Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. august 2015 sosialurin 98 44 41 ára gamli Geza Turi er aldursforsetin. Hann hevur verið við líka síðani felagið bleiv sett á stovn. Hann hevur roynt leiklutin sum steypahetja, tá hann í 2012 bjargaði avgerandi brotssparkinum. Hóast onkrar svipsarar, so hevur Víkingur ein tryggan aftasta skansa til stóru dystirnar. Ikki neyð­ugt maðurin, sum ger dystar­vinnandi aktiónirnar, men hann er mál­verjin, ið hevur vunnið kappingina fýra ferðir upp á seks ár. Víkingur hevur eisini ein góðan avloysara í 19 ára gamla Elias Rasmussen. Mál ★★★★★★ Um allir mans vóru tøkir og í sínum lívsformi, so hevði miðvøllurin hjá Víkingi fingið meiri enn fýra stjørnur. Sannleikin er tó, at Hans Jørgen Djurhuus er meir enn ivasamur, meðan Súni Olsen enn er nakað frá forminum vit vanliga kenna hann frá. Skaðar hava darvað kappingarárinum hjá báðum. Sølvi Vatnhamar stríðist sum vanligt, men hevur ikki verið málfarligur í ár. Filip Djordjevic sprellar á vonginum, men enn restar endaproduktið í hjá bóltsterka vonginum, sum helst ikki spælir. Heðin Hansen og Gunnar Vatnhamar eru drúgvir, men eisini til eitt 4-tal. Her kann Víkingur fáa ein trupulleika, um teir skulu elta NSÍ ein heilan hálvleik ella so. Í verjustøðu eru royndirnar týdningarmiklar, men í álopsstøðu hevur tú eisini brúk fyri nógvari orku, fyri at renna aftaná NSÍ um teir fáa spælið at rigga. Á einum góðum degi er miðvøllurin ein styrkur, men á einum ringum degi kann tað verða her, at Víkingur tapur dystin. Miðja ★★★★★★ Verjan hjá Víkingi hevur latið 30 mál inn í Effo-deildini higartil. Tað eru 12 fleiri enn oddaliðið B36, og fýra fleiri enn HB. Tó at lutfaldsliga nógv mál koma ígjøgnum, so er verjan mannað við fýra landsliðsspælarum. Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen hava allir fingið lands­liðsboð í hesum árinum. Tað vitnar eis­ ini um eina verjuketu, sum lukkar av, tá nógv stend­ur á. Her er talan um royndar spælarar, sum hava spælt saman í nógv ár. Umframt at duga at verja, so er verjuketan fyrsta lið í uppbyggjandi spælinum. Bárður og Hanus á bakkinum, og serliga Atli í miðverjuni eru mangan partur av skapandi spælinum. Saman­lagt hevur verjuketan eisini skotið 12 mál í landskappingini higartil. Verjan er ein av stóru styrkunum hjá Víkingi. Í fleiri stór­um dystum, so sum finalum og í Europa, hevur hon staðið stinn. Í fjør vann Víkingur finaluna 1-0 á HB. Bárður átti uppleggið. Er hann ikki við, so telur tað eina stjørnu niður. Verja ★★★★★★ Tá Andreas Lava Olsen er tøkur, so hevur Víkingur í honum og Finni Justinussen, eitt framúr álop eftir føroyskum mátistokki. Trupulleikin er bara, at Andreas ikki hevur spælt seinastu dystirnar, og tað er ivasamt hvussu stórur hansara leiklutur verður. Finnur Justinussen vísti hinvegin móti B36, at hann er væl fyri í løtuni. Hann kom til fleiri møguleikar og stríddist óvanliga nógv. Tíverri fyri hann, so rakti hann ikki málið, tá hann fekk møguleikan. Hann hevur tó 15 mál í ár, so tað er avgjørt góðkent. Spæla báðir, so er hetta av styrkur, men við støðuni hjá Lava-manninum í huga, so verður tað til eitt 4-tal í metingini. Álop ★★★★★★ Sigfríður Clementsen er ein royndur venjari, sum hevur verið í steypafinlauni fleiri ferðir fyrr. Hann hevur vunnið kappingina um Løgmanssteypið við B36 í 2006, EB/Streymi í 2008 og við Víkingi í 2013 og 2014. Tí er ongin ivi um, at Sigfríður er ein maður, sum veit hvat skal til fyri at vinna eina slíkan dyst. Hóast tað ikki hevur gingið sum ætlað í landskappingini, so hevur Sigfríður góð úrslit at vísa á, í alt ella einki dystunum fyri Víking. Venjari ★★★★★★ Víkingur Víkingur hevur ikki tapt eina uppgerð í steypakappingini síðani apríl mánaði í 2011. Felagið hevur vunnið kappingina um Løgmanssteypið tríggjar ferðir upp í slag, og eina ferð í 2009. Umframt tað, so hevur Víkingur skrivað føroyska søgu í Evropa, har liðið hevur vunnið á væl betri mótstøðu, sum hevur fulltíðarspælarar. Víkingur hevur í løtuni heitið »steypaliðið« í Føroyum. Teir eru eisini tiltiknir fyri at klára seg væl, tá nógv stendur upp á spæl í einum alt ella einki dysti. Søgan er við Víkingi. Søga ★★★★★★ ítróttur Keyp atgongumerki á fsf.fo Víkingur er í finaluni um Løgmanssteypið fyri fjórðu ferð upp í slag. Teir eru trífaldir vinnarar og eru til­ tiknir, fyri at standa seg væl í steypakappingum og í Evropa, tá alt verður avgjørt yvir ein ella tveir dystir 1 ★ er lægsta metingin, meðan 6 ★ eru hægsta metingin. Stjørnu samanteljing og Víkinga-liðið á síðu 47 trondur@sosialurin.fo