týsdagur 1. september 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100
10
Sosialurin
19. september verður skipað fyri hátíðarløtu á Skúlatrøð
– í Skúlanum við Ósánna – har ættarfólk og kenningar hjá
Óla Dahl og Bernhardi Brim greiða frá og sýna fram myndir
og kanska okkurt, sum ikki hevur verið frammi fyrr.
Eisini verða sungnir sangir eftir teir, og skúlin
hevur skipað eitt barnakór, sum eisini kemur
at syngja tveir sangir – ein frá hvørjum.
Kristinbjørg Høgnesen fer at siga frá um bókmentir teirra,
og hátíðarhaldið endar við, at Klaksvíkar Dansifelag kvøður
brot úr Harra Pætur og Elinborg, sum Óli Dahl, ið var ein
av stigtakarunum til Klaksvíkar Dansifelag, »átti«.
Framsýning við verkum, ljóð- og flimsbrotum eftir Óla Dahl og
Bernhard Brim verður at síggja í stovunum kring miðhøllina í
Skúlanum við Ósánna og á Bókasavninum vikuna eftir tiltakið.
Óli Dahl er føddur 26. juni 1915 í Funningi og
doyði í Klaksvík 30. oktober 1992.
Bernhard Brim er føddur 7. november 1915 við
Gjógv og doyði í Klaksvík 27. september 1969.
Árni Dahl skrivar í Bókmentasøga I-III. Fannir,
1980-83 um Óla Dahl og Bernhard Brim:
100 ára hátíðarløta fyri
Óla Dahl og Bernhard Brim
Óli Dahl. Hann er føddur í
Funningi í 1915. Fjúrtan ára
gamal fór hann til skips og
var burtur í 6 ár, hann fór
so á Føroya Læraraskúla
og tók prógv í 1938. Fyrstu
árini var hann vikarur í
ymiskum bygdum, lærari
í Elduvík og Funningsfirði
1945-46, á Viðareiði 1946-53
og í Klaksvík frá 1953, til
hann í 1982 legði starvið frá
sær vegna aldur og við eftir
løn. Óli hevur dúgliga tikið
lut í mentanarligum starvi,
hann var drúgt skifti for
maður í Klaksvíkar Sjón
leikarfelag
og
plagdi
at
skipa fyri bókadagshaldi fe
lagsins, og hann var ein av
stovnarunum av Klaksvíkar
Dansifelag í 1954.
Skrivliga virksemi hans
ara fevnir víða, hann var í
átta ár blaðstjóri á Klaks
víkarblaðnum Norðlýsinum,
hann hevur alt frá fyrsta út
gávuárinum, 1959, verið ein
teirra, ið stjórnaði jólablað
num »Hugnalig jól«, hann
er yrkjari og barnabókahøv
undur.
Yrkingasøvn
hansara
eru tvey í tali: »Landnám«,
1960, og »FjallaBrúður«, 1975.
Innihaldið fevnir um árs
tíðarlýsingar,
minningar
kvæði, sálmakendar sangir
og týðingar úr grannamál
um. Hann hevur eisini skriv
að stuttsøgur, ið savnaðar
vórðu í savninum »Hví« 1966.
Evni, ið viðgjørd verða,
ikki minst í stuttsøgunum,
benda á, at høvundurin
eigur djúpar røtur í gamla
bygdasamfelagnum, og tað
er á hesum grundvølli, hann
skapar
høvuðsverk
sítt,
barnabókarøðina við sið
søguligum innihaldi: »Við
abba á flotk 1976, »Við ommu
til neytar«, 1977, »Við gubba
at kasta nót«, 1977, »Við
mammu í torvi«, 1978, »Við
Núpi á Munkagrunninum«,
1978, og »Til bjarga«, 1980.
Í 1979 fekk hann fyri
fyrstu fimm bøkurnar í hesi
røð
barnabókaheiðursløn
Tórshavnar Býráðs við hesi
grundgeving:
»Barnalestrarøðin
hjá
Óla Dahl lýsir eina farna
tíð. Gjøgnum børnini í bók
unum lýsir høvundurin ta
dagligu arbeiðsgongdina í
ymiskum tættum úr gamla
vinnulívi okkara, og eisini
greiðir
hann
børnunum
frá orðum og hugtøkum
úr gamla gerandisdegnum.
Bøkurnar hava siðsøguligan
týdning, og umframt at
greiða børnunum frá einum
tíðarskeiði
í
føroyskum
mentunarlívi, lýsa tær vak
urt, hvussu arbeiðs býtið var
í Føroyum tá«.
Óli Dahl doyði í 1992.
Útgávur
1960: Landnám (yrkingar)
1962-74: Blaðstjóri á
Norðlýsinum, fleiri
tíðarskeið
1966: Hví? (smásøgur)
1970: Jólamaðurin sigur
børnunum frá (smásøgur)
1974-75: Vit fara upp á gólv,
bd. 1-4 (savn)
1975: Fjallabrúður (yrkingar)
1976: Við abba á floti
(barnabók)
1977: Við gubba at kasta nót
(barnabók)
1977: Við ommu til neytar
1978: Við mammu í torvi
(barnabók)
1978: Við "Núpi" á
Munkagrunninum
(barnabók)
1980: Til bjarga (barnabók)
1983: Til látra (barnabók)
Bernhard Brim er dulnevni fyri Jákup
Bernhard Sofus Joensen, ið borin varð í
heim við Gjógv í 1915.
»Borin í heim eina ódnarnátt
á landnyrðingi norði,
ei torgaðist út um nakra gátt,
tí brim og stormur kvóðu um kapp
Bernhard Brim, 1915-1969.
við fjalladun og toruslátt«. (brot).
Manndómsár síni búði hann í Klaksvík,
har hann drúgt tíðarskeið rak kykmynda
høllina »Atlantis Bio«.
Alt frá ungum árum festi hann yrkingar
á blað, og eftir hann eru trý søvn: Fyrsta
savnið »Bardagaskaldið«, 1956, er vígt starvs
brøðrum hansara undir seinna heimsbar
daga, siglingarmonnunum, og flestu yrking
arnar taka evni úr tíðarskeiðinum 1939-45.
Annað savnið »Vinir mínir« kom í 1959, og
sum navnið sigur, er dastið av yrkingunum
í hesum savni heilsanir og minnisyrkingar
til menn, ið gjørdust vinmenn skaldsins
á lívsleiðini, men her finst eisini »Kvøðan
til Klaksvíkar«, sum klaksvíkingar tykjast
hava valt sær til eyðkennisong.
Í 1967 kom triðja og seinasta savnið »Tað
var í mai«, og sum navnið bendir á, rúmar
tað vár- og ástaryrkingum; ein hin hepnasta
er henda:
Eg elski kvinnur
og eg elski bátar,
byggiháttin og sniðið,
tey eru bæði eitt undur,
ið ilt er at skilja sundur.
Eg elski kvinnur
og eg elski bátar.
Nýggjar í barkastokki,
við skínandi bekkum og rongum
– minna um kvinnur í lítlum og ongum.
Eg elski kvinnur
og eg elski bátar.
Bátar, ið liggja og vagga á floti,
og tá teir lyfta seg upp fyri aldu í vindi,
líkjast teir kvinnum - í leiki og yndi.
Eg elski kvinnur
og eg elski bátar.
Søkkladnar bátar uttan av havi,
ið fong føra til hesar strendur
– og kvinnur fullar uppundir hendur.
Henda yrking sýnir trinnar eyðkendar síður
av yrkingalagi Bardagaskaldsins: Yndið til
kvinnuna, skemtið og hitt bersøgna orða
lagið.
Útgávur
1956 Bardagaskaldið
1959 Vinir mínir
1967 Tað var í mai
Bernhard Brim doyði í 1969.
Óli Dahl (1915-1992)
Bernhard Brim (1915-1969)
TÍÐINDI