hósdagur 27. august 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
42
Andras Gango er ein kendur maður í før
oyskum fótbólti, og skal verja málið hjá NSÍ
í finaluni. Í mun til landsmannin í Víkingi,
Geza Turi, so manglar Andras Gango at
prógva seg í teimum stóru dystunum. Tað
fær hann møguleikan til í annaðkvøld á
Tórsvølli. Ov oftani hevur samskiftið millum
verjuna og málverjan ikki verið nóg gott.
Her er neyðugt at betra um støðuna, meðan
B36 millum annað skoraði beinleiðis upp á
horna í oddadystinum. Hetta má ikki henda
í finaluni.
Mál ★★★★★★
Á miðvøllinum finna vit fleiri góðar bólt
spælarar í millum annað Magnusi H. Olsen,
Árna Frederiksberg og Hákuni Edmundsson.
Í Pól Jóhannus Justinussen hava teir eitt
tanks, sum hevur funnið seg til rættis á
framrættaða miðvøllinum. Liðið hevur eisini
eina breidd, sum ger at Trygvi Mortensen
kann skifta út á bæði miðvøllinum og á
vengrunum, uttan at liðið blívur verri.
Spælarar sum Haraldur R. Højgaard, Jónhard
Frederiksberg, Jann Martin Mortensen og
Jonleif Højgaard hava allir spælt sín leiklut
í ár. Tó hevur liðið ein veikleika, tá teir møta
sterkaru liðnum. Tá spælir miðvøllurin ikki
eins væl við – og Víkingur er eitt av sterku
liðnum.
Miðja ★★★★★★
Verjan hevur til tíðir verið eitt veikt punkt.
Hetta er komið til sjóndar í fleiri av odda
dystunum. Hvør sær eru spælararnir góðir,
men spurningurin er hvussu teir klára seg
sum ein eind. NSÍ er eisini tað liðið í ovaru
hálvu, sum hevur latið flest mál ígjøgnum.
2,4 mál í miðal inn pr dyst móti hinum í
ovaru hálvu. Tað er ov nógv. Hinvegin telur
tað upp, at bakkarnar í teimum góðu dyst
unum hava verið drúgvir í skapandi spæl
inum. Hetta kann fáa avgerandi týdning.
Verja ★★★★★★
Klæmint A. Olsen er álitið hjá NSÍ. Hann
er liðskipari og toppskjútti á liðnum. Gev
manninum ein kjans og hann skorar. Tað
dugur NSÍ væl. So væl, at hann er ávegis at
seta fleiri nýggj met, nú hann er um at blíva
toppskjútti fyri triðju ferð upp í slag.
Klæmint hevur í tíðini við NSÍ ikki havt
møguleikan at spælt finalur sum hesa. Tí
verður tað spennandi at síggja, um hann
eisini klárar at føra málskjótingina við til
stóru dystirnar. Í Christian Høgna Jacobsen
hevur liðið ein royndan avloysara.
Álop ★★★★★★
Trygvi Mortensen eigur sín lut í
framgongdini á NSÍ liðnum í ár. Hann
tók við í fjør og hevur bygt uppá í ár. Í
fjør tapti NSÍ 12 dystir av 29, meðan
liðið í ár bara hevur tapt seks av
teimum fyrstu 29. Tó telur tað nógv
niður, at NSÍ framvegis tapur, tá tað
stendur nógv á. Tvær ferðir 3-0 móti
B36 í Gundadali og 12-4 í trimum
dystum móti Víkingi. Um framgongdin
heldur fram, so er tað bara ein spurn
ingur um tíð, áðrenn NSÍ knúgvar
teimum stóru. Spurningurin er bara,
um tann tíðin er komin ella ikki.
Venjari ★★★★★★
NSÍ hevur ikki eins nógv at vísa á, sum
Víkingur í kappingini um Løgmans
steypið. Tó er okkurt, sum talar fyri at
svongdin í NSÍ kann vinna á sigurvandu
víkingunum. Í 2002 vann NSÍ steypa
finaluna á sigursvanda HB. Tá var eisini
talan um eitt ungt og svangt NSÍ lið,
sum var mannað við nógvum lokalum
spælarum. So tað ber til at vinna á
søguni.
Søga ★★★★★★
Keyp atgongumerki á fsf.fo
NSÍ
Fyri fyrst ferð síðani 2004 er NSÍ í finaluni. Seinast teir
vunnu var í 2002. Hinvegin er svongdin stór at vinna,
eftir at felagið í fýra ár hevur bygt upp av nýggjum. Í ár
hevur NSÍ bjóða av í oddinum – fyri fyrstu ferð í fleiri ár
ítróttur
Stjørnu samanteljing og NSÍ-liðið á síðu 46
1 ★ er lægsta metingin, meðan 6 ★ eru hægsta metingin.
trondur@sosialurin.fo