hósdagur 3. september 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 101
23
1) Hevur tú veruliga tørv á
víðari útbúgving? Um tær
dámar væl arbeiði, sum ikki
krevur víðari útbúgving, far
so heldur til arbeiðis.
2) Ikki hugsa um longdina av
útbúgvingini, tí um 5 ár, eru 5
ár farin, uttan mun til hvat tú
brúkar tey 5 árini til. Munurin
er, at tú kann hava verið 5 ár
í einum starvi, sum tær ikki
dámar, ella tú kann hava fingið
lykilin til eitt starv, sum tær
dámar væl, við at útbúgva teg.
3) Tú er (næstan) aldrin ov
gamal at fara undir víðari
útbúgving. Um tú sum
40 ára gamal tekur eina 5
ára útbúgving, so hevur
tú enn minst 25 ár eftir á
arbeiðsmarknaðinum. Vil tú
heldur verða 30 ár á arbeiðs
marknaðinum í einum starvi,
sum tær ikki dámar? Ella 25
ár í einum starvi, sum tær
dámar?
4) Les tað, sum hevur tín
áhuga, men minst til at eftir
lesnað kemur arbeiði. Tað
kann verða mikið gott og
áhugavert at lesa eskimologi
ella egyptologi, men tað verður
helst trupult at finna arbeiðið
eftir lesnaðin.
Les okkurt sum samfelagið,
og serliga vinnan, hevur tørv á.
Náttúruvísind er grundarlagið
undir einum stórum parti av
vinnuligu menningini. Tí er
altíð gott at lesa okkurt náttúru
vísindaligt sum verkfrøði, um
áhugin og evnini eru til staðar.
5) Set teg væl inn í útbúgving
ina, útbúgvingarskipanirnar og
arbeiðsmarknaðin í landinum,
har tú ætlar at lesa. Nógv
ganga út frá, at útbúgvingar og
arbeiðsmarknaðurin í øðrum
londum eru júst so, sum tær
eru í Føroyum og í Danmark,
men so er ikki.
6) Tá tú hevur avgjørt at fara
undir víðari útbúgving, ver so
áhaldandi og arbeið hart. Hald
á fram í lesnaðinum og brúka
tað tíð, sum skal til, sjálvt um
tað verður turt og strævið til
tíðir.
7) Minst til at Føroyar er tín
móðir, títt land og tín ábyrgd.
Ikki spyrja hvat Føroyar hevur
at bjóða tær, men kom aftur
til Føroyar og hjálp okkum at
byggja land.
FAR OG LÆR – NÆR ELLA
FJAR
VÍÐARI ÚTBÚGVING?
Vit hava spurt Boga Bech Jensen um 7 góð ráð!
Bogi Bech Jensen