Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 101 4 Eftir guðstænastuna sunnudagin 6. septembur kl. 14:00, verður fyrilestur um próstin, sálmaskaldið og týðaran Gudmund Bruun. Borgny Brünings-Hansen prestur prædikar, og Bergur Jacobsen heldur fyrilesturin. Í samband við at føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn fyllir 100 ár 28. novembur í ár, skipar kirkjuliðið fyri nøkrum tiltøkum. Fyrsta tiltakið verður nú sunnudagin 6. septembur, har Borgny Brünings- Hansen prestur hevur guðstnastuna, og Bergur Jacobsen fer at greiða eitt syndur frá søguni hjá føroyska kirkjuliðinum frá 1915 – 1954, og frá sálmaskaldinum og stovnaranum Gudmund Bruun Prósti. Sum vænt verður borðreitt við einum góðum drekkamunni. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis. Aftaná guðstænastuna sunnudagin 4. oktobur, fer Sverri Steinholm prestur at halda fyrilestur um Emil Joensen prest og Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn. Í oktobur verður eisini skipað fyri darmatiskari frammførðslu av føroysku kirkjusøguni í Keypmannahavn. Í novembur verður skipað fyri forvitnisligum pallsborðsfundi í føroyahúsinum í Keypmannahavn, har trý fólk fara at tosa um frammtíðina hjá átrúnaðinum í Føroyum. Ein bóklingur er undir fyrireikan, sum kemur út í samband við hundrað ára haldið, og leygardagin 28. novembur verður hátíðarlig hundrað ára guðstænasta í Elias Kirkju á Vesterbro. Aftaná guðstænastuna verður móttøka í Føroyahúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin til bæði tiltøkini. Nærri frættist um tiltøkini, so hvørt tíðin nærkast. Hóast ein góður triðingur av løgtings­ limunum var skiftur út, er miðalaldurin á løgtingslimunum hækkaður við yvir trimum árum. Miðalaldurin á nýggja løgtinginum er 51,6 ár, meðan miðalaldurin eftir valið í 2011 var 48,4 ár. Hetta hevur sína frágreiðing í, at meðan teir, ið ikki vóru skiftir út, sjálvandi eru vorðnir fýra ár eldri síðani seinast, so vóru fleiri yngri valevni, ið ikki vóru afturvald, meðan fleiri av teimum nývaldu eru komin nakað áleiðis í lívsleið síni. Í staðin fyri menn sum Hanus Samró, sum einans var 23 ára gamal, tá hann var valdur, og Janus Rein, sum var 37 ára gamal, vóru valdir Edmund Joensen, sum er 71 ára gamal, og Heðin Mortensen, sum er 69 ára gamal. So einki er at siga til, at miðalaldurin er hækkaður nakað. Fríggjadagur leygardagur Sunnudagur 10-15 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 10-15 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s 10 til 15 m/s av norði og land- nyrðingi. Turt, men skýggjað og hitin um 10 stig. 5 til 10 m/s av vestri. Skýggjað og út á dagin regn í støðum. Hitin um 10 stig. 8 til 13 m/s av vestri og útnyrðingi, sum makar niður í 5 til 10 m/s. Í støðum regn, men sum frá líður klárar í og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig. Mánadagur 5 til 10 m/s av útnyrðingi og vestri, sum makar niður í 2 til 7 m/s, og snarar í ein vestan og útnyrðing. Skýggjað, men turt og hitin um 10 stig. Týsdagur 3 til 8 m/s av vestri og suðri, turt og skýggjað og hitin um 10 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Síðstu dagarnir hava til fulnar staðfest, at tað nokk hevði verið frægast, um vit strikaðu orðið "tolsemi" úr føroyska málinum, tí tað er blivið skralltómt og avmarkað til tey, tú ert samdur við - og gongur altso bara annan vegin!« Sæð á Facebook: »Seks ferð løg­mans­steyp vinnari, vónandi verður Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður í næsta ár 😊 góða nátt« Orðið »seyra« hevur verið at hoyrt fleiri ferðir seinastu vikuna í endaspurtinum av valstríðnum. DR2 hevur nøkur leygarkvøld fyri stuttum havt sendingar um enska búskapin. Har varð orðið brúkt rættiliga ofta í sambandi við, um og hvussu ríkidømið ovast í samfelagnum seyrar niður gjøgnum samfelagsløgini. seyra -aði s30 (um vætu) renna spakuliga og lítið, seta 3(8), vatnið seyrar ígjøgnum eyrin; tað er ikki meir enn keldan seyrar Víkingur vann 3-0 móti NSÍ í mansfinaluni um løgmanssteypið. KÍ vann 2-1 móti EB/ Streymur/Skála í kvinnufinaluni Kaj Leo Holm Johannesen hevur lagt frá sær sum løgmaður Javn­ aðar­flokk­ urin vann løgtings­ valið 1200 fólk samlaðust á Vaglinum til bønartiltak. Kirkjan er ikki partur av valstríðnum, sigur bispur. Herviligi Henry vann barnavalið »Seyra« Guðstænasta og fyrilestur Hækkaður við meira enn 3 árum MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt føroyingar valdu Aksel V. Johannesen á løgtingsvalinum týsdagin. 2.405 MANGT OG HVAT Visti tú? at valluttøkan í ár var 88,8 prosent, tvey prosentstig fleiri enn í 2011 MIÐALALDURIN Á LØGTINGSLIMUNUM KIRKJULIÐIÐ Í KEYPMANNAHAVN FYLLIR 100 Hans Egede Kirkjan liggur í Vardegade 14, 2100 Østerbro (nærhendis Nordhavn Station) Valkvøldið í útvarpshøllini