týsdagur 25. august 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jørð á Skála til sølu
2 gyllin Innan Gjógv á Skála til
sølu, um hóskandi boð fæst.
Nærri upplýsingar
á telefon 267654.
Vit gravera
nýggj nøvn
og væla um
skriftina
á gomlum
gravsteinum.
Danstein
www.danstein.fo
Runavík
Gerðisvegur 17
Tórshavn
Marknagilsvegur 86
Tel 21 75 12
Gravsteinar og blómubeð
• Prísir við litum verða eisini
sendir um alt landið
• Skjót avgreiðsla
• Bílegg í góðari tíð. Um ynsk-
ist og møguleikar eru fyri tí,
verður steinurin uppsettur.
k re a
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
• Gravsteinar
(Framsýning við Marknagilsvegin 86)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Pensjónistafelagið Hugni í Klaksvík
Byrja verður aftur 1. September kl. 15.00,
í K.F.U.M&K.
Gleða okkum at síggja tykkum.
Nevndin
Ársveitslan
2015 Landsfelag
Pensjónista
Ársveitslan í ár verður hildin
leygarkvøldið hin 19. september
2015. Veitslan verður hildin í
“Dansifrøi” í Gundadali í Havn kl.
17.30 til uml. 02.00 ella so longi
orka og hugur er til tess.
Tey, ið ætla at luttaka á ársveitsluni, verða
biðin at gjalda 375 kr. á konto í Eik Banka.
Seinasta freist at gjalda fyri veitsluna á
konto-nr. 9181-363.778-8 í Eik Banka er
fríggjadagin hin 11. september 2015.
Kvittanin fyri inngjaldið uppá kr. 375 skal
vísast fram sum atgonguseðil, tá komið
verður á veitslu.
Veitsluskrá:
Koma kl. 17.30. Lutaseðlar verða seldir.
Farið verður til borðs kl. 18.15.
Forrættur: laksarættur surprise, surprise.
Høvuðsrættur: lambskjøt og brún
sós, hvít- og brúnkað epli, reyttkál og
heimagjørt agurkusalat.
Omaná: Heimagjørd lagkøka við kaffi ella
te.
Seinni á kvøldi: heimabakað gularótakøka
við kaffi og te.
Arne Thorsteinsson, formaður fyri
Landsfelag Pensjónista, bjóðar vælkomin.
Tórur Mikkelsen, útvarpsmaður skipar fyri
borðhaldinum.
Undir borðhaldinum verður sungið.
Andrass Danielsen og Jónfinn Árnafjall
spæla undir við sangi, tangentum og
guitari.
Lutaseðlar við nógvum góðum lutum
verða trektir, áðrenn borðhaldið er liðugt.
Aftaná borðhaldið spæla Andrass og
Jónfinn til enskan dans. Eisini verður
føroyskur dansur, har umboð fyri
dansifelag skipa fyri.
Seinni verður sjálvtøkuborð við kaffi, te og
heimabakaðari gularótakøku. Eisini verða
drykkivørur at fáa til keyps.
Ársveitslan 2015 hjá Landsfelag
Pensjónista verður lýst í bløðunum og á
heimasíðu felagsins www.ELDRI.fo
Nevndin
Politiið í Føroyum
sóknast eftir einum
KT-supportara
Eitt starv sum KT-supportari er leyst at søkja
til setan 1. november 2015. Arbeiðstíðin
er 37 tímar um vikuna. Starvsstaðið er í
høvuðsheitum á politistøðini Yviri við Strond 17
í Tórshavn, men til tíðir eru uppgávur at loysa á
hinum politistøðunum runt landið.
Sum KT-supportari verður tú partur av einum
toymi við dugnaligum starvsfeløgum, sum
veitir fjøllbroyttar supportuppgávur innanhýsis
hjá politinum.
Høvuðsuppgávurnar hjá KT-supportaranum
verða:
• at hava ta dagligu umsjónina við teldum og
telefonum
• at seta teldur, printarar og netverk upp
• at veita starvsfólkunum brúkaravegleiðing,
bæði viðv. teldum og øðrum tólum, ið verða
brúkt til politiarbeiðið
• at installera og implementera hardware og
software, millum annað MS Windows og MS
Office
• at viðlíkahalda ymiskar skráir, rætta
skrásetingar v.m.
Vit vænta:
• at tú hevur viðkomandi útbúgving
• at tú hevur skjalprógvaðar royndir innan KT-
tænastuveiting kann verða ein fyrimunur
• at tú ert fyrikomandi og framfýsin
• at tú hevur áræði at seta teg í nýggja tøkni
• at tú dugir at samskifta skrivliga og munnliga
bæði á føroyskum og donskum
• at tú ert røkin og hevur góð samstarvsevni.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum
danska finansministeriet og HK.
Ein treyt fyri at fáa starvið er, at umsøkjarin
kann trygdargóðkennast.
Meiri kunning um starvið fæst við at ringja til
Politistøðina í Tórshavn, á telefonnr. 351448, og
spyrja eftir Katrin Poulsen, HR-partnara.
Umsóknarfreistin er mikudagin tann 16.
september 2015.
Umsókn við CV, prógvum og evt. viðmælum
skal sendast sum t-postur til Føroya Landfúta á
FO-personalekontor@politi.dk
John Kølbæk
Fúti
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.