Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jóhan í Niðristovu Kjak síða 15 Gamla monopolið venar seg Hanus Hansen Kjak síða 14 Fiski­ vinnan kastibløka Í morgin hátíðarhalda vit fólka­ ræði. Tá er løgtingsval, og tá eiga vit øll som­ul, samd og ósamd, at fara á val. Tað er okkara skylda at gera okk­ara ávirkan galdandi, so at vit øll eru við til at siga, hvar skápið skal standa. Summi halda, at valið er ein­falt. Ser­liga tey, sum eru frelst við tann eina boð­skap­in. Men eitt løg­tings­ val er sjálv­andi ikki einfalt, tað er tí, at velj­arar altíð flyta millum flokk­ar­nar. Og so­leiðis skal tað vera, tí so­leið­is virk­ar fólka­ræð­ið. Við hvørt eru vit samd við hasum – og við­hvørt við hes­um. Vit velj­ar­ ar kunnu skifta meining, sum tað pass­ar okkum. Valið hesaferð stendur stórt sæð mill­um sam­gongu og and­støðu. Ynskja vit, at borg­ar­liga sam­gong­ an skal halda fram við sín­um pol­ i­tikki, so velja vit fyrst og fremst Fólka­flokk­in og síð­ani Sam­bands­ flokk­in og Mið­flokk­in. Vit hava sæð seinastu sløku fýra ár­ini, hvat hesin politikkur stendur fyri. Flat­skatt­ urin – fíggjaður við pen­sjóns­for­ skatt­ing – var tað fyrsta inntrivið til tess at lætta um hjá teimum rík­ aru boragrunum í Føroyum. Sam­ gong­an vildi ikki lætta um hjá teim­ um lág- og mið­al­løntum. Tað kundi bíð­að, og tað hevur bíðað. Tað er tí, at tað málið hevði ikki týdning hjá borgarligu flokkunum. Býtið av fiskiríkidøminum – ogna Før­oya Fólks, hevur størri týdn­ing. Men her hevur sam­gong­ an neyvan undirtøku í fólk­i­num. Hon megnaði ikki at gøgn­um­føra hesa ný­skip­an so­leið­is, sum Fólka­ flokk­ur­in hevði ætlað. Tí verður nú dyrgt við skatta­lætta til tey lág­ løntu, so­leið­is at Fólka­flokk­ur­in slepp­ur aft­ur til vald­ið sam­an við Sam­bands­flokk­i­num. Alternativið er andstøðan. Kem­ ur hon framat, verður fiski­vinnu­ ný­skip­an­in ikki framd so­leið­is, sum Fólka­flokk­ur­in ynsk­ir. Men ein annar møgu­leiki er, at Sam­bands­ flokk­ur­in verð­ur sam­an við and­ støð­uni – kanska sam­an við bæði Javn­að­ar­flokk­i­num og Tjóð­veldi – ella bara saman við Javn­að­ar­ flokk­i­num. Ein samgonga millum hes­ar flokk­ar – eins og Framsókn og Sjálv­stýr­is­flokk­in, hevði kanska funn­ið semju um nýskipan. Tað eigur veljarin at hugsa um. Ynskja vit politikkin hjá Fólka­ flokk­i­num, so stuðla við sam­ gonguni – ynskja vit broyt­ing­ar, so skulu vit velja andstøðuna. Veljarakanningin í blaðnum í dag vísir, at nú er tættari enn nakrantíð millum blokkarnar. Tað er upp til hvønn einstakan, um val­ið er einfalt. Spurningurin er bara, um vit vilja hava meira av tí sama, ella í broyting skal koma í. Farið á val øll somul! Í morgin tekur Jóhanna á Bergi við sum stjóri fyri At­ lantsflog. Hon tekur við eftir Jørgen Holme, sum hevur røkt starv­ið síðani Magni Arge varð koyrdur frá sum stjóri fyri sløkum tveimum árum síð­ani. Stjóraskifti í morgin Gamla Sjálvstýrið varð mang­an kall­að fyri »Fíni­ flokk­ur« – tí at flokk­u­r­in hevði so nógv mentafólk mill­um stuðl­ar­nar og ikki minst í bak­land­i­num við. Har vóru fleiri skúlalærarar og onn­ur lærd fólk. Nýggja Sjálvstýrið tykist hin­vegin at hava trupulleikar við stav­setingini. Um tað er á­vrik­anin norðanífrá, sum ger tað torført – um floks­ for­mað­urin kanska lesur ov nógv í Norð­lýsinum – skal ikki vera sagt. Men bæði á skeltum og í bløðum, send í hvørt hús í landinum, manga fleiri ð. 100 milliónir eru nógv­ ir pengar. Men skulu tað veruliga 100 milliónir til at læra nýggju sjálvstýrararnar at seta eitt ð í endan á Fróð­ skap­ar­setri­num? Ta upp­gáv­una man onkur gam­al sjálv­stýr­ari kunna taka á seg – ella um ikki ann­að val­evn­ið hjá teim­um í Norð­oyggj­um, Jógv­an á Høvda­num, sum hev­ur verið blað­stjóri á ein­um blað, sum eit­ur »ð«! 100 milliónir fyri eitt »ð« Harðliga orðaskiftið um bøn­artiltakið á Vaglinum leyg­ar­dagin kann nú ó­bein­ leiðis enda í rættinum. Jústinus Eidesgaard, journ­a­listur, skrivaði á Face­book um vikuskifti hend­an speiska tekstin á Face­book: »Eg eri samkyndur og havi møtt einum ógvulga fitt­um manni. Vit hava ging­ið saman i nøkur ár, og vit hava planir um at giftast. Eg eri í fólk­a­kirkj­ uni, og nú byrji eg at kenna meg heimleysan í kirkjuni, tí har eru prestar, sum ikki vilja mær gott. Ann Dahl Hansen er prest­ur í Havnar kirkju, har eg gangi og fai sál­ ar­styrk, og hon er ein av stig­takar­u­num til politiskt bønarhald á Ting­hús­vøll­ i­num, har roynt verður at á­virka valið, soleiðis, at vit sam­kyndu ikki kunnu fáa okk­ara borgarligu rættindi. Hví er Ann Dahl Hansen ikki prestur fyri meg? Hví er hon bara fyri tey norm­alu, sum ikki hava hug á egn­um kyni? Hvussu kann hon vera prest­ur í eini fólkakirkju, sum er fyri øll, tá hon ikki dám­ar øll guds børn?« Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá Ann Dahl Hansen, sókn­ar­presti, sum var ein av stigtakarunum til bøn­ ar­fundin. Hon svarar Júst­ inus soleiðis; »Nú er nokk! Hetta er æru­meið­ing! Tú kanst hava tina mein­ing um meg, men hetta godtaki eg ikki! Eg fari víðari við málinum, tí eisini eg eri vard av lógini 266b!« Prestur hóttir við stevning Skulu vit hava broyting – ella meira av sama politikki ð Ann Dahl Hansen, prestur, kennir seg ærumeidda