Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Í seinasta lagi hósdagin 17. september verður Løgtingið sett. Hesaferð er tað eins og seinast Poul Michelsen, Fram­sókn, sum setir tingið og skipar fyri valinum av ting­for­manni og næst­for­ mannum. Poul Michelsen fær hetta álitisstarv sum elsti ting­ maðurin. 33 fólk eru vald til Løg­ tingið og tey sita í Løg­ting­ inum í mesta lagi í fýra ár. Føroyska stýris­skipanar­ lóg­in sigur, at valskeiðið er í mesta lagi fýra ár, men løg­mað­ur ella tingið sjálvt kunnu av­gera at val verður hildið áðrenn fýra ár eru lilðin. Á fyrsta fundinum, sum í seiansta lagi verður um 11 dagar, skal tingið sjálvt kanna eftir um tey 33, sum eru vald hava rætt at sita í ting­inum. Ein fimm manna nevnd verður sett at kanna gerða­ bøkurnar hjá val­stýr­unum og tryggja at tey røttu fólkini eru kallaði til fundar. Hendan nevndin skal eis­ ini kanna um tey valdu lúka allar treytir, sum skulu til fyri at vera partur av ting­ inum. Tað snýr seg fyrst og fremst um ríkisborgara­skap­ urin er í lagi og um við­kom­ andi býr í Føroyum og er í minsta lagi 18 ár. Eitt annað, sum verður kannað er um tey valdu er verdug at taka sæti á tingi. Her verður hugt eftir um fólk eru dømd fyri nakað revsi­vert og sum ger tey óverdug. Í lógini stendur: Stk. 2. Tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdugur til tingsess, uttan so, at hann fær fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm.  Hóast hesar ásetingar, so ber til hjá fólki at verða vald um so er, at minst fimm ár eru liðin frá tí at ein revsing er avsitin. Álitisstørvini Tá ið fólk eru vald á ting, so eru tað ávísar treytir, sum skulu uppfyllast. Millum ann­að skulu tey valdu leggja øll álitis­størv frá sær, sum ikki bein­leiðis eru fólkavald. Stýrisskipanarlógin sigur: Tá ið góðkent er, at løg­tings­ maður er valdur, skal hann leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð. Hetta vil siga, at situr ein løgtingslimur í einum bý- ella bygdaráåð, so kann við­ kom­andi gott tað, tí talan er um, at viðkomandi er bein­ leiðis fólkavaldur. Hevur landsstýrið hin­ vegin tilnevnt viðkomandi sum lim í onkrum ráð ella onkrari nevnd, so skal ting­ limurin leggja hesa umboðan frá sær. Tey grundleggjandi viður­ skiftini viðvíkjandi Løg­ting­ inum eru skipað í lógini um stýrisskipan Føroya, men sjálvt tað dagliga arbeiði í ting­inum verður gjørt eftir ting­skipanini, sum tingið sjálvt hevur gjørt. Tingskipanin Í tingskipanin stendur hvussu val fer fram til for­ mans­skapin og til tær ymsu nevndir­nar. Har verður eisini víst á hvussu stórar heimildir for­ mans­skapurin hevur. For­ mans­skapurin verður valdur fyri fýra ár í senn og hann kann ikki skiftst út uttan so at fýra fimtingar av teimum 33 tinglimunum semjast um tað. Formans­skapurin um­ boð­ar alt tingið úteftir. Umframt at Løgtingið hevur ein formansskap, so hevur tað eisini eina um­sit­ ing og ein stjóra. Í løtuni er tað Jonhard Klettheyggj, sum er stjóri í Løgtinginum. Hann av­ loysti fyri einum ári síðani Súsannu Danielsen í starv­ inum, so hetta er fyrsta val, nýggi stjórin í tinginum upp­ livir sum løgtingsstjóri. post@sosialurin.fo Tingið saman í seinasta lagi um 11 yrkadagar Eins og eftir seinasta løgtingsval, so verður tað Poul Michelsen, Framsókn, sum setir tingið í seinasta lagi um 11 yrkadagar – 12 yrkadagar eftir valið løgtingsval Nú er ferð á samráðingunum um samgongu Longu beint eftir valúrslitið í gjárkvøldið var farið undir at kanna møguleikarnar fyri, hvør samgonga ber til at skipa Meðan tey flestu valevnini helst liggja afturá og hvíla seg eftir harða valdystin, so eru hørðu kjarnurnar í polit­isku flokkunum í ferð við at skipa samgongu. Longu tá ið valúrslitið fyri­liggur er vanligt, at topp­ar­nir í flokkunum teks eitt sindur saman, men teir skulu eisini tosa við bak­ landið áðrenn teir av álvara fara at viðgera samgongu­ møguleikarnar. Sjálvdan er tað so eftir eitt val, at tað er upplagt at síggja, hvør hóskar væl at fara í samgonu saman. Í hesum føri er tað held­ ur onki undantak. Floks­ for­mennirnir hava í val­ stríð­num verið avgjørdir í summ­um førum og hava sagt, hvønn teir ikki kunnu fara í samgongu við. Fyrst var tað Aksel V. Johannesen, sum boðaði frá, at tað ikki ber til hjá Javn­aðar­flokkinum at fara í sam­gongu við Fólkaflokkin. Hetta var fyrsta blokker­ ingin. So segði Høgni Hoydal, Tjóðveldi, at hans­ara flokkur ikki kann fara í sam­gongu við Sambands­ flokkin. Í gjár segði Poul Michelsen, at er Mið­flokk­ urin partur av eini sm­gongu og noktar fyri at til skal bera at viðgera hjúnar­bands­lóg­ ina og viðurskiftini hjá sam­ kyndum, so kann Framsókn ikki vera partur av somu samgongu. Og Jógvan Skorheim hev­ur sagt, at Nýtt Sjálv­ stýri vil sleppa undan at fara í eina samgongu, sum velir Kaj Leo Holm Johannesen, Sam­bands­ flokk­urin, til løgmann. Afturat hesum kemur sjálvandi tað matematiska býtið av tingsessum, sum valið gav. Og so er tað sjálvur politikkurin. Hetta er alt avgerandi atlit, sum skulu taklast undir samráðingunum. Sjálv­andi víkir onkur frá tí, sum sagt var undir val­stríð­ num, men tað skal bera tila t skriva eitt sam­gongu­skjal, sum allir partar í sam­gong­ uni kunnu liva við komandi fýra árini. Uppgávurnar fyri framm­an eru risastórr. Ný­ skipan av fiskivinnuni, pen­ sjóns­skipanin og trggjan av langtíðar hald­før­inum í búskapinum standa ógvu­ liga ovarlaga á polit­isku dags­skránni kom­andi fýra árini.