Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heðin Mortensen valevni hjá Javnaðarflokkinum Í SVF í gjárkvøldi prógv­aði løgmaður – Kaj Leo Holm Jo­ hannesen, sum átti at verið løgmaður hjá øllum Føroya fólki – at hann nógv heldur vil leypa á tey 41 prosentini av Føroya fólki, sum búgva í Tórs­ havnar komm­unu, enn at verja politikkin, sum hann sum sam­ gongu­leiðari hev­ur ført. Fyri tað fyrsta, so er tað bein­ leiðis lygn, tá løgmaður sigur, at Tórs­havnar býráð ikki hevur givið borg­arunum nakran lætta. Vit hava lækk­að skattin við einum hálvum pro­senti. Men tað er ikki alt, langt frá. Harafturat hevur býráðið hækk­ að barnafrádráttin við 45 pro­sent­ um. Tað er ein heilt ítøkiligur lætti hvønn mánaða. Beinleiðis til allar barnafamiljur. Samstundis hava vit bæði hækk­ að systkinafrádráttin og lækkað dagstovnagjaldið. Meg lysti at vita, hvar í okkara parti av heiminum tað ber til at finna so dygdargóð tilboð fyri so lágan kostnað sum í Tórshavnar kommunu. Hesar ágóðar eru vit ikki komin sovandi til: Vit hava raðfest og um­ rað­fest ferð eftir ferð, og funnið mun­andi sparingar í rakstrinum. Stórt meira enn hetta ber ikki til at gera í kommunalpolitikki, við verandi lóggávu. – Ikki tað, hetta er nógv vert fyri havnar­borg­arar; men geva tit veljarar nú Javn­aðar­ flokkinum tað álit sum vit vóna, so skulu tit so sanniliga eisini síggja, hvussu skjótt Javnaðar­flokk­urin kann geva okkum øllum einar rætt­ vísari og liviligari Føroyar. – Tá fer at grógva um gangandi fót! Hvat hevur samgongan, sum Kaj Leo Holm Johannesen stendur fyri, gjørt? Jú, hon hevur tikið pening frá kommununum, og hevur “nápað” 40 % burturav okkara framtíðar pen­sjónum – mest frá teimum fá­tæk­astu, sjálvandi – og givið hægstu lønarinntøkum í landinum hvørt einasta oyra, og meira aftrat, í skatta­lætta! Alla æru vert....ella hvussu? Eg skal leggja afturat, at eg eri errin av at standa á odda fyri eini søguliga breiðari sam­gongu í býráðnum, sum eisini Sam­bands­ flokkurin í býráðnum er partur av. Men heldur enn at vera errin av avrikunum, sum vit hava framt í felag, er líkt til, at Kaj Leo Holm Jo­hannessen velur at lítilsvirða sam­haldsfasta arbeiðið, sum eisini Sambandsflokkurin í býráðnum hevur verið partur av, tí eftir øllum at døma telur tað meira at ofra flokkin fyri at royna at vinna sær sjálvum nakrar bíligar atkvøður aftrat í seinastu løtu. Slíkt eru menn.....ella hvussu? Hugsa um hetta tá tú setur kross­in! Løgmaður móti veruleikanum KJAK Frank Davidsen Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt Fólka­ floks­formannin for­hánis­liga gera vart við, at tað kom ikki uppá tal við eini uppboðsølu av fiskirættindum, frá eini kiosk á Vaglinum. Men nú hevur so Kringvarpið skjalprógva, at makrelbúðir við Fólka­floksins vælsignilsi luta út fólk­sins ogn. Ein makrelbúð á Økr­ um, meðan onnur liggur í Sunda­ lagnum. Meðan tann á Økrum lutar fiskirættindi í milliónaklassanum út ókeypis, so er tað makrelbúðin í Sundalagnum sum er aktørurin ið setir dagsskránna. Í millum annað hvønn prís og hvussu nógvar milli­ ónir skulu inn á konto teirra, fyri makreloyvini hesi hava fingið ókeyp­is frá Fiskimálaráðnum. Sambært Kringvarpinum sum hevur fingið innlit í hesi skjøl, so er dagprísurin at keypa kvotu frá kvotabarónunum, 35 % av av­ reiðingarvirðinum. Sum eg skilti so hevði eitt reiðarí keypt 7000 tons av makreli frá makrelbúðini í Sundalagnum. Fyri hesi tonsini skuldi reiðaríi leggja 3,5 milliónir krónur á borðið. Harafturat skal gjaldast tilfeingisgjald í lands­kass­ an, soleiðis at áðrenn ein byrjar fiski­skap, so hevur reiðarin eina skuld sum svarar til 45 % av metta avreiðingavirðinum. Henda gongd hevur í áratíggjir verið kjarnan í fiskivinnupolitikki Fólkafloksins. Ein gongd sum hev­ ur undirgrivið okkara fiskivinnu­ lóg­gávu, soleiðis at skuldin bara er vaks­in, við tí úrslitið at eing­in endur­nýggjan av okkara heima­ flota hevur verið seinastu hálvu øldina. Tildømis gomul línuskip ið eru meira enn eina hálva øld gomul, eru óteljandi ferðir upp í gjøgnum árini keyp og seld, soleiðis at virði á teimum er fleirfald. Jú eldri tey eru blivin tess meira er virði hækka. Ja, sjálvt skip ið gjøgnum órøkisskap hava ligið á havsins botni, eru seld fyri milliónir, eina og aleina fyri at fáa hendir á tí kvotu ið skipið reiðaríi hevði fingið ókeypis úr Fiskimálaráðnum. Henda kapitalisering av serliga okkara fiskiflota ið fram er farin við Fólkaflokkinum sum høvusleikara, kemur ar hava við sær, at tað ein­ ans eru tey kapitalsterku reiðaríini í uppisjóarflotanum, eins og eigar­ ar­nir av flakatrolarnum í við tíðini gerast eigarar av okkara heima­ flota. Sostatt koma 4-5 reiðarí at eiga allan okkara heimaflota og flot­an í Barentshavinum. Bert tað sum hevur gingið fyri seg í samband við, at eitt reiða­rí kann keypa kvotur, og sama reiðarí leggur fígging á borðið til tað sum svarar til 45 av avreiðingarvirðinum, er full­ komu­liga burturvið. Eins og tað vísur greitt, at hetta er strá­manna­ virksemi, tí eingin fíggjar­stovnur kann vera við til at fíggja hatta virk­semi, sum mest av øllum minn­ ur um gekkaspæl. So kann ein spyrja seg sjávan, hvussu tað kann bera til, at polit­ iskir flokkar stuðla ein fiski­vinnu­ politik, har peningur ið gerst tøkur fyri keyp og sølu av kvotum og fiskiloyvum, ikki kan koma tí føroyska fiskimanninum og annars øllum skattgjaldarnum tilgóðar , men fer ístaðin í lummarnar á nøkrum kvotabarónum. Sama reiðarí fór fyri tveimum árum út í fjølmiðlarnar og kunn­ gjørdi, at hesi væntaði sær 20.000 tons av føroysku makrelkvotini. Ilt er at siga hví hesir vóru so av­ gjørdir tá teir fóru í fjølmiðlarnar at kannað sær 20.000 tons av makrel­kvotuni fram um aðrar, serliga tá hesi 20.000 tonsini høvdu eitt avreiðingarvirði ið táttaði væl í 150 milliónir krónur. Helst høvdu teir fingið eitt prei um at teimum untist eina makrel­ kvotu frá hægri maktum. Undir øll­um umstøðum so gjørdist tað so rokaligt við skipinum Asbjørn Senior, at tey 20.000 tonsini ongan­ tíð gjørdist veruleiki. Sami Asbjørn Senior hevur aftur verið á breddanum nú um dagarnar, við at ganga uttan Før­ oya fiskimannafelag, samstund­ is sum manningarfeløgini hava bann­að teirra limum at sam­ starva við hetta reiðaríi, so leingi sum hýruviðurskiftini við mann­ ingarfeløgini ikki vóru í lagið. Og fyri at sleppa sær undan at gjalda manningini tað hesir áttu tilgóðar, so tók reiðaríi í evstu løtu tað heilt óvanliga stig, at" flagga skipið út" til eina bananrepublik, dagin fyri sum Føroya Rættur skuldi viðgera málið um hýru ið mann­ingin hevði tilgóðar hjá reiða­ rínum. Jú sanniliga, hetta er fiski­ vinnu­politikkur Fólkafloksins tá hann er bestur. Kemur hesin flokk­ur aftur til valdið, so kemur tað ikki at snúgva seg um 10 tals milliónir í kvotabarónarnir stinga í sín egna lumma. Tí við teimum astronomisku virðum í upp­ sjóarvinnuni í dag, so verða tað við sama fiskivinnupolitikki hundr­ aðar milliónir í kvotabarónarnir koma at seta inn á sína persónligu konto framyvur. Tí umrokna vit virðini av makrel­kvotuni uppá 150.000 tons og avreiðingarprísurin er sjey krónur kilo., so er samlaða avreiðigarvirði omanfyri milliardina. Stóri knasturin hjá okkara unga ættarliðið, at sleppa inn í fiski­ vinnuna yvurhøvur er og hevur verið fiskivinnupolitikkur Fólka­ floksins. Tey kunna bara keypa sær skip, skrálar Fiskimálaráðharrin. Vit kunna bert taka tað eina av ótelj­andi dømum, og er tað nógv umtalaða skipi Anita. Hví bleiv skipið selt til Spania ístaðin fyri at føroyingar keyptu skipið. Einfalda orsøkin var, at um føroyingar skuldu keypa skipið, so skuldu teir flyta reiðarnum 7-8 milliónir á hans­ara persónligu konto fyri kvotuna, áðrenn teir skuldu bjóða uppá sjálvan skrokkin á Anitu. Eingin við vanligum vit og skilið fer at gjalda fyri politisku luftkasteller Fólkafloksins har meginparturin av peninginum skal niður í lumm­ arnar á reiðarnum fyri at fáa eitt fiskiloyvi. Ístaðin fyri skal hesin pen­ingur koma okkara unga ættar­ liðið av fiskimonnum tilgóðar. Tí eingir vanligir fiskimenn hava nakran livandi møguleika at for­ renta eina íløgu har 2/3 av íløguni er bert fyri kvotuna hjá skipinum. Tað eru eisini dømir um, at reiðarí sum er gavst í fiskivinnuni har skipið hevði eitt virði uppá 100 milliónir krónur. Men tá skipið var selt, so ljóðaði keypsvirði uppá 300 millónir krónur, tí sjálv kvotan hevði eitt virði uppá 200 milliónir krónur. Sá í donskun fjølmiðli herfyri, at ein stjóri á danskari fyritøku í fráfaringargávu fekk "et gyld­ ent håndtryk" har hann fekk 41 milliónir krónur inn á sína konto.. Hetta er júst sami fiskivinnu­poli­ tikkur ið tann Føroyski Fólka­flokk­ urin hevur staðið garantur fyri. Allir flokkar eins og flestu veljarar eru greið yvur, at ein­ asti møguleiki at fáa eina breiða, burðardygga og gjøgnum­skygda fiskivinnuavtalu í kom­andi val- skeiðið, er uttan um Fólka­flokk­in. Rós til teir í Sambandsflokkinum ið stóðu stinnir, og ikki boygdu seg fyri trýstinum soleiðis, at vi ikki fingu eina fiskivinnuskipan eftir leisti Fólkafloksins. Vónandi finna allir flokkar sam­an aftaná løgtingsvalið, og gera eina fiskivinnuavtalu fyrst í komandi valskeiðið. Makrelkioskir Fólkafloksins