hósdagur 27. august 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015
SOSIALURIN 98
23
Napoleon á Neystabø varð føddur
í Haldórsvík tann 22. august 1925.
Pápin var Kristian Johansen, van
liga nevndur Kristian á Neystabø,
og mamman Andrea Andreassen úr
Pálsstovu.
Nú Poli fyllir níti vil eg fegin bera
honum eina føðingardagsheilsan.
Poli er tann fimti av ellivu systkj
um – Kalla sála, Mikka sála, Pidda
sála, Johannes Álvheygg, og so kom
Poli, eftir hann Henning, Hansa,
Vilhelmina, Óluva, Mia og Pouliver.
Ein fantastiskur systkinahópur.
Altíð glað, væl nøgd, hittinorðað og
hjálpsom.
Fjúrtan ára gamal fór Poli til skips
við sluppini »Normanner« á silda
fiskarí til Íslands. Pápabeiggin Hans
Jacop var maskinmeistari, so hann
var í tryggum hondum. Túrarnir
vardu 2 til 3 mánaðir, so hóast lætt
sintur, lærdi Poli tíðliga, at einki kem
ur av sær sjálvum. Í 1940 brast kríggið
á, meðan teir vóru í Íslandi.
Tað var ikki lætt at fáa arbeiði í
Føroyum alt árið, og sum so mangir,
leitaði Poli sær til Íslands at arbeiða
undir krígnum. Teir fóru yvir um
várið við »Dronningini«, og komu
aftur til Føroyar á heysti.
Poli fekk saman við pápa sínum
Kristjani á Neystabø gott eyga á
einum deksbáti á Akranesi í Íslandi.
Tað var báturin »Høfringur«, sum teir
báðir feðgarnir gjørdu av at keypa í
1947. Hetta var ein stór avgerð. Men
tað gjørdist eitt feigdarkeyp.
Feigdarferð
Ferðin heim til Føroyar við nýkeypta
bátinum gekst væl, og komnir í
Eiðisflógva fóru teir at rigga bátin til,
so hann kundi vera snotiligur at vísa
fram fyri familju og bygdarfólki. Tá ið
pápin var liðugur, fór hann at hyggja,
hvussu nær, teir vóru komnir. Tað var
eitt sindur gjálvut, og báturin fekk
ein sjógv, sum varð so mikið krappur,
at hann fór fyri borð.
Umborð royndu teir at bera skjótt
at, og at venda bátinum. Striltið gekst
at koma nóg nær. Og í skundi varð
lína gjørd á Pola, so at hann kundu
leypa í havið eftir pápa sínum. Og
hann leyp. Men ov seint var. Poli
fekk akkurát fatur á pápa sínum,
áðrenn hann sakk. Teir fingu hann
innanborða aftur. Men hóast teir
gjørdu alt, sum stóð í teirra makt
at fáa lív aftur í pápan, so eydnaðist
tað ikki. Pápi Pola varð sligin út og
druknaður.
Tað var ein tungur túrur fyrst til
Eiðis og síðani til Víkar við deyða páp
anum á dekkinum.
Í Vík var øll bygdin á kaiini saman
við einkjuni Andreu og teimum 10
systkinunum hjá Pola. Tann yngsti
var einans trý ár. Poli bar pápa sín í
land. Tað varð stór sorg í tí lítla hús
inum, har tað annars altíð var sangur
og látur, sum eyðkendi bæði gerandis
dagin, og systkinini øll. Hjá einkju við
so nógvum børnum var tað ikki so
lætt at fáa endarnar at røkka. Luturin
hjá Pola lá heldur ikki eftir, í royndini
at fáa tað at bera til.
Sum vera man varð »Høfringur«
skjótt seldur. Undir navninum
»Barskor« var hann útróðrarbátur í
Klaksvík í mong ár, og seinni strand
faraskip í Norðuroyggjum.
Poli giftist Katrinu Grástein úr
Vík. Og tey fingu tvey børn Kristj
an og Maritu. Í 1954 byrjaði hansara
drúgva starvstíð í Føroyingahavnini.
Hvørt vár varð farið av landinum, og
um heystið komu teir heim aftur.
Poli førdi stóra kranan í Føroyinga
havnini. Og tað kemur fyri, at Poli
rættiliga fer at greiða frá lívinum í
Føroyingahavnini. Tað var eitt hart
og kontant lív. Men tað vóru eisini
skemtiligar løtur, hóast tað fyri tað
mesta var hart arbeiði og lítil svøvn
ur.
Fram til 1957 búðu Poli og Katrina
í Vík, tá ið tey fluttu til Havnar. Tey
fyrstu árini í Havn búðu tey á Hoy
víksvegnum, men seinni keyptu tey
hús í Lucas Debesargøtu.
Um vetrarnar arbeiddi Poli
hjá Peturi í Gong. Hann boraði og
sprongdi, t.d. á Peter Head og í Eystur
býnum. Og tá ið Poli gavst í Før
oyingahavnini, fór hann at arbeiða
sum jarnbindari hjá Phil og Søn, tá
ið teir bygdu molan. Tað tók umleið
tvey ár at byggja molan.
Í 1974 fór Poli at arbeiða sum ar
beiðsmaður á Telefonverkinum. Og
her arbeiddi hann í 18 ár, til hann í
1992 varð pensioneraður 67 ára gamal.
Tá var aftur kreppa í Føroyum, og
eingin yvir 67 ár slapp at vera longur
á arbeiðsmarknaðinum, sjálvt um
Poli væl kundi hugsað sær at arbeitt
í fleiri ár afturat.
Tað eru helst mong sum minnast
hann við keppinum á skrá, grava
káplar og veitir fyri støðina, sum
hann altíð kallar telefonverkið.
Í 1971 hitti eg fyri fyrstu ferð Pola,
verfaðir, og Katrinu vermóðir. Og
bleiv tað til eitt lívlangt vinalag. Tey
hava havt ómetaligan týdning fyri
okkum og fyri okkara børn. Og tey
hava altíð verið har fyri tey og fyri
okkum. Ikki meira enn hálvtalað orð,
so er uppgávan avgreidd, skjótari enn
vit onnur fáa í lag.
Katrina starvaðist sum seymikona
á Barnaheiminum í mong ár, har hon
eisini virkaði sum hollur stuðul hjá
mongum børnum og ungum. Hon
andaðist í 2006 eftir drúgva sjúkra
legu. Og tað neit fast hjá Pola, og
hevur saknurin verið stórur.
Tað er rørandi at eygleiða, hvussu
góður Poli er við síni fimm abbabørn
og sjey langabbabørn. Og hvussu væl
hann fylgir við í lívinum hjá okkum
øllum, sum hann varðar av.
Poli er frískur og heldur hús sjálv
ur. Hóast níti, so eru tað enn knotur
í honum, og tað kemur meira enn so
fyri, at hann fer eftir spaka og kráku
nevi.
Nú fækkast í mannaskara av
teimum, sum fóru til skips 13-14 ára
gamlir, og sum arbeiddu hart krops
ligt arbeiði alt lívið.
Teir fluttu førningin langt fram
á leið – ein teirra er Napoleon á
Neystabø.
Hjartaliga tillukku á tínum níti ára
føðingardegi.
Helena
Napoleon á Neystabø níti
70 ára føðingardagur
4. sept. fyllir Jannvá Hansen, Hal
dórsvík, 70 ár. Dagurin verður
hildin í Avhaldshúsinum leygar
dagin 5. sept. frá kl 18. Øll eru
hjartaliga vælkomin. Tey, ið ynskja
at halda dagin saman við okkum,
kunnu siga frá hjá Winnie tlf
222583 ella Lindu tlf 222877 innan
1. sept.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 13. september fyllir
Signy Axelsdóttur 80 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin 12.
september í húsunum hjá Vágs
Matmøðrafelag, Toftavegur 67,
frá kl. 14. Øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
Leygardagin
5.
sept,
verður Magda Poulsen,
Porkeri 80 ár. Dagurin
verður hildin heima frá
kl 10.00 til 14.00 Øll eru
hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
Tað er við gleði, at eg bjóði familju, vinum og kenningum í mín 70 ára
føðingardag. Dagurin verður hildin í Dansifrøi leygardagin 5 septembur
frá kl 17. Øll eru hjartaliga vælkomin
Ian Rasmussen
90 ára føðingardagur
Týsdagin 1. sept. fyllir Poul Daniel
sen, snikkari, Tórshavn, 90 ár. Tey,
sum vilja heilsa uppá Poul, eru
vælkomin á Skúlaheimið í Markna
gili leygardagin 5. sept. millum kl.
14.00 og 17.00
60 ára føðingardagur
Leygardagin
5.
septembur
haldi eg 60 ára føðingardag í
Bygdarhúsinum í Leirvík. Tað
hevði glett meg at sæð ætt, vinir
og kenningar frá kl 19:30.
Vinarliga
Símun Jóhan Samuelsen