Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 25 Týsdagin 1. september www.j.fo Sleppið bragdarhuginum leysum “Eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða” Soleiðis yrkir Mikkjal á Ryggi í Brestis kvæði. Hetta er grundarlagið undir einum frælsum búskapi: Ein og hvør skal sleppa at royna síni evni og skapa virði til sín sjálvs og felagsskapin. Men soleiðis er ikki í okkara fiskivinnu í dag. Landsstýrismaðurin ger av, hvør sleppur, og hvør ikki sleppur. Strámenn, sum umboða útlendingar, fáa í fleiri førum fiskiloyvi útlutað politiskt, meðan ungir føroyingar mugu hyggja at. Borgarliga samgongan forðar bragdar­ huginum hjá fólki kring landið. Javnaðarflokkurin vil hava eina liberala vinnu, har øll, sum hava hugskot, dirvi og hegni kunnu royna seg. Treytirnar verða millum annað, at skipini eru skrásett í Føroyum, og at manningin verður lønt sambært føroyskum sáttmála. Verandi reiðarar, fiskimenn og virki hava einki at óttast. Uttan tað, at fleiri føroyingar fáa møguleikan.