halda við tær, kasta eftir teimum, og siga allar ræðu­ leikar, sum fara at henda, og at sam­felagið verður brotið niður. Sann­leikin er tann, at fyrr var ikki livandi hjá teimum samkyndu, og eg veit, at fleiri vóru illa happað, ja so illa, at tey vórðu noydd at rýma av landinum. Og eg dugi ikki at síggja annað enn, at tú traðkar á tey. Er tað krist­ in kærleiki til næstan? Tað er skylda okkara, tí tað stendur í bíblinuni: Døm ikki, fyri at tú sjálvur skalt vera dømdur. Hvat tey gera innanveggja rakar hvørki teg ella meg. Eitt er púra vist, um øll vóru avdúkað í mun til, hvat gongur ella gekk fyri seg, tá hevði tað nokk ikki verið verri hjá teimum enn hjá øllum okkum. Og tá ið tú ert liðugur við LGBT, leggur tú eftir øðrum politiskum flokkum. Eg vóni at ein og hvør setir sín kross eftir síni egnu sann­ føring og ikki lurtar eftir Jógvan á Lakjuni. Eg seti tær hendan spuring: Vilt tú siga, at Gud ikki hevur skapt tey samkyndu við teimum egin­leikum, sum tey hava? Ella at tey ikki eru unik, tað sama sum tú og eg? Tú remsar alt upp, sum hesi skulu oyðileggja. Hvat hugsar tú fyri tær? Aftur kunnu vit lesa í Halgubólk, Døm ikki fyri at tú sjálvur ikki skalt verða dømdur. Ella annað sum er líka so álvar­ samt: »Alt tað sum tit gera ímóti mínum minstu, tað gera tit ímóti mær«. Tann sum er reinur kastið tann fyrsta steinin Enn ein áminning til politikararnar Bjarni Hansen blikksmiður, Runavík Eg skrivaði fríggja­ dag­in tann 12. juni nøkur orð í Sosiali numm­ar 66 um eina lóg um bjálv­ ingar­stuðul. Hugsaði, at kanska onkur annar mintist hesa lógina, men eingin hevur reagerað - ikki eingang landsfelagið hjá okkum pensionistum. Tað hevði ikki koppað nakrari fíggjarlóg, um okkara politikarar hugsaðu meira um teir trupulleikar, fólk hava at dragast við. Og teir kundu bara fingið sett hesa lógina í kraft aftur, so hevði tað munað væl. Um tað kundi hjálpt teimum, sum hava brúk fyri hjálp, hevði tað verið til stóra nyttu. At hjálpa teimum, sum klára seg, er ikki brúk fyri, so nú haldi eg, at politikararnir skulu hyggja at, hvar hjálp veruliga er fyri neyðini. Haldi eisini, at annað kundi verið gjørt fyri at hjálpt teimum pensionistum, sum eru stakir, tí teir eru ofta nógv verri fyri enn teir giftu, tí útreiðslurnar eru tær somu, men inntøkurnar ikki.