týsdagur 1. september 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takk til tykum øll, ið gjørdi
gullbrúdleypsdag okra tann 7/8 2015 so
hugnaligan. Okur høvdu ein frálíkan dag
við góðum mati, nógvum gestum, sangi,
blómum og heilsanum. Takk til tykum, ið
komu framvið, tykkum sum ringdu, sendu
heilsanir, blómur osfr.
Takk til børn og svigarbørn, ið gjørdu
dagin ógloymandi.
Kærar heilsanir
Sælbjørg og Bjartur Niclasen
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll ið mintust meg
á 80 ára føðingardegnum tann 15. juni.
Takk fyri gávur, blómur uppringingar, og
aðrar heilsanir.
Takk til tykkum øll, sum hildu dagin saman
við mær.
Ein serstøk tøkk til børn, svigarbørn,
barnabørn og langabbabørn, ið gjørdu
dagin so minnisríkan fyri meg.
Takk til »Orðið á borðið« fyri vakran
sang.
Tær bestu og kærastu heilsanir
við Guds ríku signing
Hans Olaf Andersen
Lopra
Tøkk
Vit takka øllum hjartaliga, sum vóru við til
at hátíðarhalda brúdleyp okkara.
Takk til Vesturkirkjuna við Hera Joensen
fyri eina hátíðarliga vígslu og góð orð,
tøkk fyri heilsanir og ein serlig tøkk til
familju og vinir, sum hjálptu okkum so væl.
Við brúðarkvøðum
Bárður og Katrin Elisabeth
Tøkk
Vit takka tykkum so hjartaliga, sum gjørdu
gullbrúdleypsdagin hjá okkum 24. juli so
hugnaligan og ógloymandi.
Takk til familjuna, sum vakti okkum
við sangi um morgunin og høvdu gjørt
heiðursportur. Takk fyri gávur, heilsanir og
fyri talur.
Kærar heilsanir
Marin og Knud Poulsen
NØVN
Poul Olsen
farin
Poul Olsen (vanliga nevndur Pól av Lava), sum var ein av
teimum allartrúgvastu gestum og vinum av Tí føroyska
Húsinum í Kjøpinhavn, er slóknaður. Hann var fødd
ur í Vági, men vaks upp í Havn. Hann var vitugur og
tók studentsprógv fyrst í 50´unum á VBV. Hann búði tó
meginpartin av sini tíð´i Kjøpinhavn. Hann las eitt stutt
skifti við Universitetið á Frúu Plássi. Síðani tók hann
arbeiði í privatari handilsvinnu, fyrst í Kjøpinhavn, so í
Havn og síðani aftur í Kjøpinhavn.
Hann var tal-ekvilibristur og roknskaparkønur sum
fáur og var hartil ein kønur og passioneraður bridge-
spælari. Hann var ótrúliga lítillátin og gekk stillisliga um,
men hann var vitandi maður og fylgdi sera væl við í øll
um intellektuellum lívi millum føroyskar útisetar. Hann
var ógiftur, men sera familjukærur og hann visti væl
beskeð um øll síni ættarfólk, sum hann fegin skifti orð
við um kultur og ættarsøgu. Hann var sjáldan tann aktivi
luttakarin, men oftast tann blídligi eygleiðarin, heldur enn
tann mælski debattørurin.
Hann ferðaðist nógv og hevði verið í teimum flestu
verðinspørtum. Hann var distingveraður, vinsælur mað
ur og altíð sera korrektur. Hann gleddist um tað danska
vælferðarsamfelagið, sum Kampmann og Jens Otto Krag
høvdu skapt, meðan hann var í bestu árum. Hann visti væl,
at uttan danska sociallóggávu, høvdu fátækir pensionistar
aldri kunnað fingið eitt sømuligt og fjølbroytt lívskvøld.
Tað fekk Pól, og hann frøddist um sínar møguleikar í ein
um vælskipaðum vælferðarsamfelag. Hann var tessvegna
engageraður socialdemokratur og valdi altíð javnaðar
flokkin, bæði her og í Føroyum.
Poul gjørdist 84 ára gamal. Friður veri við minninum
um ein mætan havnarmann og ein hollan útiseta!
Virgar Dalsgaard
100 ára føðingardagur
Tórsdagin 3. september verður Kala Jensen Sumba,
búsitandi á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi, 100 ár. Dagurin
verður hildin frá kl. 14-17. Øll eru hjartaliga vælkomin.