hósdagur 3. september 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. september 2015
sosialurin 101
36
ítróttur
Jóannes Hansen
A
ltjóða fótbóltsheimurin
sær við nýggjum eygum
upp á smáu fótbóltstjóð
irnar norðuri í Atlants
havi.
Ísland er topplið í EM undan
kappingar bólki A og harvið er sera
stórur møguleiki fyri, at Ísland fyri
fyrstu ferð nakrantíð skal røkka
einum endaspæli uttan mun til,
hvussu úrslitið í gjárkvøldið var á
útivølli ímóti illa sperda Hollandi.
Ísland verður stórfavorittur heima
á Laugardalsvøllinum sunnudagin, tá
ið Kasakstan fer at vitja í Reykjavík,
og Ísland verður aftur stórfavorittur,
tá ið Litava fer at vitja í Íslandi 10.
oktober.
Síðsti dysturin hjá íslendingum í
hesi EM undankappingini verður á
útivølli ímóti Turkalandi 13. oktober.
Um tað eydnast Íslandi at vinna
seks stig í heyst, so verður Ísland við
í lutakastinum í sambandi við EM
endaspælið næsta summar. Tað vekir
stóran ans, og tað er ikki so undarligt,
tá ið havt verður í huga, at tað er ikki
so ógvuliga langt síðani, at Ísland ikki
taldist millum hundrað tær fremstu
fótbóltstjóðirnar í heiminum.
Á FIFA styrkislistanum, sum varð
kunngjørdur í gjár, er Ísland numm
ar 23. Harvið er Ísland eitt pláss
frammanfyri Frakland! Danmark er
á 22. plássi og einasta norðurlandið,
sum er hægri styrkismett enn Ísland.
Ovarlaga á styrkislistanum
Í kvøld skulu Føroyar og Lars Olsen
royna seg á heimavølli ímóti Norður
írlandi. Eftir teir báðar sigrarnar á
Grikkalandi fylgir altjóða fótbólts
heimurin ógvuliga áhugaður við
í, hvussu tað fer at roynast ímóti
norðurírum.
Teir báðir sigrarnir á Grikkalandi
seinastu tíggju mánaðirnar bera við
sær, at Føroyar á FIFA styrkislist
anum, sum varð kunngjørdur í gjár,
eru nummar 75. Harvið eru nógvar
europeiskar fótbóltstjóðir, sum
altíð hava verið roknaðar stinnari
enn Føroyar, lægri á listanum enn
Føroyar:
Montenegro, Estland, Kypros,
Letland, Finnland, Hvítarussland,
Makedonia, Litava, Aserbadjan,
Moldova og so allar hinar, ið áður
hava verið roknaðar at eiga umleið
eins stinn landslið sum Føroyar. Eitt
nú Luksemborg, Kasakstan, Georgia,
Liktinstein, Malta og San Marino.
At úrslitini seinastu tíðina hava
verið góð og støðug ber við sær, at
áhugin fyri landsliðnum er størri og
vaksandi. Tað sást eitt nú aftur í, at
atgongumerkini til heimadystirnar
verða rivin burtur eftir lítlari løtu.
At áhugin er so stórur hevur higartil
ikki havt við sær, at FSF er fallið fyri
freisingini at hækka prísin á atgongu
merkjunum.
Summarið er komið seint í ár, og
tað verður roknað við góðum veðri
í kvøld, tá ið týski dómarin, Felix
Zwayer, fer at bríksla fyri fyrstu ferð
klokkan 19.45. Harvið er lagt upp til
altjóða brak í Gundadali!
Vónirnar og veruleikin
Tað verður fullsett kring Tórsvøll
í kvøld, og Lars Olsen og hansara
menn vita, at tað verður roknað við,
at Føroyar skulu megna gott úrslit
ímóti Norðurírlandi.
Eftir 1-0 sigurin í Grikkalandi
14. november í fjør, er tað tvær
ferðir staðfest, at talan var ikki um
tilvildarligt úrslit. 1-0 tapið 29. mars
á útivølli ímóti Rumenia má roknast
at vera meiri enn at liva við, tá ið
havt verður í huga, hvussu tíðliga á
árinum tað var, og at mótstøðuliðið
er á sjeynda plássi á nýggjasta FIFA
styrkislistanum.
Fantastiski 2-1 heimasigurin ímóti
Grikkalandi 13. juni ber sjálvandi við
sær, at viðhaldsfólkini rokna við
nýggjum glæsiligum úrsliti í kvøld,
og at altjóða fótbóltsheimurin bíðar í
spenningi fyri at síggja, um tað verður
hildið fram við framúr avrikunum,
sum føroyska liðið seinasta árið
hevur megnað.
Tað er einki undarligt í hesum.
Lars Olsen, Jóannes Jakobsen og
spælararnir tykjast duga væl at liva
við hesum veruleikanum, og spæl
ararnir hava aftur og aftur víst, at teir
eru búnaðir, og at teir megna spæli
stílin, sum danski venjarin miðvíst
hevur arbeitt við at fáa teir at skilja
og útinna.
Føroyar hava tvær ferðir áður
megnað javnleik ímóti Norðurírlandi.
Fyrra ferðin var á útivølli í Belfast 1.
mai 1991, og seinna ferðin var á heima
vølli 12. oktober 2010, tá ið Christian
Lamhauge Holst eftir ein tíma setti
hol á, og tá ið Norðurírland javnaði,
tá ið tað restaði eitt korter.
Fimm av teimum, sum fyri fimm
árum síðani vóru við í megnar
avrikinum á heimavølli, eru eisini við
hesaferð. Teir vóru allir millum teir
fyrstu ellivu 12. oktober 2010: Jónas
þór Næs, Erling D. Jacobsen, Fróði
Benjaminsen, Christian Lamhauge
Holst og Jóan Símun Edmundsson.
Hesir fimm og allir hinir, sum
seinastu dagarnar hava fyrireikað
seg til stóru avbjóðingina í kvøld,
vita, at møguleiki er fyri at vinna
ella at spæla javnt, og at vandin lúrir
fyri, at Norðurírland skal endurtaka
sigurin á heimavølli. 11. oktober í fjør
var úrslitið í Belfast 2-0 heimasigur.
Fyrsta løtan verður avgerandi
í kvøld. Um tað eydnast at byrgja
fyri norðurírsku hvirluvindunum,
sum fara at pressa og kroysta føroy
ingarnar aftur í egnan brotsteig, og
sum ætla sær at leggja nógvar høgar
sendingar úr borðunum og inn fyri
málið hjá Gunnari Nielsen, so fer
at síggja ljóst út. Ikki minst um
tað fer at eydnast okkara at sneiða
seg úr fyrsta trýstinum og at tora
og megna samanspæl niðri á vøll
inum, og at halda ferðini soleiðis,
at heimamenninir hava stundir at
hugsa seg um og bjóða seg til.
Norðurírland er nummar 41 á
FIFA styrkislistanum. Harvið eigur
Norðurírland í útgangsstøðuni at
verða roknað at vera favorittur í
kvøld.
Lars Olsen og hansara kosnu
hava aftur og aftur víst, at tað ber
til at fáa bilbukt við teir stóru. So
leiðis vóna vit eisini, at tað verður í
kvøld. Harvið verður dreymurin enn
einaferð veruleiki, og harvið fara
bæði føroyingar og øll onnur fram
vegis at undrast á, at tað skal bera til
hjá pinkutjóð á jøvnum føti at bjóða
teimum stóru av.
Góða eydnu Føroyar – og góða
eydnu Ísland!
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltur Landsliðið skal enn einaferð avrika yvir evni,
um tað skal eydnast at varðveita plássið millum 75 tær
hægst styrkismettu fótbóltstjóðirnar í heiminum
Undan-
vindurin ber
bjartar vónir
við sær
føroyar
vs n.írland
Landsliðið