Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 101 20 Barnalegur í Suður-Grønlandi: PÁLL POULSEN Í húsum, har snorkið mangan mundi hoyrast frá lúgvaðum arbeiðs- og útróðrarmonnum, hoyrist nú kæti og látur frá glaðu­m grønlendskum børnum. Har onkur føroyingur sat stillur og inntonktur og longdist heim til síni kæru í Føroyum, er eisini kvirra og eftir­tekt, tá grønlendskt børn og ung­ lingar lurta eftir Guds Orði. Vit lata myndir tala og siga søg­ una, hvussu eini hús svunnu sum døgg fyri sól í Føroyingahavnini og risu upp aftur 17 fjórðingar eystanfyri Juliannehåb sum fuglurin Føniks. Eini 100 fólk hava hjálpt til at byggja – nøkur teirra vóru ungar gentur, sum spartlaðu og málaðu. Nakrir 14 ára gamlir dreingir vóru so kvikir og raskir at bera. Nógvir raskir, hugaligir og evnaligir arbeiðsmenn og góðir hand­verkarar í góðum árum, men eisini eldri, sum ikki eru so kvikir longur, men tó roynast væl. Tann elsti var 89 ár – Kaj í Bartalstovu – hevur rundað Kappan 200 ferðir, og royndist enn væl! Eisini hava fólk tikið væl und­ir við at hjálpa til við sjálvum legu­rakstri­ num. Um vit skuldu orða ein frymil, so vildi hann kanska sæð soleiðis út: Gud+dugnaligir og arbeiðsamir menn+gávumild fólk=Gott og fínt leguhús. QAAMASOQ@GMAIL.COM FLUTTAR FJALIR ÚR FØROYINGAHAVNINI Kaj Hjalgrímsson, sáli, og konan Bodil. Hann keypti Nordafar, tá tað fór av knóranum og gav okkum alt, vit hildu kundi brúkast, eisini annað, hann átti liggjandi Hans Sivertsen, Nuuk, við bátinum Immanuel veitti okkum holla hjálp og stuðul. Við hesum vagni varð alt tilfarið við handamakt flutt oman á bryggjuna Loftmynd av Føroyingahavnini - sannur spøkilsisbýur FRÁSØGN