Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit takka tykkum øllum so hjartaliga, sum gjørdu gullbrúdleypsdagin hjá okkum 10. juli so hugnaligan og ógloymandi. Takk fyri gávur, heilsanir og fyri talur og sangir. Ein serstøk tøkk til tykkum mongu, ið komu langvegis frá at halda gullbrúdleypsdagin saman við okkum. Tøkk øll somul Kærar heilsanir Maria og Øssur Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Metha Hensa Johanne Klein f. 20.09.1924 – d. 16.07.2015 andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum øll, sum á ein hvønn hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur til Sambýlið. Ein stór tøkk til starvsfólkið á Sambýlinum fyri góða umsorgan fyri mammu okkara. Familjunnar vegna Gertrúð, Poul Karsten og Tordis Tøkk Vit takka tykkum øllum so hjartaliga, sum gjørdu brúdleypsdagin hjá okkum 11. juli so hugnaligan og ógloymandi. Stóra takk fyri alla góða hjálp, fyri gávur og heilsanir, fyri talur, tónleik og sangir. Kærar heilsanir Hanna og Eirik Nielsen Tøkk Eina hjartans tøkk veiti eg tykkum øllum, sum gjørdu mær 95 ára føðingardagin so stak hugnaligan. Tað gleddi meg, at so nógv fólk komu at heilsa uppá meg henda stóra dag. Takk fyri gávur, blómur og heilsanir. Kærar heilsanir Elisabeth Olsen oman Mattalág 5 Tøkk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, ið mintust meg á 80 ára degi mínum tann 21. juli. Takk fyri gávur, blómur og uppringingar. Takk til tykkum, sum hildu dagin saman við mær og vóru við til at gera dagin so minnisríkan fyri meg. Kærar heilsanir Gudmund Larsen Vágur Í sambandi við at Tummas Thomassen, bókhaldari hjá P/f Elding, hevur 20 ára starvsdag, verður boðið til almenna móttøku í handilshølunum hjá Elding, Hoyvíksvegur 65, Tórshavn fríggjadagin 28. august 2015 frá klokkan 15:00 - 17:00. Tað hevði glett okkum at sæð viðskiftafólk, samstarvsfelagar, starvsfólk og familju í Elding at hátíðarhalda henda merkisdagin hjá Tummas Thomassen Elding • Hoyvíksvegur 65 • Tel 359000 maw@elding.fo • www.elding.fo Móttøka Tummas Thomassen 20 ára starvsdag eblaðið sos.fo