Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Onki valstríð uttan vallyftir, sum í veruleikanum eru ov góð til at vera sonn Árni Gregersen Tað kemur ikki óvart á velj­ aran, at vallyftir verða givin í valstríðnum, sum bæði val­ evnir og veljarar vita, ikki fara at gerast veruleiki í kom­andi valskeiði. Hetta er ein góðkendur máti at reka valstríð uppá. Nýggj valevnir fáa langan snór til at lova, meðan tey, sum hava sitið í tinginum noyð­ast at vera meira varin við at lova ov nógv. Vit síggja tað sama í hes­ um valstríðnum. Flokkarnir hava gjørt val­skráir, har til ber at lesa hvat flokkurin ætlar at virka fyri. Ikki alt er raðfest, men tey sum fylgja við og kenna einstøku flokkarnar vita sum oftast, hvat tað er sum krógvar seg aftanfyri einstøku vallyftini. Sjálvandi eru valevnir floksins kunnaðu um hesi viðurskifti og vit hvat tey skulu halda seg til, men tey hava eisini eitt sindur leysari teymar enn flokkurin sjálvur hevur. Ofta koma lyftini til sjónd­ar í valgreinum. Í ein­ støku greinunum eru val­evn­ ini ógvuliga avgjørd á summ­ um økjum og skriva, at tað er júst teirra mál, sums teendur ovast, tá ið ein samgonga fer at raðfeta politikkin. Dømini Vit taka nøkur dømir fram. Øll vita, at heimaflotin hev­ur havt tað ómetaliga tungt seianstu árini. Tað má okkurt gerast við. Kristoff­ur Gaardlykke hevur eitt upp­ skot: »Hetta fara vit í Javnaðar­ flokkinum at broyta, um vit fáa tykkara álit. Loysnin er at gera avtalur við onnur lond, har tey fáa makrel, svartkjaft og møguliga sild. Afturfyri fáa vit botnfisk til línubátar, partrolarar og lemmaskip.« Marin Sigvaldsdóttir Blá­ berg, Fólka­flokk­urin, held­ur, at forð­ingarnar á markn­ aðinum fyri, at vit sleppa at útflyta góðskaðar fiska­ vørur, skulu burtur. So fáa vit einar aðrar Føroy­ar við nógvum eyka arbeiðs­pláss­ um: »Sostatt fara vit í nógv størri mun at síggja fólk við akademiskum og tøkni­ lig­um útbúgvingum í før­ oysku fiskivinnuni. Hetta verður ein jalig gongd fyri tey nýggju ættarliðini av vælútbúnum føroyingum, ið leita sær heimaftur úr útlondum. Hesir føroyingar hava higartil einans havt al­ mennu fyrisitingina at dúva uppá.« Pensjonistarnir Sum vanligt, so dyrgja allir flokkar eftir atkvøðum mill­ um pensjonistarnar. Pen­ sjon­istarnir gerast ein alt størri bólkur av teimum, sum hava valrætt, so tað ræður um at lova teimum betri kor. Á veljarafundi í SMS lov­ aði formaðurin í Fólka­flokk­ inum, at hesir somu pen­ sjonistar skulu sleppa und­an at gjalda skatt av fólka­pen­ sjónini. Bjørg Dam, Javnaðaflokk­ urin skrivar: »Pensjónistarnir, tey eldru í familjuni, skula hava góð og virðilig kor at liva undir. Pensjónsaldurin skal vera fleksibul, so tað verður møguligt at framskunda pen­sjónina, um heilsan bilar. Pensjónin skal í so lítlan mun møguligt mótroknast í arbeiðsinntøku hjá teimum, ið ynskja at arbeiða. Eingin skal liva í fátakaraváða – hvørki ung ella gomul. Tí er málið, at tá vit koma til valdið, fær pensjonisturin um­leið 500 kr meir um mán­ aðin at liva fyri.« Samferðslan Summi lyftir eru meira kon­ kret og løtt hjá veljarunum at minnast. Eitt av teimum kemur frá Ingolf S. Olsen, Tjóð­veldi: »Avtalan um Vágatunnilin skal haldast, og tað merkir, at tá tunnilin er útgoldin og verður latin landinum, verður tað frítt at koyra ígjøg­num hann. Og sum eg havi skilt, skal tunnilin latast landinum í desember 2016, so eftir tað verður bummgjaldið strikað. Røddir hava annars verið frammi um, at tey ferðandi framhaldandi skulu gjalda fyri at koyra ígjøgnum undir­ sjóvartunlarnir, eisini eftir at lánini eru afturgoldin. Tað skal ikki henda, tí tað vildi verið eitt púra greitt avtalubrot.« Í samferðsluni eru altíð mong lyftir, so hetta við at sleppa atkoyra ókeypis gjøgnum ein tunnil er ikki millum tey størstu lyftini. Eisini tí, at onnur hava verið frammi við hesum fyrr. Størru útbyggingarnar kosta meira pening. Sig­ mund Andreasen lovar, at kemur hann til, so verður tunn­ilin til Hvalbiar gjørdur tíðarhóskandi og at kanna eigur at verða, hvat fast samband til Suðuroyar fer at kosta. Um Hvalbiartunnilin sigur Sigmund Andreasen úr Miðflokkinum: »Ongin av teimum mongu lokalu tingmonnum úr Suðuroy hava megnað at fingið ein nýggjan tunnil til Hvalba; og er hetta onki annað enn ein stór skomm. Fólkaflokkurin er sterkur í Hvalba, men hava tit fingið nakra hjálp frá teimum hesum viðvíkjandi? Nei« Eitt av valevnum Sam­ bands­floksins vil hava, at vit fáa eina bankalóggávu í Før­oyum, sum kann hava eftirlit við rentumarginalum og ómaksgjøldum hjá bank­ unum. Martin Pauli Jacobsen, Sambandsflokkurin, skrivar: »Við verandi lóggávu kunnu bankarnir gera sum teir vilja. Hví skulu teir sleppa tað? Kappingarráðið í Fø­roy­ um hevur ongar lógar­heim­ ildir at regulera prísirnar á banka­tænastum – bæði rentu og ómaksgjøldum. Mart­in Pauli Jacobsen, Sam­ bands­flokkurin, skrivar: Føroyum vanta eina banka­lóggávu til at hava eftirlit við rentumarginalum og ómaksgjøldum hjá bank­ unum. Við verandi lóggávu kunnu bankarnir gera sum teir vilja. Hví skulu teir sleppa tað? Kappingarráðið í Før­ oy­um hevur ongar lógar­ heimildir at regulera prís­ irnar á bankatænastum.” Hetta eru bert nøkur dømi um lyftir, sum valevnini til hetta løgtingsvalið hava givið. Stóru valskráirnar Flokkarnir hava sjálvandi valskráir og stevnumið, sum teir arbeiða eftir. Tað er ofta meira langsiktað, men so gera teir sjálvar skráirnar til komandi valskeiðið. Í ár síggja vit ikki tann stóra munin á tí, sum flokk­ arnir vilja gera, verð­ur sæð brutur frá grund­leggjandi stevn­umið­unum hjá flokk­ un­um. Allir flokkar lova at tryggja vælferðina og styrkja búskapin. Har er ong­in munur. Teir lova eisini at gera tað lættari hjá bæði pensjonistum, ungum og lesandi at búgva í Føroyum – eins og teir lova bíligari møgu­leikar at búgva. Hvussu komandi fýra árini fra at laga seg politiskt er ilt at vita. Í blaðnum í dag er ein veljarakanning og í morgin er tað tú – góði lesari – sum fært møguleikan at seta Løgtingið saman. Tá ið tað er gjørt skal sam­gonga skipast – og sam­ gonguskjal skrivast. Ikki fyrr enn tá vita vit, hvønn politikk vit fáa kom­ andi fýra árini. VALLYFTIR TRYGGJA IKKI POLITIKKIN NÆSTA FÝRA ÁRA VALSKEIÐIÐ