Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 StarvSlýSing Avloysarastarv til alieftirlit Matvørudeildin søkir eftir avloysara til alieftirliti á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeiðsuppgávurnar Starvið fevnir serliga um økini: • Heilsuyvirvøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við fiskaaling • Málsviðgerð í sambandi við flutning av fiski og útgerð Tað verður væntað, at tú kanst arbeiða nógv úti í feltinum. Krøv til útbúgving og førleikar Tú skalt hava: • Djóralæknaútbúgving • Fiskaheilsukandidatútbúgving • Aðra viðkomandi akademiska útbúging á BA ella kandidat stigi • Viðkomandi tekniska útbúgving ella laborantútbúgving Fyrimunur er, um umsøkjari hevur royndir innan fiskasjúkur. Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting. Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum og sum: • megnar at vísa og fasthalda yvirlit í dagliga eftirlitsarbeiðinum og tá á leikar • sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing • kann arbeiða sjálvstøðugt • hevur góð samstarvsevni • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á einum norður­ lendskum máli • hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir • hevur koyrikort til bil Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt um fiska­ sjúkuøkið. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Setanartreytir Starvið er tíðaravmarkað til 1. september 2016, full tíð og verður sett skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og við komandi yrkisfelag. Sí annars heimasíðuna hjá Lønar­ deildini í Fíggjarmála ráðnum: www.lnd.fo. Umsókn Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast Heilsu frøðiligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 2. hædd, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 14. september 2015. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Lailu Jacobsen, deildarleiðara, tel. 556419. Matvørudeildin umsitur matvørulógina og djórasjúkulógina. Høvuðs­ uppgávurnar eru eftirlit við alivinnuni og matvøruvirkjum. Á deildini eru í løtuni 15 starvsfólk. Leygardagin tann 29. august 2015 kl. 11.00 verður skipa fyri marknaðardagi fyri missións- og ungdómshúsið á Glyvrum. Marknaðardagur verður í skótahúsinum í Runavík. Marknaðardagurin er fyri alla familjuna og er nógv á skránni henda dagin m.a. • Kafé við m.a. breyð við føroyskum viðskera o.a. • Eydnuhjól við góðum lutum • Tombola • Fiskibrunnur • Lutaseðlasøla • Matsøla – kjálkar o.a. • Motorsúkklukoyring • Ponyríðing • Svampakast Skótahúsið liggur í sera hugnaligum umhvørvi og nær við Toftavatn, so tað er góður møguleiki at nýta tað vøkru náttúruna og ganga eftir gøtuni fram við vatninum og fram við Løkin. Vit gleða okkum at síggja nógv fólk aftur í ár og takka fyri allan stuðul. Vinarlig heilsa Stýrið Marknaðardagur