Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi síða 11 300 nýggj ar­ beiðs­pláss í Havn Ítróttur síða 21 Eyðvør í spanska eldinum »Fólkið valdi borgarligt«, segði Kaj Leo Jo­hannesen, tá valúrslitið fyri­ lá 29. oktober í 2011. Enn týðuligari valdi fólkið tað borg­ar­liga frá hesa­ferð. Sam­ bands­flokk­ur­in og Fólkaflokkurin eru varp­aðir úr Tinganesi. So týð­ u­liga tal­aði fólkið, at hesi báðir borg­ar­ligu flokkarnir mistu seks ting­sess­ir. Tað er størsta politiska tap­ið síð­ani katastrofuvalið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num 7. juli 1994, tá Javn­að­ar­flokk­ur­in fór úr 10 nið­ ur í 5 ting­sess­ir. Sam­gong­an mill­ um Javn­að­ar­flokk­in, Tjóð­veld­is­ flokk­in og Sjálv­stýr­is­flokk­in misti kort­ini ikki fleiri ting­sess­ir, enn sam­gong­an hjá Kaj Leo Jo­hanne­ sen misti á val­i­num týs­dag­in. Tí er einki annað enn nátúrligt, at andstøðuflokkarnir, sum allir hava vunnið sær tingsessir afturat, nú skipa eina samgongu, sum skal vera alternativið til ta samgongu, sum sitið hevur. Tað eru stórmál fyri framman, sum politiskar loysnir skulu finnast á. Ein er fiskivinnupolitikkurin, sum uttan iva kann loysast við breiðari semju, nú Fólkaflokkurin verður settur uttan fyri ávirkan. Tað ber helst til at finna eina semju í samgonguni, sum Sambandsflokkurin eisini kann taka undir við. Harvið hava vit breiðu semjuna, sum hevur verið eftirlýst so leingi. Skil má eisini fáast á pen­sjón­s­ við­ur­skift­u­num. Forkølaða loysn­ in hjá borg­arliga lands­stýr­i­num um tvinga fólk at rinda 1 pro­sent aft­urat um árið er bara eitt neyð­ ar­egg, tí vilji ikki var til eina veru­ liga loysn. Javnaðarflokkurin hevur koyrt nógv upp á eina samhaldsfasta loysn, har grunnurin Samhaldsfasti hev­ur ein mun­andi størri leiklut. Helst fer at bera til at fáa semju við Sam­bands­flokk­in um ta loysnina eis­ini. Skattalætti skal veitast lág og mið­al­inntøkum. Her verð­ur av­ bjóð­ing­in hjá Aks­eli V. Johannesen at finna fígg­ingina, sum má finnast, tí all­ir flokkar hava lovað lættan. Og síðist men ikki minst, so er tað á­varingin frá Búskaparráðnum, sum má takast í størsta álvara. Ráð­ ið trýr ikki upp á íløguætlanina, sum gjørd er fyri næstu árini. Ráðið á­var­ar um, at myndugleikarnir hava latið landskassaskuldina vaks­ið milliardir, hóast pengarnir hava fossað inn í samfelagið. Rík eru vorðin ríkari, og fátæk fá­tæk­ari. Tað er gongdin, sum skal vend­ast. 19 fólk eru vald á ting at fremja hesar broytingar. So nú ræð­ ur um at liva upp til álitið. Tí fólk­i­ð bað um vakt­ar­skifti – og fekk vakt­ ar­skifti. Fólkið bað um vaktarskifti Fríggjadagin 11. september kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Frits Jo­ hanne­sen upp í Galerie Foc­ us í Lambagerði 1 í Havn. Framsýningin er opin til 24. september: týsdag til fríggja­dag kl. 15 til 18, leyg­ar­ dag kl. 16 til 18, eisini er opið eft­ir avtalu. Á framsýningini eru 30 máln­ingar Málningarnir eru at síggja á heimasíðuni www. galeriefocus.com Frits Johannesen, f. 1944, hev­ur arbeitt sum lær­ari í fólka­skúla­num og ver­ið kór­leiðari í mong ár. Hann hev­ur sýnt fram á máln­ing­ a­fra­m­sýn­ing­um síðan 1969 í Før­oyum, Danmark, Norra og Svør­íki. Hann hevur list­ prýtt: Mentanarhúsið, relieff í sem­enti til Skjøldurin á Bøn­húsinum á Hellunum, træ­skurð til Studentaskúlan á Kambs­dali, træskurð til Silda­verk­smiðj­una, træ­skurð til Hval­vík­ar skúla, málað skjøldurin á Fugla­fjarð­ar skúla saman við 10. flokki í myndlist 1997 og barna­garð­ in Strop­an á Kambsdali. Frits Johannesen í Galerie Focus Fráfarandi løg­ mað­ur hevur fingið tilboð um am­bassa­ dør­sess fryi Arkt­iska Ráðið Tað segði hann við Deg og Viku fríggjakvøldið. – Eg havi tosað óformelt við onkran. Eg havi fingið okkurt óformelt bjóðað uttanlands í politikki, segði løgmaður. Hann segði, at tað hevði nakað við Arktis og ambassadørrollur at gera. – Eg kann ikki siga meira, um tað verður av­ greitt ella ikki tað veit man ikki, segði hann. Tá Finnur Koba vildi hava hann eisini at siga B, nú hann hevði sagt A, svaraði hann: – Tað er onkur topp­pol­ it­kari, sum hevur bjóð­að mær okkurt – tí tú hevur royndir sum politikari í sjey ár, og tú hevur gjørt gjørt nógv ting, segði hann, og vísti á Russland og Turkíið og sovritt nakað. – Tú fært nakrar roynd­ ir, og tað er opinbært onk­ ur, sum hevur lagt merki til tað. og man veit ikki, um tað blívur til nakað. Men tað er nokk onkur spenn­ andi uppgáva kanska – sum liggur fyri framm­an, við síðuna av løg­tings­ar­ beið­i­num, – Nei, eg fari ikki at seta nakað dato á, var tað nærmasta, sum løgmaður vildi siga við Deg og Viku. Kaj Leo segði A men vildi ikki siga B 19 fólk eru vald á ting at fremja lovaðu broytingarnar Ein útlendskur topp­pol­ it­ikari hevur boðið Kaj Leo Holm Johannsen eitt am­bassadørstarv fyri Ark­t­iska Ráðiðið