hósdagur 27. august 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
40
ítróttur
Pætur Albinus
Í
fjør hevði HB heili fimm lið
í steypafinalunum, men í ár
hevur høvuðsstaðarfelagið
ikki megnað at fingið eins nógv
lið við. Hesaferð eru tvey HB-lið við.
Tað er eins nógv lið sum grannarnir
úr B36 hava við.
Tað eru KÍ og NSÍ, sum við hvør
sínum trimum liðum eru best
umboðað í steypafinalunum, meðan
Víkingur hinvegin einans hevur eitt
lið við – nevniliga besta liðið.
Fleiri feløg hava eitt lið við. Tey
eru B68, EB/Streymur og Víkingur,
meðan EB/Streymur síðani hevur
eitt hálvt lið við afturat saman við
Skála í samanlagda kvinnuliðnum
EBS/Skála.
17. ferð á rað
Tá ið steypafinala er hjá kvinnum,
so er KÍ eisini við. Einki undantak
er í ár. Hetta er 17. árið á rað, at KÍ-
kvinnurnar eru við í finaluni, og
hesaferð er avbjóðari EBS/Skála,
sum eisini er nærmasti avbjóðari
í landskappingini. Har fáa tær tó
ikki KÍ-kvinnurnar aftur, tí tær eru
longu vorðnar føroyameistarar. Tað
gjørdust tær seinasta vikuskiftið, tá
ið tær við 6-0-sigri ímóti ÍF/Víkingi
vunnu FM-heitið 16. árið á rað. Einki
annað lið í heiminum hevur vunnið
meistaraheitið so ofta á rað, sum tær
hava.
Tey seinastu 17 árini, sum KÍ hevur
verið í finaluni, hava tær einans tapt
hana fýra ferðir. Seinast var í 2009, tá
ið AB vann ímóti teimum.
Steypafinalur eru altíð nakað
serligt, so tað er ikki givið, at KÍ fær
tað so lætt. Í landskappingini hevur
tað heldur ikki verið bara bara ímóti
EBS/Skála, har tær í teimum trimum
innanhýsis dystunum hava megnað
at fingið ein javnleik. Tá gjørdist úrs
litið 2-2. Hinar báðar dystirnar hevur
KÍ vunnið 1-0 og 4-0.
Eins og undanfarin ár, so hava KÍ-
kvinnurnar júst luttikið í Champions
League, og tað er ein spurningur,
hvussu hetta ávirkar tær. Møguliga
eru tær eitt sindur troyttar eftir eitt
drúgt kappingarár, men hinvegin eru
tær betur samanspældar enn nakað
annað lið.
Tøtt U18-finala
Finalan í U18 hjá dreingjum í ár verð
ur ein endurtøka av finaluni frá í
fjør. Tað eru nevniliga aftur í ár HB
og NSÍ, sum hittast. Í fjør dró HB
longra stráðið og vann 4-3 eftir eina
sera tætta og spennandi finalu.
Sambært stigatalvuni, so verður
tað trupult hjá HB at endurvinna
steypagullið. NSÍ er nevniliga ógvuliga
sannførandi í landskappingini, har
teir eru á fremsta plássi, heili 10 stig
frammanfyri NSÍ.
Tó hava liðini leikt tveir dystir
innanhýsis, og teir eru endaðir við
einum sigri í part. 4-3 til NSÍ og síðani
3-2 til HB.
Avgjørdi profilurin hjá NSÍ,
Meinhard E. Olsen, verður ikki við í
hesari finaluni. Hann er fyri stuttari
tíð síðani fluttur til Danmarkar at
spæla við Vendsyssel FF.
Hinvegin, so sleppur HB helst at
ráða yvir leikarum, sum í ár meira ella
minni hava verið fastir fúsir á besta
liðnum. Teir eru Adrian Justinussen,
Teit Jacobsen og Bartal Wardum.
Undir øllum umstøðum er lagt
upp til eina ógvuliga spennandi
finalu aftur í ár, tá ið HB og NSÍ
hittast í U18-finaluni fríggjakvøldið
kl.20.
U16 stavn um stavn
Eisini í U16-finaluni hjá dreingjum
er lagt upp til eina sera spennandi
finalu. Har er finalan ímillum B36 og
NSÍ, sum alt kappingarárið í ár hava
verið stavn um stavn í landskapping
ini. Í løtuni er tað tó B36, sum hevur
munin við einum stigi.
Í hesari finaluni verða ógvuliga
nógvir ungdómslandsliðsleikarar á
vøllinum. Heili sjey spælarar í hesum
dystinum vóru við U16-landsliðnum í
menningarkappingini hjá UEFA fyrr
í ár, har teir fingu góð úrslit.
Í øllum finalunum valdar sjálvsagt
stórur spenningur, men í summum
førum eru eisini serligar søgur. Eitt
nú í U17-kappingini hjá kvinnum, har
B36-genturnar púra óvæntað hava
spælt seg í finaluna, hóast tær liggja
niðarliga í kappingini. Mótstøðuliðið
verður KÍ, sum hevur verið púra
sannførandi og er á greiðum fremsta
plássi.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur Hetta vikuskiftið verða gleðisrúsar og vónbrot
at síggja á Tórsvølli. Klárt er nevniliga til stóra steypafinalu
tiltakið, har tilsamans sjey steypavinnarar skulu finnast
Sjey steypa-
finalur hetta
vikuskiftið
Steypavikuskifti
HB vann steypa
finaluna hjá U14 í fjør