hósdagur 3. september 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 101
33
NØVN
Føðingar
10. august fingu Bjørg og Rasmus Rasmussen, Trongisvági, eina dóttur. Hon
var 54 cm long og vigaði 4260 gr. Her er hon avmyndað við stórusystrini Juliu.
29.juli fingu Anja Petersen og Jóhannis
Jensen, Argir, eina dóttir. Hon vigaði 3500 gr
og var 52 cm long.
24. august fingu Rúna Debess og Jónsvein Petersen, Oyrareingir, ein son. Hann
vr 55 cm langur og vigaði 4185 gr.
2. juli fingu Jónas og Dávid ein lítlabeiggja. Hann vigaði 3610g og var 52cm langur. Foreldrini eru Jónhild og Ruben
Busk, Hósvík.
Hendan gentan er fødd mánakvøldið 31. august;
Vigaði 3450 gr og var 52 cm long. Foreldur eru Hans
Kári Hansen og Ingunn Jensen, Sørvágur:
Sunnudagin 16. august 2015 bleiv Silas stóribeiggi til hesa fittu didduna. Hon
vigaði 1940 gram og var 41 cm long. Foreldrini eru Monika W. Jakobsen og
Oddur M. Jakobsen, Saltangará.
Vit ynskja at takka so hjartaliga fyri sýnda sam
kenslu og umsorgan, sum bleiv víst okkum, tá ið
Rodmundur í Liða
andaðist og bleiv jarðaður.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á B7 og B6 og til
tykkum, sum vitjaðu hann og sungu fyri honum
á Landssjúkrahúsinum.
Takk til sang- og manskórið og talu í Ebenezer og
takk fyri alla ta hjálp, vit fingu.
Eisini takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Sálmabókagrunnin.
Familjunnar vegna
Karen