Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stóru flokkarnir missa í nýggjastu veljarakanningini, sum gevur teimum trimum »smáu« flokkunum níggju sessir í nýggja løgtinginum Nú er Fólkaflokkurin veljarakanning Eirikur Lindenskov Spenningurin er sera stórur, nú seinasta veljara­kann­ ing­ing vísir, at tað av álvara styttist millum andstøðu og sam­gongu. Hóast hetta er 13. kann­ ingin á rað, sum gevur and­støðuni meiriluta í løg­ tinginum, so hevur hesin meiri­luti í ongari av hinum kann­ingunum verið so skroypiligur, sum nú. Samgongan fær sambært kanningini 16 tingsessir, meðan andstøðan fær 17. Hesaferð er Fólka­flokk­ urin størsti flokkur við 20,4 prosentum, meðan Javn­aðar­ flokkurin er næst­størstur við 19,3 prosentum. Sambands­ flokkurin er beint í hølunum á Javnaðarflokkinum við 19,2 prosentum. Tjóðveldi sær út til at vera dottið niðurímillum við einans 16,5 prosentum, með­an Framsókn framvegis stormar fram við 11,2 pro­ sentum. Fólkaflokkurin verður sambært kanningini størsti flokkur við 7 tingfólkum. Javn­aðarflokkurin og Sambandsflokkurin fáa hvør sínar 6 tingsessir, meðan Tjóðveldi fær fimm ting­ sessir. Framsókn stendur til at fáa fýra tingsessir, Mið­ flokkurin tríggjar og Sjálv­ stýris­flokkurin fær tveir tingsessir. Fólkaflokkurin Hóast Fólkaflokkurin gong­ ur 2,1 prosentstig aftur, so megnar hann í hesi kann­ ingini at fáa 7 tingsessir og 20,4 prosent og at gerast størsti flokkur á tingi. Um tað eydnast Fólkaflokkinum at gerast størsti flokkur, so verður tað fyrstu ferð í 27 ár. Seinastu ferð Fólka­ flokkurin var størsti flokkur var á valinum í 1988, tá flokkurin undir leiðslu av Jógvani Sundstein fekk 23,2 prosent av atkvøðunum. Tá skipaði Fólkaflokkurin nýtt landsstýri, og Jógvan Sundstein varð løgmaður. Undan 1988 skulu vit heilt aftur til 1950, tá Fólka­ flokkurin næstseinast varð størsti flokkur – ta ferðina fekk flokkurin 32,3 prosent av atkvøðunum. Sambært kanningini, so missir Fólkflokkurin ein tingmann í mun til valið seinast, umframt ting­sess­ in, sum flokkurin fekk, tá Janus Rein fór úr Fram­sókn í Fólkaflokkin. Úrslitið, sum Fólkaflokkurin fær, er tað besta úrslitið hjá Fólka­ flokkinum í øllum kanning­ unum, sum eru gjørdar síðani løgtingsvalið í 2011. Sambandsflokkurin Sambandsflokkurin stend­ ur framvegis til eitt skrædl. Flokkurin gongur 5,5 pro­ sent­stig aftur og missir tveir tingsessir í mun til løgtingsvalið – og tríggjar, um vit telja Gerhard Lognberg við, sum flokk­urin hevur fingið frá Javnaðar­ flokk­inum. Hóast tølini hjá Sam­ bands­flokkinum hava svingað nakað í teimum kann­ingum, sum eru gjørd­ ar síðani løgtingsvalið, so hava allar talað eins greitt um, at flokkurin stendur til stóra afturgongd. Sam­bands­ flokkurin hevði framgongd á løgtingsvalinum seinast upp á 3,7 prosentstig og vann ein tingsess afturat. Hesaferð stendur hann kortini til at missa tveir tingsessir. Í síðstu løtu komu tveir tungvektarar á listan hjá Sambandsflokkinum, fyrr­ verandi tingmenninir Edmund Joensen, sum bæði hev­ur verið floksformaður og løgmaður, og Magni Laksafoss. Sambært kann­ ingunum tykist tað kortini ikki at hava gjørt mun. Javnaðarflokkurin Hóast Javnaðarflokkurin stendur til eina framgongd upp á 1,5 prosent, so gongur flokkurin nógv aftur í mun til tað, sum hann hevur staðið til í kanningunum seinastu árini. Flokkurin hevur ligið javnt á 25 prosentum og eisini á 26 og 28 prosentum. Tí er hendan kanningin lítið hugaligur lesnaður hjá Aksel V. Johannsen, sum tykist vera alternativið til nýggjan stjórnarleiðara í Føroyum. Allar kanningar hava fram til í summar bent á, at Javnaðarflokkurin fór aftur at vinna støðuna sum landsins størsti flokkur –  sum flokkurin ikki hevur havt síðani á løgtings­val­ inum í 1990. Tað hava serliga verið flatskatturin – skatta­lættin til háinntøkur, forskattingin av pensjónum og býtið í fiskivinnuni, har Javn­ aðarflokkurin – saman við hinum andstøðuflokkunum – hava staðið sum sterkt alternativ til samgonguna. Men her tykir sum and­ støðan hevur slakað – og tað kann síggjast aftur í veljarakanningunum. Nýtt Sjálvstýrisflokkurin Gamli flokkurin við nýggja navninum, Nýtt Sjálvstýri, tykist nú hava fótað sær. Sambært kanningini fær flokkurin – eins og í seinastu kanning – tveir tingsessir. Ungi nýggi formaðurin fótaði sær ikki so væl í fyrstu kanningunum, og tí sá royndin at broyta flokkin ikki út til at eydnast. Størsta nýbrotið var helst, at 75 ára gamli Zakarias Wang og 61 ára gamli Bjørn á Heygum komu á listan. Nýtt Sjálvstýri fær sambært kann­inigni 5,9 prosent, og tað er ein framgongd upp á 1,7 prosentstig. Tað gevur flokkinum trygt tveir ting­ sessir. Tjóðveldi Tjóðveldi er tann einasti av andstøðuflokkunum, sum gongur aftur. Hóast flokkurin ikki hevur ligið so væl fyri í veljara­kann­ing­ unum, sum Javnaðar­flokk­ urin, so hevur hann ligið væl oman fyri valúrslitið seinast, sum var tað ringasta hjá flokkinum síðani 1994. Sambært hesi nýggjastu kanningini hevur flokkurin stóra afturgongd upp á 1,8 prosent og stendur bara til at fáa fimm tingsessir – enntá eftir 11 ár í andstøðu. Eins og Javnaðarflokkurin hevur Tjóðveldi ikki verið líka greiður í sínum útmeldingum um stóru inntrivini, sum sam­ gongan hevur gjørt í hes­ um valskeiðinum – um flat­skattin, forskatting av pen­sjónum og øðrum viður­ skiftum, sum í undanfarnum kann­ingum hava fingið veljarar at flýggja frá sam­ gongu til andstøðu. Framsókn Stóri vinnarin er aftur í hesari kanningini – fyri fjórðu ferð – Framsókn. Á valinum seinast, sum var floksins fyrsta, fekk flokkurin 6,2 prosent og tveir ting­menn. Í kanningini heas­ferð stendur flokkurin til fýra tingsessir. Tveir fleiri enn seinast, men tríggj­ar fleiri, enn flokkurin hevur havt, síðani Janus Rein rýmdi úr Framsókn í Fólka­ flokkin. Framsókn stendur til at fáa 11,2 prosent av atkvøð­ unum – og harvið flytur flokkurin seg frá at vera ein av teimum lítlu til at vera ein miðal stórur flokkur. Framsókn hevur bara ein tingsess færri enn Tjóð­ veldi og tveir færri enn Sam­ bandsflokkurin og Javnaðar­ flokkurin. Miðflokkurin Miðflokkurin er tann sam­ gonguflokkurin sum hevur havt stabilastu gongdina í veljarakanningunum. Í teim­ um flestu hevur flokk­urin staðið til at varðveitt sínar tveir tingsessir, men hendan seinasta gevur flokkinum tríggjar tingsessir. Miðflokkurin fær í kann­ ingini 7,4 prosent í mun til 6,2 seinast. Seinasta veljara­ kanning, sum gav Mið­flokk­ inum tríggjar tingsessir er frá mai 2014. Fólkaflokkurin dregur longsta stráið Tað verður Fólkaflokkurin sum kemur best burtur úr valinum. Tað vísir nýggjasta veljara­kanningin, tí Fólka­ flokkurin verður størsti flokkur. Hóast teir tríggir sam­ gonguflokkarnir missa fýra tingsessir í mun til tað, sum teir hava nú, so er hetta frægasta úrslitið hjá samgonguni í langa tíð. Tað er Sambands­ flokkurin, sum má leggja rygg til størsta skrædlið hjá samgonguflokkunum. Flokk­urin missur 5,5 prosent­stig og fær bara 6 tingsessir. Fólkaflokkurin missir »bara« 2,1 prosentstig, verður størsti flokkur og fær 7 tingsessir. Í mun til allar ákoyr­ ingarnar, sum flokkurin hevur fingið, so hevði hetta ikki verið so galið úrslit hjá flokkinum. Miðflokkurin gong­ur sum einasti sam­gongu­ flokk­ur fram í kanningini við 1,1 prosentstigi og vinn­ ur ein tingsess afturat. eirikur@sosialurin.fo