Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Eirikur Lindesnkov eirikur@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 4. SEPTEMBER 2015 Umsíðir legði løgmaður kongin og gav løgtingsformanninum boð um at skipa fyri einum formansumfari Tað tyktist sum um, at løgmaður ikki vildi leggja frá sær við góðum. Tá valið varð skrivað út segði løgmaður, at tað var tí at hann skuldi fyri fólksins. Fólkið skuldi døma hannhå heldur enn ein kanningarstjóri, politisk mótstøðufólk og fjølmiðlafólk. Tað virkaði í so drastiskt av løgmanni soleiðis at taka alla ta politisku skipanina sum gísla í einum máli, sum meira var av persónligum uppruna. Formaður Fólkafloksins stuðlaði løgmanni í, at løgtingsvalið var høvið hjá teimum báðum at verða settir fyri fólksins dóm. Tí var einki keira nátúrligt, enn at løgmaður av respekt fyri politisku skipani – og fyri at varðveita tignina hjá Føroya Løgtingi – legði frá sær og gav formanni Javnaðarfloksins samráðingarrættin. Úrslitið á løgtingsvalinum var merkis­ vest, og als ikki í tráð við tær seinastu veljarakanningarnar. Men bera vit saman við tær kanningarnar, sum eru gjørdar fyrr í ár – og annars seinastu tvey árini, so var úrslitið ikki so langt av leið. So er spurningurin, hví tær seinastu viku so nógv frá úrslitinum, ella um veljarar í síðstu løtu eru farnir aftur flokkin, teir frammanundan høvdu ætlað sær at valt. Í øllum førum kemur nú broyting í. Andstøðan verður helst samgonga – og samgongan andstøða. Tí kunnu vit rokna við, at komandi fíggjarlógaruppskotið verður merkt av hesum. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um »barnabeinan« verður helst partur av fíggjarlógar­ uppskotinum, meðan uppskotið um skattalætta annars til láglønt verður at bíða eftir fiskivinnunýskipan, sum eisini alt fyri eitt má setast á skinnarar. Formansumfarið fer at vísa, hvussu leikur fer. Næstu dagarnir fara at vísa, hvør nýggja stjórnarskráin verður. Men fólkið hevur talað – og talað hart og týðuliga. Tí má eisini týðulig vend koma í. Færri havhestaungar vóru í Høvdanum á Skúvoynni í ár enn í fjør, boðar Havstovan frá Talið av havhestum og reiðrum er á leið tað sama, sum tað hevur verið seinastu fimm árini, tó at tað var eitt vet hægri í fjør. – Í fjør vóru 137 ungar, og í ár vóru 102. Miðaltalið av ungum seinastu 15 árini hevur verið 126. Ungi var í 40% av reiðrunum, og tað er eitt sindur undir miðal, skrivar Havstovan. Havhestabøgurnar eru um 10 ár, tá ið tær verpa fyrstu ferð, og havhestur brúka fleiri ár at finna sær tann rætta makan og tað rætta staðið at reiðrast. Á sumri er tí nógvur ungfuglur at síggja í berginum umframt búfuglin. Hóast havhesturin nú er okkara vanligasti sjófuglur, so er hann ein rættiliga nýggjur búfuglur í Føroyum. Hildið verður, at teir fyrstu komu úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi. Teir vórðu sæddir í Suðuroy fyrst í 1800-talinum, og fyrsti ungin sigst verða sæddur í Sumba í 1812. Aðrar frásagnir eru um, at fyrsta parið átti í 1818, men vanligast verður hildið, at tað ikki var fyrr enn um 1839, at fyrsta parið átti í Suðuroy. Longu í 1845 átti havhestur bæði í St.Dímun og í Skúgvoy, og skjótt eftir átti hann um alt landið. Veiðan av havhestaungum byrjaði seinast í 1800 og longu í 1930unum vórðu veiddir í minsta lagi 80.000 ungar um árið, og kortini vaks stovnurin. Í fyrstani vórðu teir flestu ungarnir tiknir í reiðrunum, áðrenn teir vóru floygdir, men nú verða næstan allir tiknir á sjónum, teir fyrstu dagarnar eftir at teir eru floygdir. – Áhugavert hevði verið at vita, hvussu nógvir havhestaungar verða veiddir á hvørjum ári, men tíanverri eru ongi hagtøl. Tað er tó eyðsæð, at talan er um fleiri tíggju túsund fuglar, skrivar Havstovan á heimasíðu síni. August mánaði er ein av teimum hendingaríku mánaðunum í Klaksvík, tá skipað verður fyri bæði Summar Festivalinum og Sjómannadegnum í næststørsta býnum í Føroyum. Tað sæst eisini aftur í tølunum fyri akfør, ið koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin, ið bindur Norðoyggjar saman við Eysturoynna. Aldrin áður hava so nógv akfør koyrt gjøgnum tunnilin upp á ein einstakan mánað. Ì august koyrdi nevniliga 3.011 akfør í miðal gjøgnum tunnilin um dagin. Tað skrivar P/F Norðoya- og Vágatunnilin á teirra heimasíðu. Um hugt verður eftir gongdini í øllum 2015, so sæst at ferðslan í Norðoyatunlinum er økt við 5,7 prosentum frá januar til august í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað sama ger seg tó ikki galdandi í Vágatunlinum, har ferðslan higartil í ár er 0,7 prosent lægri enn sama tíðarskeið í fjør. Fólkið hevur talað Færri havhesta­ ungar Metnógv ferðsla í Norð­oyatunlinum FUGLAVEIÐA Les eisini blaðið á telefonini Gamlir skansar rapaðu Síða 29 Trøllið við Sjógv Siðsøga síða 24-25 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Visti tú? At á løgtingsvalinum týsdagin høvdu 36.458 fólk valrætt. Tað eru 1.011 fólk fleiri enn á løgtingsvalinum í 2011, tá ið 35.447 fólk høvdu valrætt.