Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uppgávurnar Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum: • fyrireiking og viðgerð av innkomnum klagum • uppgávur í sambandi við eftirlitskanningar av málsviðgerðini á útvaldum økjum, herundir á barna og ungdómsøkjunum • kunningarvirksemi um fyrisitingarlig evni og um virksemið hjá umboðsmanninum. Talan er um eitt rættiliga avbjóðandi og sjálvstøðugt starv í tøttum samstarvi við umboðsmannin. Setanartreytir Tann, sum settur verður, skal hava prógv sum cand. jur. Stórur dentur verður harumframt lagdur á royndir eftir lokna útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur starvsroyndir innan almennu fyrisitingina. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Møguleiki er fyri setan sum ráðgevi, um førleikin og royndirnar eru til tess. Tann, sum settur verður, má tola møguligar broytingar í arbeiðsuppgávunum. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu verða umboðsmanninum í hendi 7. september 2015. Adressan er: Løgtingsins umboðsmaður undir Bryggjubakka 11 Postsmoga 2008 110 Tórshavn t-postur: solja@lum.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu, umboðsmann á tlf. 358500/218691. Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndug- leikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt umboðsmannin, tríggir løgfrøðingar og ein skrivstovufulltrúi. Løgfrøðiligur ráðgevi til Løgtingsins umboðsmann Eitt starv sum løgfrøðingur hjá løgtingsins umboðsmanni er leyst at søkja frá 1. november 2015. Á Hjalla 24 skrivstovu-/goymslu-/framsýningar-/ viðtalu-/handilshøli til leigu fyri sámuligan prís Har eru góð parkeringsviðurskifti. Lætt at kom inn úr túninum, til dømis hjá rørðslutarnaðum. Í neðra er leigumál á uml 150 m2 við wc og tekøki sum hoyra til. Í erva er leigumál á uml. 400 m2, íroknað wc og køk. Umframt trappu, er stór lyfta millum hæddirnar. Áhugað kunnu venda sær til fartel. 211385, 219727 Telefon 311385