Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rógvi Nybo Sum løgtingsvallógin til­skil­ ar, hava øll tey, ið eru fylt 18 ár, valrætt til Løgtingið. Hjá teimum flestu veljarunum eru tað heilt nógvir dagar síð­ ani, at tey fyltu 18 ár. Onnur eru ikki nógvar dagar yvir 18 ár, tá tey týsdagin sleppa at seta sín fyrsta kross til eitt løgtingsval. Ein av teimum er Eva Winther Nagata. Faktisk verð­ur hon ikki ein dag yvir – ei heldur undir – 18 ár, tá løg­tingsval er í morgin. Hon verður 18 ár júst tann 1. sep­ tember, sama dag sum løg­ tingsvalið er. Og tað er sjálv­ sagt spennandi at sleppa á val fyrstu ferð. – Jú, eg eri spent at sleppa á val. Nú var tað eitt sindur iva­samt, um eg fór at sleppa at velja, um nú valið fór at verða seinni. So tað var hepp­ið at eg nú sleppi at velja, greiðir Eva frá. Hóast Eva nú hevur fingið valkortið og sleppur at velja, hevur tað ikki ført tað heilt stóru broytingina við sær viðvíkjandi áhuganum fyri politikki. Hon hevur nevni­ liga altíð havt stóran áhuga fyri politikki og fylgt væl við. – Men sjálvandi fylgir mann eitt lítið sindur meira við nú, tá tú reint faktisk skal velja, og ikki bara skal til at tosa um tað, vísir Eva á. Eitt lætt val Fyri Evu hevur tað ikki ver­ ið so torført at avgera, hvar krossurin skal setast í morg­ in. Eva er í teirri støðu, at mostir hennara, Kristianna Winther Poulsen, stillar upp, og tað er eisini hagar kross­ urin fer. – Sjálv eri eg ímóti, at tú atkvøður bara eftir familju­ viðurskiftum. Men nú stend­ ur Kristianna fyri tí, sum eg eisini standi fyri og haldi hava týdning. So tí er tað eitt lætt val, at hon skal fáa atkvøðuna. Man kann siga, at tað gjørdist ein dupult føðingardagsgáva, at hon nú eisini kann fáa eina atkvøðu eyka, tí at eg fylli tann dagin, greiðir Eva frá. rogvi@sosialurin.fo SLEPPUR AT VELJA Á FØÐINGARDEGNUM Í morgin, á sjálvum valdegnum, fyllir Eva Winther Nagata 18 ár. Valkortið hevur hon tí fingið, og sleppur hon at velja týsdagin. Eitt lætt val, spyr tú hana sjálva Eva Winther Nagata við valkortinum. Í morgin, sjálvan valdagin, verður hon 18 ára gomul, og hevur tí eisini rætt at atkvøða sambært vallógini Mynd: Álvur Haraldsen