Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ferðslutrygd er í hesum døgum far­ ið undir herferð at fáa føroyingar at brúka trygdarbelti. Hetta verð­ur millum annað gjørt við, at fýra lið í Effodeildini og eitt kvinn­u­lið í 1. deild fara at spæla fótbólt í troyggj­um við trydarbelti á. Endamálið er at varpa ljós á týdningin av trygd­ar­beltum undir heitinum, ‘Ferðsla er ikki eitt spæl – nýt altíð trygd­ar­belti’. Tað var tann tíð, tá fólk í miðl­u­ num keglaðust um nyttuna av trygd­ ar­beltum. Summi vildu vera við, at trygd­arbelti vóru beinleiðis lívs­hætt­ is­lig. Men skilið vann, og eingin sig­ur slíkt í dag. Sum Ferðslutrygd vísir á, so ert tú í ørm­unum á trygdarbeltinum, tá tað gong­ur galið í bilvanlukku – og hetta hava flestallir føroyingar á­sannað. Tí brúkar stórur partur av okkum trygdarbelti. Men tann lítli part­urin, sum framvegis koyrir utt­ an trygdarbelti, er týðiliga yvir­um­ boð­aður í deyðsvanlukkum, sam­bært Ferðslutrygd. Gallupkanning frá apríl í ár vísir, at 96 pro­sent av føroyingum siga seg alt­íð brúka trygdarbelti, tá tey eru bil­førarar ella sita frammanfyri. Sita fólk á baksetri, siga 85 prosent seg al­tíð brúka trygdarbelti. Er tal­an um busskoyring eru bert til­sam­ans 49 prosent, sum siga seg altíð brúka trygdarbelti, um tað er tókt í buss­ inum. Millum ung 15-24 ár eru ein­ ans 27 prosent, sum siga seg brúka trygdarbelti í bussi, sum er harm­i­ligt, tá væntast kann, at serliga ung koyra í bussi. Tað er tí einki at ivast í, at trygd­ ar­belti eiga lívið í mongum før­oy­ ingi. Tað eru skjótt 30 ár síðani, at tað við lóg varð ásett, at tú skuldi nýta trygdarbelti, har tey vóru tøk í bil­u­ num. Fyrstu árini høvdu bilar bert trygdarbelti framman – men í 1986 varð lógin broytt soleiðis, at bil­ar skulu hava trygdarbelti á øllum pláss­um. Tí eru ættarlið, sum eru upp­vaksin við trygdarbeltum. Tað er spell, at hendan góða sið­ venj­an ikki er eins væl gjøgn­um­førd, tá vit koyra í bussi. Men tað er uttan iva ein vani, sum skal til­venj­ast. Tað eru í dag 87 ár síðani fyrsta fólk í Føroyum lag í lív í ferðslu­van­lukku, tá ein bilur fór út av á Varma­keld­u­eiði í Fuglafirði og eitt ferða­fólk doyði. Síðani hesa fyrstu vanlukkuna eru 281 fólk deyð í ferðsluni í Før­oy­um, harav 202 menn og 79 kvinnur. Tað er týðuligt, at trygdarbeltið hev­ur hjálpt upp á óhugnaligu hag­ tølini. Frá tí at lógarkravið kom um trygdarbelti lækkaðu deyðs­tøl­ini, sum toppaðu í sejyti- og átta­ti­ár­ unum. Okkurt árið hesari øldini hava hagtølini fyri deyð í ferðslini ver­ið á støði við tað, sum tey vóru 1920-, 30- og 40-árunum. Tað sigur okk­um nógv um, hvussu nógv ein hug­burðs­broyting og vani kann broyta, tí bilatalið er vaksið nógv tús­und prosent hetta tíðarskeiðið. Hetta byggir undir 0-hug­sjón­ina, sum sig­ur, at eingin skal doyggja ella verða álv­arsliga skaddur í ferðsluni. Trygdarbeltið hevur bøtt um óhugnalig deyðstøl í ferðsluni Trygdarbelti verja mannalív Løg­ mað­ur og veru­leik­in Heðin Mortensen kjaksíða 8 Makr­ el­ki­oskir Fólka­ floksins Frank davidsen kjak Síða 8 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Móttøka fyri Jóhonnu og Jørgeni Í sambandi við at Jóhanna á Bergi hevur tikið við sum nýggjur stjóri hjá At­lant­ic Airways og Jørgen Holme gevst sum stjóri, verð­ ur al­menn móttøka á skriv­stov­uni hjá At­lantic Airways á Vága Floghavn fríggja­dagin 4. sep­tem­ber mill­ um kl. 10:00 - 12:00. Jóhanna á Bergi er 44 ára gom­ul, og hon hevur drúgv­ ar royndir í leiðslu og nevnd­ ararbeiði. Seinastu níggju árini hev­ ur hon verið stjóri á Far­oe Ship. Hon hevur leiðslu­út­ búgv­ing frá Robert Gordon Uni­vers­ity í Skotlandi, og har­um­framt er hon út­búgv­ in innan sølu og markn­að­ ar­før­ing á Danska Eks­port­ skúl­a­num. Jørgen Holme tók í nov­ em­ber 2013 fyribils við stjór­a­starvinum í At­lan­t­ic Air­ways í einum skift­i­s­tíð­ar­ skeiði, sum í mesta lagi skuldi vara tvey ár. Blaðið, tygum nú sita við, er skrivað og prentað áðr­enn valhølini lótu aftur týs­kvøld­ ið. Mikudagsblaðið verður greitt til prent­ingar klokkan 16 týsdag, og var tað tí ov seint hjá val­evn­um at lýsa og skriva í hesari útgávuni, sum heldur ikki náddi at fáa val­úrsl­itið við. Fríggjadagsblaðið, sum fæst á høv­uðs­stað­ar­leiðini í ann­að­kvøld og á netinum seinn­a­part­in í morgin, verð­ ur á trem­ur við til­fari frá vali­num. Har tosa vit við vinn­arar og taparar – og fregn­ast um, hvør skal stjórna Føroyum næstu fýra ár­ini. Blaðið millum valið og úrslitini At valini seinastu árini eru farin at snúgva seg meira um persónar enn um floks­ hug­sjón­ir er kanska ikki so løgið. Tí valskipanin eigur kanska sín lut. Tá vit fingu floksbýti á tingi í 1906 kundi veljarin bara at­kvøða fyri flokkinum, sum still­ar fólk upp í nummarrøð. Fekk flokkur so eitt nú tvey um­boð í einum valdømi, so var tað av sær sjálvum nummar 1 og nummar 2 á listanum sum varð valdur. Til varið í 1940 var hetta broytt soleiðis, at stillað var upp í nummarrøð – men tað var bara nummar eitt, sum hevði fyrimun. Skuldi numm­ ar tvey á listanum velj­ast fram um nummar eitt, so skuldi hann hava fleiri at­kvøður enn nummar eitt + lista­at­kvøð­ur­ nar. Tað hendi viðhvørt, og tað kall­aðu tey »at spreingja list­an«. Í 1966 var skipanin broytt so­leiðis, sum vit kenna tað í dag. Tann á listanum, um fær flest­ar persónligar atkvøður verð­ur valdur. Og um flokkur fekk fleiri fólk í einum val­ dømi, so varp býtt eftir, hvør ið hevði flestar atkvøður. Fram til og við valinum í 2004 varð talt upp í hvørjum av teim­um sjey valdømunum sær. Síðani vóru teir 27 ting­ sess­irnir býttir eftir, hvør vann teir umdømisvaldu ting­sess­ir­nar. Tá valið varð gjørt upp, vórðu teir fimm eyka­sess­ir­nir býtt­ir út alt eftir, hvussu nógvar »av­lops­ at­kvøð­ur« flokkarnir høvdu. Síðani 2008 hevur Føroyar ver­ið eitt valdømi – og tí verð­ ur alt valið gjørt upp í ein­um. Fyri at verða við í ting­manna­ býti­num skal ein flokkurin hava 1/33 part av atkvøðunu. Tað er 3,03 prsent. Á valinum í 2011 svaraði tað til 926 at­kvøð­ ur. Fyrr valdu tey bara flokkarnar Jørgen Holme, sum hevur verið stjóri síðani november 2013 leggur frá sær... ... og Jóhanna á Bergi tók við sum nýggjur stjóri í gjár