hósdagur 27. august 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
32
Hersetingin ímyndað sum liminalt
vektloysi, har fortíð og framtíð upp
loysast, og vit ferðast aftur og fram
í tíð.
Spælt verður frá byrjan við hug
takið »myrkalegging«, ið sum kunnugt
var altumráðandi í krígsárunum, og
salurin er tískil myrkalagdur ein
fittan part av leiktíðini. Ljósspælið
sleppur til sín rætt, og í hesum skapta
skuggarúmi kunnu søgurnar veruliga
spenna seg út.
Tað er dámligt, at kompaníið
torir at fara so einfalt til verka sum
í hesum føri, við m.a. at lata stað
setingina – Sjónleikarhúsið – tala
fyri seg. Leikurin fær líkasum ein
impressionistiskan dám av hesum,
og sum áskoðari fært tú møgu
leikan at tulka og fabulera víðari
yvir upplivingarnar. Eitt nú verður
áðurnevnda presending nýtt bæði
sum filmslørift til gamlar s/h films
stubbar, og sum lørift fyri skuggaleiki,
har skuggamyndir av søguligum
persónum vera vaktar til lívs. Hetta
er sterkt og súmbolskt. »Life is but a
walking shadow«, sum Shakespeare
á sinni lat Macbeth taka til. Øll hesi
fólkini, ið livdu fyri 70 árum síðani,
vóru akkurát líka livandi sum eg
og tú. Hendingarnar vóru júst líka
aktuellar sum alt tað, ið vit í dag halda
vera av ovurhonds stórum týdningi
og mala í kring um. Nú er alt farið,
ið tey fingust við tá, og eftir eru bert
minnir, filmsstubbar og frásagnir í
onkrari bók. Ein dag vera vit eisini
frásagnir. Ella kanska bara gloymd.
Løgið at hugsa sær.
Treytaleys tilgongd
Die Ferösche Compagnie er ein tvør
listarligur felagsskapur, og Operation
Valentine fevnir um bæði sjón
leik, tónleik, dans, ljóðsniðgeving,
ljóssniðgeving, grafikk, videolist,
installatiónslist o.a. Í tilgongdini
handan leikverkið hava limirnir
funnið fram ein hóp av tilfari umvegis
samrøður, upptøkur, bøkur og søgur
frá fólki, ið upplivdu krígsárini 1940-
45. Sum áskoðari kennir tú eisini á
tær, at eitt serstakliga ríkt kelduvað
býr aftanfyri. Tað er helst ógjørligt
at fáa alt við í leikin, og frásøgnin
er heldur ikki kronologisk. Havandi
hesi viðurskifti í huga, umframt
at leikverkið altso er gjøgnumført
tvørlistarligt, er tað av sonnum hug
takandi hvussu elegant og einfalt
endaliga úrslitið er vorðið. Hetta eigur
DFC toymið og ikki minst íslendski
leikstjórin Egill Heiðar Anton Pálsson
rós uppiborið fyri.
Ongin ivi er um, at bretska her
setingin hevði kollveltandi ávirkan
á politiska landslagið í Føroyum, og
aftaná kríggið var ógjørligt at venda
aftur til gomlu støðuna. Kærleiki, út
longsul, loysingarhugur, sjálvfatan;
alt var endavent í krígsárunum, tá
20. øld kom brakandi inn í føroysku
tilvitskuna. Hesi viðurskifti eru eisini
treytaleyst endurspeglaði í leikinum
á meir enn ein hátt, og eg kann siga
so frægt sum at bæði fólkaatkvøða
og atkvøðuuppteljing eru avgreiddar
áðrenn leiklok.
Loysingarvongurin fekk sum
kunnugt meiriluta á fólkaatkvøðuni
í ’46, og eina løtu vóru Føroyar sjálv
støðugar. Hetta endurspeglar leikurin
fagurliga og sorgblítt. Einaferð ljómar
ein tamba og tíðartoygd útgáva av
»Tú alfagra land mítt«. Tað er sum um
ein riva opar seg inn í ein alternativan
veruleika, ið bert slapp at ljóma og
skyggja eina stund, og síðani hvarv
aftur sum døgg fyri sól. Skuggar og
hvørvisjónir, sannleiki og lygn, tað
farna og tað komandi, tað mista og
tað vónaða. Alt er í samspæli meðan
leikur ferst.
Loynikrókar í fólkasálini
Talan er sostatt um ein hendingar- og
faktaríkan leik, men ikki meir enn at
tað bilar. Kenslan eg siti eftir við, er í
øllum førum tann, at eg kundi hugsað
mær at sæð leikin umaftur, og slopp
ið at upplivað allar smálutirnar aftur.
Hví? Tí fyri at skilja nútíðina og geva
onkur líkinda boð uppá framtíðina,
er tað alneyðugt at kenna fortíðina.
Søguloysi er beina leiðin til meinings
loysi. Hetta er gamaní eitt leikverk,
men eitt poeng við tí er, at allar
søgurnar, ið sagdar vera, hava doku
mentariskan uppruna. Ongantíð
betri enn tá fortíðin verður pallsett
á so hugfangandi hátt sum her.
Álvarsligir og gátuførir táttir taka
seg eisini upp í Operation Valentine.
Tá nøvn á bátum, ið gingu burtur
undir krígnum, vera lisin upp, er tað
ein døpur og álvarsom løta. Tað leiðir
tankarnar yvir á andlát í útvarpinum,
og kensluna av, at kollektiva
tilvitskan fær ein eksistentiellan
frammaná. Lívið verður sett í relieff,
tá deyðin talar.
Í onkrum senum leita vit okkum
niður í dulvitskuna; í myrkaru
loynikrókarnar í fólkasálini. Ótti,
deyði og dapurleiki. Her er tað sum
um ein forn og mýtisk dimensión
kemur undan kavi, við syngjandi
seyðarhøvdum, grýlum, gassmaskum
og bleiktrandi myrkri. Det Ferösche
Compagnie hava eitt heilt serstakt
tev fyri hesum. Tað sóu vit t.d. í En
rejse udi Færø 1781-82 og Regn, har
óunniligar gamlar sagnir komu
til lívs í makabrum og absurdum
skapi. Í aktuella verkinum er
tilvísingarkarmurin gamaní av
nýggjari uppruna, men røturnar
eru onkursvegna eins fornar og
ófrættakendar. Føroyingar eru
í roynd og veru nokkso freaky í
sínum frásagnum! Ikki tí, skemtiligar
løtur við speirekandi eygleiðingum
og
surrealistiskt
skinklandi
keipumyndum koma eisini fyri í
leikinum.
Har var okkurt, ið vaknaði í
føroyingum undir hersetingini.
Eitt nýtt útsýni og eitt størri áræði.
Aftaná kríggið trein Føroyar inn í
eitt nýtt mentanarligt og politiskt
tíðarskeið, ið dagsins samfelag er
úrslit av. Á ein hátt var hersetingin
byrjanin til hetta tíðarskeiðið, og
tí er tað ikki sørt hugfangandi og
perspektiverandi at fara til ein leik,
har henda byrjan verður gjørd livandi
fyri einum. Helst havi eg sagt alt ov
nógv, men far endiliga til leikin um
tú fært møguleikan. Eg varð hugtikin.
Leikstjóri:
Egill Heiðar Anton Pálsson
Listarliga toymið hjá DFC er:
Jens L. Thomsen, Kjartan Hansen,
Kristina Sørensen Ougaard,
Kirstin Helgadóttir, umframt:
Sonja Lea, ljóssniðgevi,
Anna Katrin Øssursdóttir
Egilstrøð, Mikkjal Arge Galán.
Fyriskipari er Gunnvá Zachariasen.
Operation Valentine er fjórða
leikverk hjá Det Ferösche
Compagnie síðan kompaníið
var stovnað í 2010.
2011: En rejse udi Færø 1781-82
2012: Regn
2013: Woyzeck<3Marie
Myndir: Beinta á Torkilsheyggi
Talan er
sostatt um ein
hendingar- og
faktaríkan leik,
men ikki meir enn
at tað bilar«
Die Ferösche Compagnie er ein tvørlistarligur felagsskapur, og Operation Valentine fevnir um bæði
sjónleik, tónleik, dans, ljóðsniðgeving, ljóssniðgeving, grafikk, videolist, installatiónslist o.a.
ummæli