hósdagur 27. august 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015
SOSIALURIN 98
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
36
Løgtingsvalið
1. septembur 2015
Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági
frá kl. 10.00 – 20.00,
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar
fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og
við 31. august 2015.
Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika,
ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja
heima við at boða fráá kommunuskrivstovuni tlf.
611085, í seinasta lagi mánadagin 31. august 2015
kl 12.00
Valkort
Valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimun,
ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki hevur fingið
valkort ella villur eru í valkortinum, verður biðin um at
venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 611085, sum
skjótast.
Valnevndin í
Tvøroyrar kommunu
Sethús á
Landavegnum til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin
matr. nr. 858ac, Landavegur 24, 100 Tórshavn
verður við hesum lýst til sølu. Húsini eru
bygd í 1960´unum. Grundøkið er sambært
tingblaðnum víddarroknað til 476m2.
Prísuppskot kr. 1.800.000,00.
Meira fæst at vita á heimasíðu okkara og
støðulýsing fæst við at venda sær til skrivstovu
okkara.
Áhugaði kunnu venda sær til:
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110
Tórshavn
Tlf. 31 21 71, telefax 31 22 41,
heimasíða www.advokatvirkid.fo
Advokatvirkið
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo
Maria Poulsen
SØKT VERÐUR EFTIR
LASTBIL FØRARA
Vit vænta at tú
• hevur stóra koyrikortið
• hevur royndir innan lastbilakoyring
• dugir at passa ein krana
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• møtir stundisliga, ert røkin, nærlagdur,
íðin og fyrikomandi
Afturfyri bjóða vit
• eitt spennandi starv við
nógvum møguleikum
• góðar samstarvsfelagar í góðum
fakligum arbeiðs umhvørvi
• ávirkan á tín egna arbeiðsdag
Starvið verður sett skjótast til ber.
Umsóknir og møgu lig viðmæli, skulu verða
okkum í hendi í seinasta mánadagin 31.
august 2015 til:
Maria Poulsen P/F
Boks 182
Smyrilsvegur 8
FO-110 Tórs havn
Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja
tel. 312 000 og tosa við Kristian á Dul,
stjóra.
LANDSGRANNSKOÐANIN
søkir eftir avloysara
Í sambandi við at ein av okkara grannskoðarum fer í
farloyvi, verður eitt starv leyst at seta frá 1. november
2015 ella eftir avtalu. Starvstíðin er fyribils til 30. juni
2016.
Arbeiðið á stovninum er sjálvstøðugt, áhugavert og
fjølbroytt og fevnur um at grannskoða almennar stovnar
og skipanir.
Til fyrimunar er, um tú:
hevur hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap ella
aðra viðkomandi útbúgving
hevur royndir innan almenna ella privata umsiting
hevur góð samstarvsevni, og dugir væl at samskifta við
stovnar og starvsfelagar
hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt, og
dugir væl at skriva og hevur málsligan kunnleika, serliga í
føroyskum.
Lønar- og setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø.
skal sendast til:
Landsgrannskoðanina
Traðagøta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella í telduposti til: postur@lg.fo.
Freistin at søkja starvið er 14. september 2015. Nærri
fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á
tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í
trúnaði.
Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrannskoðanina á
heimasíðu okkara: www.lg.fo.
LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir
Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl
1999 ”um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.”
Frá Fuglafjarðar
býráð
Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir
um at nýta fimleikarhøll skúlans
vetrarhálvuna 2015-2016 verða biðin um
at senda mentamálanevndini skrivliga
umsókn í seinasta lagi
Hósdagin 03.september 2015 kl. 15.00
Fuglafjørður, tann 26. august 2015
FuglaFjarðar býráð
MentaMálanevndin
Fuglafjarðar
Kommuna