Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 34 trotabúgv Í trotabúnum P/F 20. januar 2009, Grønalíð 25, 100 Tórshavn, er bústjóri advokat Jóhan Jógvansson Lamhauge, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, eftir egnari áheitan fráfarin sum bústjóri tann 25. august 2015. Sum nýggjan fyribils bústjóra hevur skiftirætturin tann 25. august 2015 valt advokat Ingi Højgaard, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til roynd av krøvum og til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hósdagin tann 17. september 2015, kl. 9.30. FøroYA SkIFTIræTTur TAnn 25. AuGuST 2015 Fríðtór Debes Í hesum døg­ um, með­an b a r ­d a g ­i n um et­isku og moralsku virð­ini leik­ar í og er í hædd­ ini, so hoyr­ist syrgi­liga lítið frá okk­ara anda­ligu leið­arum runt landi s.s. bispi, prósti, prest­um og sam­komu­leið­ arum. Um tey ikki tora at siga nakað fyri ikki at verða kritiseraði ella um tey hokna undir byrðini skal eg ikki gera meg klókan uppá. Men okkurt er spinnandi galið. Eg veit ikki, um teir/tey hava gloymt, at tey eru hirð­ ar og vegleiðarar hjá fylg­in­ um og fólkinum. Men tað virkar fyri mær, sum støðan er eins og í gamla Ísrael í dóm­aratíðini – at hvør mað­ ur gjørdi sum hann vildi. Tvs. at fólkið, fylgið gongur fyri vág og vind – uttan hirða til at vegleiða tey. Í gomlum døgum varð tosað um, at nakað var rætt og nakað var skeivt. Hetta hoyrir tú næstan ikki meira. Eingin ella fá tora at taka hetta uppá tunguna, av ótta fyri ikki at vera politisk korrekt. Eisini í 2015 eru tað ting, ið eru røtt ella skeiv. Gamlir sannleikar, ið hava verið í túsundir av árum verða skeikl­aðir ella full­komu­liga sleptir fyri eitt popu­listisk rák, ið er í løtuni. Gomul virðir s.s. hjúna­band­ ið millum mann og konu verða til einkis gjørd. Gamla Skriftin er sera klár á hesum øki. Og um so øll í LGBT ella onnur siga nak­að annað, so reingir tað tó ikki sannleikan, at ónáttúr­ligi livi hátturin, ið LGBT borgar fyri og stríðir sum úlvur á skóg fyri, er skeiv­ur og móti náttúruni. Fyrr í summar broytti Hægsti­rættur í USA hjúna­ bandslógini og sostatt er einhvør, ið dittar sær at siga nakað móti hesum levnaði mál fyri rættarskipanina. Tvs. um ein ella annar kriti­ serar hetta, so kann við­ kom­andi rættarsøkjast ella fongslast. Í komandi tíðum koma vit uttan iva at síggja nógvar andaligar leiðarar runt heimin settar fastar, tí teir vilja tala sanna Orð Guds. Góðu andaligu leiðarar um alt land okkara. Latið rødd tykkara hoyrast. Vísið lit, so fólkið kann vita, hvat rætt og skeivt er. Hetta hevði klætt tykkum Hvar eru andaligu leiðararnir í landi okkara? KJAK Dia Midjord Stjóri Kringvarp Føroya Jacob Vester­ gaard, val­evni hjá Fólka­ f l o k k ­i n ­u m , brýtur spæli­ regl­urnar og tekur sær egnan rætt, tá hann sýtir fyri at svara spurningum frá Kringvarpi Føroya, men ístaðin velur at sáa illgruna um trúvirðið okkara. Kringvarp Føroya vísir staðiliga aftur, at ójavnvág er í valdekninginum hjá stovninum, sum Jacob Vestergaard sipar til. Tíðindaskriv frá KvF Kringvarp Føroya hevur í valdekningi sínum valt ein leist, har Dagur og Vika endar við einum valmagasini. Í innsløgum og samrøðum kanna vit nærri politiskar pástandir, sum hava verið frammi í valstríðnum. Soleiðis var eisini í gjár, tá vit hugdu nærri at pástandum, sum hava verið á lofti í sambandi við fiskivinnuna. Eins og onnur valevni, hevur Jacob Vestergaard ver­ið gestur í beinleiðis val­ fundi úr Runavík. Eins og onnur valevni, hevur hann eisini fingið høvið at vera við í redigeraðu tema-inn­ sløgunum, sum verða send í okkara valmagasini. Valevni úr øllum flokkum og øll lands­ stýrisfólk hava tikið lut undir hesum treytum. Men ikki Jacob Vestergaard. Jacob Vestergaard krevur sersømdir, tí hann vil einans gera samrøðu við Kringvarp Føroya, um samrøðan er bein­ leiðis og óredigerað. Hetta er í stríð við fjøl­miðla­ siðvenjurnar, sum Kringvarp Føroya og aðrir fjølmiðlar í okk­ ara grannalondum ar­beiða eftir. Hesar siðvenjur hava tikið skap ígjøgnum hálvt­annaðhundrað ár, síðani miðlarnir blivu frælsir, og vit fingu fólkaræði um okkara leiðir. Tí kemur tað ikki upp á tal, at Kringvarp Føroya víkir frá egnum siðvenjum, fyri at góðtaka krøv frá teimum, sum vit ynskja samrøður við til okkara tíðindaflutning. Sum tíðindaberi skal Kringvarp Føroya í sambandi við valdekningin viðgera riknu fiskivinnuna. Tað er okkara skylda, og tað eigur Jacob Vestergaard ikki at uppfata sum eitt álop á seg. Jacob Vestergaard hevur sitið sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum í mong ár, og tí er tað hann, ið skal svara teimum atfinningum, sum serfrøðingar og politikarar hava til førda fiskivinnupolitikkin. Hetta er ein natúrligur partur í okkara arbeiði, og Jacob Vestergaard eigur at virða hesar spælireglur. Ósømiligt álop á Kringvarp Føroya Brynhild Thomsen og Øssur Winthereig journalistar Tá valdshavarar krevja at fáa sersømdir í pressuni at boða sín boðskap, krevja hesir valdshavarar, at pressan sleppur sínum frælsi. Tá valdshavarar, sum fáa kritikk frá pressuni, vilja skerja pressuna og siga, at pressan tá førir andstøðupolitikk, krevja valdshavararnir samstundis, at frælsa pressan gevur upp sítt virki. Tá Jacob Vestergaard, lands­stýrismaður í fiski­ vinnu­málum, nú í valstríð­ num førir fram, at kritiskur tíð­indaflutningur um fiski­ vinnuna í Føroyum, er “eitt álop á mín persón”, og at hes­ in valdshavarin tí krev­ur at sleppa beinleiðis í sjón­varps­ stovuna, tí “umrøddu mál eru trupul at greiða frá”, ja, so trupul, at tað “er umráðandi, at útsagnirnar koma beinleiðis frá mær”, - ja, tá er stundin komin at tala hart at. Ein landsstýrismaður kann ikki vera so valdsfuldkomin, at hann eisini skal avgera, hvussu frælsa pressan arbeiðir. Vil landssstýrismaðurin hava eina landsstýrispressu í staðin fyri Kringvarp Føroya, so má tað gerast við lóg, samtykta á Føroya Løgtingi. Sjálvandi skulu tey við valdinum finnast at frælsu pressuni. Fyrr var illa! Tí hetta er besta prógvið fyri, at vit hava eina frælsa pressu, sum byggir á fakligt journalistiskt arbeiði, sum eisini torir at tala valdinum ímóti. Vit eru fólk við fakligum førleika, sum duga at arbeiða í pressuni, m.a. eisini at tosa við onnur fakliga før fólk um, hvussu valdið umsitir sítt vald. Tí gerast vit skakað og stúrin, tá hægsta valdið krevur sínar egnu reglur eisini at galda fyri pressuna. Hesuferð er tað Jacob Vestergaard. Okkum lysti at hoyrt, hvat formaður hansara, Jørgen Niclasen, heldur um møguleikarnar hjá pressuni at virka uttan diktat frá valdshavarunum. Fræls frá diktati frá valdshavarum trotabúgv Í trotabúnum Sp/f Startrade, Mannaskarð 4, 100 Tórshavn, er bústjóri advokat Jóhan Jógvansson Lamhauge, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, (Sks. 3-105/2013) eftir egnari áheitan fráfarin sum bústjóri tann 25. august 2015. Sum nýggjan fyribils bústjóra hevur skiftirætturin tann 25. august 2015 valt advokat Ingi Højgaard, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til roynd av krøvum og til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hósdagin tann 17. september 2015, kl. 9.30. FøroYA SkIFTIræTTur TAnn 25. AuguST 2015 Tvingsilssøla Mikudagin, tann 9. sept. 2015, kl. 13.00 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn hildin nýggj tvingsilssøla yvir ognina matr. nr. 24b Sumba, (AS nr. 2-10/2015). Talan er um eini hús í Akrabyrgi og ognin er smb. tingbókini er víddarroknað til 1004 m2. Húsini eru í 2 hæddum, umframt lítlið rúm til krúpikjallara. Fyrsta hæddin er innrættað: durður, gangur, wc/ brúsa, køkur og stova. Á ovaru hæddini eru 2 rúm. Húsini hava havt stormskaða og eru partvíst afturgjørd (takið). Húsini hava staðið uttan el og hita í langa tíð. Tvingsilssølan er umbiðin av Poul Hansen, adv. Áarvegur 1, Tórshavn tel. 311578 (sak nr. 30296), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. FøroyA FúTAræTTur, TAnn 26. AuguST 2015