hósdagur 3. september 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 101
18
T
ríggjar legur fyri børnum
og ein familjulega var
hetta summarið.
Skjótt gingu teir fimm
dagarnir, børnini vóru á leguni
við bæði álvara og gaman. Beint
fyri døgurða hvønn dag vóru tey á
bíbliutíma og áðrenn drekkamunnin
fyri songartíð fingu tey søgu og
sungu sum einglar. Annars gingu
dagarnir við spæli bæði úti og inni.
Vatnið niðan fyri húsið hevði stóra at
dráttarmegi, og har róðu tey í kano
og svumu. Ella tey vóru í hugnaligu
spælistovuni, har alskyns spøl og
Lego var, sum teimum dámdi serliga
væl.
Og ikki at gloyma útferðirnar og
løturnar rundan um bálið ella grill
irnar. Útferðirnar gingu til grannan,
seyðabóndan og gartnaran Lassa, har
børnini sluppu at ríða á íslendsku
hestunum, og síggja hvussu tey ar
beiddu á garðinum.
Tað kundi verið so nógv annað
at fortalt frá um leguna og hvussu
børnini trivust, men eg haldi at
myndirnar siga alt.
Leggjast kann afturat, at alt varð
tulkað til grønlendskt.
SIMONA@SOSIALURIN.FO
»Bert ein dropi
í havinum«
Eg bað Páll Poulsen siga eitt sindur
frá arbeiðnum við summarlegunum og
húsinum har. Hann greiðir soleiðis frá:
– Eg meti, at bæði sjálvur spírin og eisini kjarnan og drív
megin til at hetta verk – og eisini mong onnur manngóð tiltøk
í Grønlandi, ið verða stuðlað úr Føroyum – liggur í trúgvandi
føroyskum fiskimonnum, ið einaferð høvdu sína inntøka í
Grønlandi tey góðu fiskiárini – seinni rækjur. Teir komu ikki
allir so nógv í beinleiðis samband við fólkið, so sum fleiri
útróðrarmenn, men eg hugsi, teir allir fingu eina góða hóming
av støðuni og gjørdust góðir við hetta landið og hetta fólkið.
Eisini konur og børn teirra blivu inndrigin í eina innliving av
viðurskiftunum her. Grønlendingar eru eitt so ómetaliga fitt
fólkaslag, og ein kann ikki annað enn gerast góður við teir.
Grønlendingar halda eisini nógv av føroyingum.
Tað, vit gera, er bert ein dropi í havi – men so er hann ikki
eftir. Tað eru mong her í Qaqortoq t.d., sum gera eitt gott
sosialt arbeiði, og tey hava vit gott samskifti við. Tað er ikki
smávegis peningaupphæddir, tað almenna brúkar á hesum
økinum. Nú fíggjarlógin kemur fyri til heystar verður mett ein
hálv milliard um árið.
Í ár vóru tvær legur fyri børn úr Qaqortoq, ein lega fyri
bygdarbørn og ein familjulega. Vit samstarva í ávísan mun við
kommununa og leiga húsini út til kristilig og sosial vælgerandi
endamál, har vit sigla og leggja hús til og hava andakt og
gudstænastu, men hini annars hava sína egnu legu. Í ár hevur
kommunan havt ein legu fyri familjum, ið hava fingið hjálp fyri
rúsevnismisnýtslu, Háskúlin hevði í fjør eitt langt vikuskifti,
har tey »ristu nýggjar næmingar saman«.
Komandi ár hava vit fyrispurning frá Krabbameins
felagnum og Pensionistafelagnum. Vit kundu hugsað okkum at
havt eina legu fyri brekað.
Um nakar lesur hesar reglur og ynskir at hjálpa til á onkran
hátt, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum
á teldupostadressuni qaamasoq@gmail.com ella fart. 00299
532414.
Tað er ein sjálveigandi stovnur, Qaamasoq, ið stendur fyri
bátinum »Juvel«, sethúsunum í Qaqortoq og leguhúsunum.
Í nevndini sita: Gotfred Norðoy, skipsførari, Klaksvík,
Ragnar Poulsen, skipsførari, Hvalba/Klaksvík, Gordon
Martin Modjord, reiðari, Fuglafjørður, Jóanes Norðberg.
maskinmeistari, Vágur, og Páll Poulsen, Qaqortoq.«
Salurin
Matstovan
Køkurin
FRÁSØGN
– Vit gjørdu eina navnakapping, har vit ynsktu eitt
grønlendskt navn við trimum stavilsum. Navnið skuldi
helst eisini hava ein viðkomandi symbolskan týdning.
Valið fall á OQQIFFIK sum merkir lívd – júst sum navnið á
sjómansheiminum í Føroyingahavnini! fortelur Páll Poulsen
Langt burtur í legobygging