Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 Ársaðalfundur Ársaðalfundurin hjá Camping.fo verður leygardagin tann 19/09-2015 kl.13.30. í hølum hjá Vest Pack, fjarðarvegur 5 í Vestmanna. Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis: 1. Val av fundarstjóra og skrivara, 2. Formaðurin greiður frá árinum, 3. Ársroknskapur til góðkenningar, 4. Val av nevndarlimum, grannskoðara og einum tiltakslimi, 5. Ásetan av limagjaldi 6. Lógarmál, 7. Ymiskt. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan ársaðalfundinum. Møti fjølment Føroya mynda­kalendari 2016 fæst í sølubúðum kring landið Tú kanst eisini bíleggja hann á tlf. 341800 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Miðlahúsið • Tórsgøta 1 • 100 Tórshavn Tíðaravmarkaða starvið sum verkætlanarleiðari fyri undirstøðu­ kervispartin av verkætlanini Fargen – genom føroyinga – verður lýst leyst at søkja. Verkætlanarleiðarin skal standa fyri at fremja arbeiðið at menna ein infrastruktur fyri genomanalysu í Føroyum. Tíðaravmarkaða hálvtíðarstarvið sum samskipari til verkætlanina Fargen – genom føroyinga – verður við hesum lýst leyst at søkja. Samskiparin skal standa fyri arbeiðinum at kunna um Fargen verkætlanina, og at útvega fólk at luttaka í verkætlanini. Verkætlanin byrjar sum skjótast og heldur áfram til juli 2017. Bakgrund og endamál Til at menna granskingarundirstøðukervið hjá Ílegusavninum, soleiðis at nýggir møguleikar fyri nútíðar genom­gransking av føroyska fólkinum kunna fremjast í framtíðini, er ætlanin við hesi verkætlan at gera eitt savn í vevnaðarskránni við talgildum DNA, tvs. lisnum, ikki hagfrøðisliga greinaðum, genomun hjá 1500 føroyingum. Í fyrsta umfari verður bert kemiska analysan av arva­ stronginum gjørd, men kannað verður ikki, hvat kemisku úrslitini siga um sjúkur og eginleikar. Arvastrongurin er samansettur av fleiri milliónum basupørum, sum seinni skulu greinast fyri at geva meining. Tey kemisku úrslitini verða goymd í Ílegusavninum sum ikki hagfrøðisliga greinaðar fílur á harðdiskum. Upplýsingarnar í hesi skrá eru vardar soleiðis, sum lógin ásetur, at ílegur eiga at verða vardar. Fyri tey, sum játta at verða við í verkætlanini, merkir tað, at tey skulu lata eina blóðroynd. Tey fáa onga vitan aftur um kemisku analysurnar, fyrr enn tey møguliga verða boðin at luttaka í eini granskingarverkætlan. Tað merkir, at tey, sum játta, kunnu fáa fleiri fyrispurningar um at luttaka í granskingarverkætlanum, og avgerða tey sjálvi, um tey vilja at luttaka. Um starvið sum verkætlanarleiðari Hevur tú førleika, áhuga og hegni at átaka tær starvið sum verkætlanarleiðari og virka fyri at menna verkætlanina, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum verkætlanarleiðari fyri Fargen verkætlanina. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Verkætlanarleiðarin hevur ábyrgdina av: • at genom sekventeringin verður framd, • at verkætlanin verður gjøgnumførd á høgum fakligum stigi, • leiðsluni av analysuarbeiðinum, • at luttaka í sjálvum analysuarbeiðinum. Verkætlanarleiðarin vísir til vísindaliga leiðaran, sum vísir til stjóran á Ílegusavninum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava hóskandi kandidatútbúgving innan náttúru vísind ella heilsuvísind, við serfrøði í molekylær biologi og haraftrat helst hava eina PhD. útbúgving. Starvsroyndir innan ílegu­ og genomkanningar eru ein fyrimunur. Um starvið sum kunningarsamskipari Hevur tú førleika, áhuga og hegni at átaka tær starvið sum kunningarsamskipari og virka fyri at menna verkætlanina, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum samskipari fyri Fargen verk ætlanina. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Samskiparin hevur ábyrgdina av: • kunning og samskifti við einstaklingar, sum umhugsa at luttaka í verkætlanini, soleiðis at luttakarar verða førir fyri at kunna geva “kunnað samtykki”., • tað at útvega fólk til at luttaka í verkætlanina • at gera kunnandi tilfar til heimasíðuna, serliga ætlað luttakarum, • at menna vitan og kunning innan etisku, løgfrøðiligu og sosialu viðurskiftini knýtt at arbeiðinum at menna ein infrastruktur fyri genomanalysu í Føroyum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu helst hava eina hóskandi hægri útbúgving. Góður kunnleiki til skrivligt og munnligt føroyskt og enskt er týdningarmikið. Starvsroyndir innan samskifti við og kunning av sjúklingum og viðskiftafólkum eru ein fyrimunur. Setanarviðurskifti Setanarøkið er Ílegusavnið. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsóknir Umsókn saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum við­ mælum skal verða Ílegusavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. september 2015. Umsóknin verður stílað til: Ílegusavnið, J.C. Svabosgøta 43, 100 Tórshavn ella við t­posti: director@biobank.gov.fo Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Guðrið Andorsdóttir, stjóra, tlf. 591020 ella Pál Weihe, yvirlækna, tlf. 216696. Tíðaravmarkað starv sum verkætlanarleiðari til Fargen verkætlanina Tíðaravmarkað hálvtíðarstarv sum samskipari til Fargen verkætlanina Verkætlanarbygnaður Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við Ílegusavnið um at hýsa og fremja Fargen verkætlanini. Stjórin á Ílegusavninum (Guðrið Andorsdóttir) hevur ábyrgdina av verkætlanini. Hini í verkætlarnarstjórnini eru kliniski ábyrgdarhavin (Bjarni á Steig, yvirlækni) og vísindaligi leiðarin (Professor Pál Weihe, yvirlækni). Verkætlanin verður stýrd og fylgd av einum stýrisbólki, sum skal tryggja, at virksemi í verkætlanini er í tráð við føroyska lóggávu, at virksemi verður framt á høgum fakligum stigi, og at støða verður tikin til etisk viðurskifti. Haraftrat skal stýrisbólkurin tryggja, at verkætlanin er grundfest í føroyska granskingar­ umhvørvinum við tí endamáli at avkastið av verkætlanini verður so stórt sum gjørligt fyri Føroyar.