mánadagur 31. august 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein loysn at bjarga heilsuverkinum er at stytta arbeiðstíðina hjá starvsfólkinum – uttan at lækka lønina
Skulu arbeiða styttri
– men fyri somu løn
HEILSUVERK
Áki Bertholdsen
– Nú má skil fáast á arbeiðs
umstøðununum hjá starvs
fólkunum í heilsuverkinum.
Hetta eru núverandi –
kanska framtíðar politikarar
– úr øllum flokkum, samdir
um.
Tað kom fram á veljara
fundi, sum tey trý fakfeløgini,
Sjúkrarøktafelagið, Heilsu
røktarafelagið og Heilsu
hjálparafelagið, skipaði fyri
mikukvøldið.
Tey siga, at í dag er veru
leikin, at í miðal eru starvs
fólk í Heilsuverkinum bara
sett í starv 28 tímar um vik
una.
Hinvegin mugu tey taka
nógvar eyka vaktir í frítíðini
fyri at fáa endarnar at røkka
saman, og sostatt arbeiða tey
í roynd og veru nógv meiri
enn tey eru sett í starv til at
arbeiða.
Men ein vansi við eini
slíkari skipan, er, at tey fáa
IKKI eftirløn av tí, tey ar
beiða yvir.
Í summum førum eru
vaktirnar eisini styttar, so
at arbeitt verður einar fimm
tímar um dagin. Og sostatt
noyðast fólk til arbeiðis
hvønn dag, hóast tey bara
eru sett í 0,75 starv, ella har
áleið.
Fakfeløgini halda, at ein
gongd leið er, at vit gera, sum
tey gera í Noregi, har tað er
ásett við lóg, at tey, sum ar
beiða longri enn tey eru sett
í starv til at arbeiða, hava
krav upp á at verða settur
upp í starvstíð so at hon
samsvarar við veruligu ar
beiðstíðina.
Trupulleikin
skal loysast
Hanna Jensen, sum er val
evni, og varatinglimur fyri
Framsókn, heldur rætt og
slætt, at hetta er ein spurn
ingur, sum politiski myndug
leikin eigur at taka ábyrgdina
av at loysa. Hon heldur, at
hetta er ein spurningur, sum
er alt ov umfatandi til at vera
ein samráðingarspurningur
ímillum fakfeløg og arbeiðs
gevarar.
– Tá ið talan er um al
menna
arbeiðsmarknaðin,
kann politiski myndugleikin
ikki bara sita hendur í favn,
men eigur at taka ábyrgdina
á seg at loysa trupulleikan,
heldur hon.
Margretha Kjærbæk, sum
valevni fyri Miðflokkin, og
sjúkrarøktarfrøðingur, held
ur, at starvsfólk skulu sjálvi
sleppa at avgera um tey vilja
arbeiða fulla tíð, ella ikki.
– Er tað neyðugt at áseta
hetta við lóg, má tað gerast,
sigur hon.
Ingvør Justinussen, val
evni fyri Fólkaflokkin, og
somuleiðis sjúkrarøktarfrøð
ingur og varastjóri í Gigni,
vísir á, at tað er ein stórur
trupulleiki, at starvsfólk ikki
sleppa í føst starv, men verða
hildin føst í tímaløntum
størvum.
Hon vísir á, at játtanin til
heilsuverkið er hækkað, men
tað er ikki komin røktini til
góðar, tí næstan alt er farið
til dýrari viðgerðir og dýran
heilivág – sum eisini hevur
verið neyðugt.
Hon vísir eisini á, at tað
er vanligt, at starvsfólk biðja
um at verða sett niður í tíð, tí
orka er rætt og slætt ikki til
at hava eitt fult starv.
Hon sigur, at tað er við
vilja, at fólk bara vera sett í
tímalønt størv, tí tá ið spar
ingar skulu setast í verk,
kunnu tey sigast úr starvi
frá degi til dags.
Eisini Ingi Mittún, valevni
fyri Sambandsflokkin, og
starvsfólk í umsitingini á
Landssjúkrahúsinum, ásann
ar trupulleikin. Men eftir
hansara tykki er ein trupul
leiki, at skal onkur upp í
setanarbrøki,
skal
onkur
annars niður.
Hann vísir á, at játtanin til
heilsuverkið er økt hesi sein
astu árini. Men hækkingin
kemur ikki røktini til góðar,
tí hon røkkur ikki longri enn
til at fíggja tað, sum heilivág
urin er dýrkaður.
– Í nógv ár er røktin ikki
batnað og tí má játtanin
hækka, sigur Ingi Mittún.
Ronald
Poulsen,
sum
er valevni fyri Sjálvstýris
flokkin, heldur, at tað er
burturvið,
at
starvsfólk
bara sleppa at arbeiða 25-
28 tímar um vikuna. Hann
heldur, at trupulleikin er,
at játtanin er ov lítil. Men
hann heldur eisini, at tað er
eitt miðvíst endamál við at
seta fólk í avmarkaða tíð, og
tað er fyri at sleppa undan
útreiðslunum til eftirløn.
– Tey, sum vilja arbeiða
avmarkaða tí, skulu sleppa
tað, men so skulu tey ikki
verða noydd at arbeiða yvir.
Katrin Kallsberg, valevni
fyri Tjóðveldi, og serlækni á
Landssjúkrahúsinum, ásann
ar, at ein orsøk til støðuna,
er, at játtanin er ov lág. Men
talan er eisini um hugburð.
Hon er eisini forkvinna í
Javnstøðunevndini, og hon
heldur, at talan er um eitt
javnstøðumál, men tað er
ikki ein spurningur, sam
gongan hevur gjørt nakað
sum helst við.
– Tvørtur ímóti hava tey
gjørt gjøldur burtur teimum
uppskotum, sum eru komin
um javnstøðu, eisini uppskot
frá javnstøðunevndini hjá
ST.
– Tað er eitt miðvíst enda
mál við at seta fólk í av
makað starv, og tað er at gera
tað lættari at manna kvøld-
og náttarvaktir og vaktirnar
um vikuskiftið og heilidagar.
Hon heldur, at tað er
burturvið at siga, at skal
onkur upp í tíð, má onkur
niður í tíð, tí heilsuverkið
hevur nógvar arbeiðstímar
til tímalønt størv. So saman
við eini hægri játtan, ber væl
til at at fáa viðurskiftini í
rættlag.
Sonja Jógvansdóttir, val
evni fyri Javnaðarflokkin, og
samskipari í Samtaki, ivast
ikki í, at hetta er ein spurn
ingur um peningur.
– Upp á seg eru vit tað
norðurlandið, sum brúka
minst av peningi upp á
heilsuverkið, og tað eru sjálv
sagt viðurskifti, sum raka
sjúklingin.
– Hetta er eisini spurning
ur um, at politiski myndug
leikin gevur lønardeildini í
Fíggjarmálaráðnum
greið
boð um at fáa viðurskiftini
í rættlag. Fær lønardeildin
politisk boð um at samráðst,
so at ongin lønarhækking
verður, ger hon tað.
Sonja Jógvansdóttir held
ur, at okkurt má gerast, tí av
tí, at tey ikki fáa eftirløn av
yvirtíðini, verður stættar
munurin enn grefligari í pen
sjónsárunum.
Styttri arbeiðstíð
– somu løn
Hinvegin føra starvsfólk á
Landssjúkrahúsinum fram,
at ein stórur trupulleiki er, at
skulu starvsfólk í heilsuverk
inum arbeiða fulla tíð, fer
talið á starvsfólki at minka
nógv. Sostatt mugu tey oftari
átaka sær vaktir uttanfyri
vanliga arbeiðstíð. Og eingin
kann bjóða fólki nú á døgum
at tey skulu arbeiða annað
hvørt vikuskifti.
Í hesum sambandi halda
fleiri velevni ein máti at
loysa hendan trupulleikan
er, at stytta arbeiðstíðina.
– Ein máti er at vit í
Føroyum gera, sum tey gera í
Noregi, har eitt fult starv hjá
teimum, sum arbeiða í skift
andi vaktum, er 32,5 tímar,
men tað skal sjálvsagt vera
uttan at lønin lækkar.
Katrin Kallsberg heldur,
at tað er avoldað skipan, at
tvíhalda um eina 40 tíma ar
beiðsviku í háteknologiskum
umsorganarfaki, sum røktin
í heilsuverkinum er.
Ingi Mittún skilur væl
trupulleikan,
men
hann
heldur, at tað er óheppið, at
politiski myndugleikin lóg
gevir um arbeiðsmarknaðin,
tí tað eigur at vera ein sam
ráðingarspurningur
ímill
um fakfeløgini og Fíggjar
málaráðið. Hann vísir á, at
skal játtanin til heilsuverkið
hækka,
skal
játtanin
til
onnur endamál lækka fyri
at fáa kabalina at ganga upp.
Margretha
Kjærbæk
heldur, at arbeiðstíðin fyri
fult starv verður lækkað
niður í 32,5 tímar. Eisini
Ronald Poulsen og Sonja
Jógvansdóttir taka undir við
at taka málið upp við tí fyri
eyga at stytta arbeiðsvikuna.
Hanna Jensen ásannar, at
ein loysn kann vera at lækka
tímatalið í einum fullum
starvi niður í 32,5 tímar.
aki@sosialurin.fo
Vánaligar umstøður
Umstøðurnar hjá starvsfólki í heilsuverkinum eru so vánaligar, at tey mistrívast.
Tey sleppa ikki at arbeiða fulla tíð og fáa ikki pensjón av yvirtíð
Savnsmynd