mánadagur 7. september 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tú kanst gott seta teg uppi
yvir súrari mjólk at gráta.
Men lívið hevur lært meg, at
tað førir onga leið.
Edva Jacobsen í Fuglafirði
ásannar, at løgtingsvalið týs
dagin gekk ikki eftir vild hjá
henni.
Hon varð ikki afturvald
á løgting, eftir at hava verið
meiri ella minni upp í poli
tikki í eini 17 ár, tey fyrstu
árini sum varafólk á tingi,
men síðani sum fastur ting
limur.
Men tað fekk ikki 51 ára
gomlu, fyrrverandi banka
kvinnuna, at fella í fátt.
Hóast hon fær løn í fýra mán
aðir afturat sum løgtings
kvinna,
settist
hon
ikki
hendur í favn, tí tað gingu
bara nakrir fáir tímar frá tí
at úrslitið av valinum varð
greitt á midnátt týskvøldið,
til hon legðist í telefonina at
leita sær eftir arbeiði.
Hóast hon er von við bon
aðu gólvini í Havn, og í Bank
Nordik, har hon arbeiddi í
25 ár, fýrdi hon heldur ikki
fyri at ringja á nýggja upp
sjóvarvirkið
í
Fuglafirði,
Pelagos, at biðja um arbeiði.
Og longu hóskvøldið fór
hon á sína fyrstu náttarvakt
á Pelagos.
– Eg ræddist ikki fyri at
fara í oljuklæðir aftur, sigur
Edva Jacobsen.
Hon sigur, at tað er langt
frá fremmant fyri hana at
vera í oljuklæðum. Heima
hjá teimum hava tey altíð
havt bát og har var hon altíð
verið uppií.
Eisini í hennara vaksna
lívi høvdu tey útróðrarbát
í húsinum, og tað fall henni
púra natúrligt at vera við í
arbeiðnum, sum tað kravdi.
– Eg havi brúkt nógv
kvøld upp á knúsa gággu til
agn og annars at gera klárt
til útróður.
Men fyri trimum árum
síðani seldu tey bátin, og síð
ani hava oljuklæðini hingið í
kjallaranum, til hóskvøldið,
tá ið hon enn einaferð
smoygdi brøkurnar upp á
seg og herjaði á Makrelin á
Pelagos.
Altíð fingist við fisk
Av tí, at at tey altíð hava
havt bát í húsinum, hevur
fiskivinnan altíð verið ein
stórur partur í hennara lívi.
Tí kom tað mestsum av sær
sjálvum, at fiskivinnan eisini
fylti nógv í hennara virksemi
sum tingkvinna, tí hon tók
altíð virknan lut í kjakinum
um fiskivinnuna.
– Kanska var tað hetta,
sum gjørdi av við meg í Løg
tinginum, at eg tosaði ov
nógv um fisk, heldur hon
fyri. Hetta er kanska ikki tað,
sum liggur fremst í huganum
hjá tí stóru veljarafjøldini
í Havn. Og tað er kanska
heldur ikki tað, sum, sum
fyllir mest í huganum hjá
kvinnuligu veljarunum.
Hon dylir ikki fyri, at nú
hon hevur sitið á Løgtingi,
hevði hon vónað, at hon
kundi byggja víðari á tað á
valinum hósdagin, men tað
gekk ikki, tí hon fall.
– Men tað skerst heldur
ikki burtur, at eg eri sam
bandskvinna, og kanska er
ikki brúk fyri sambandsfólki
í góðum tíðum, sum hesum,
heldur hon fyri.
Hinvegin
heldur
hon,
at rákið hevur leingi verið
tann vegin, at fólk vildi hava
broyting í, og ágangurin á
førda politikkin hevur verið
ómetaliga stórur.
– Nú sær so út til at fólkið
hevur fingið ta broyting, tað
bað um, men eg vóni bara
ikki, at nýggja samgongan
fer at spæla vandaspæl við
okkara fiskivinnu. Hon sip
ar til alt tosið um at selja
fiskirættindi á uppboði. Hon
vónar heldur ikki, at sam
gongan fer at máa burturav
donsku ríkisveitingini, sum
hon sigur, er okkara trygg
asta ískoyti til samfelagið.
– Vit eiga at minnast til,
hvønn týdning fiskivinn
an hevur. Gamli sambands
maðurin, Johannus Martin
Olsen, sum var giftur við
mostur míni, plaga at taka til,
at føroyska samfelagið hev
ur tríggjar høvuðs inntøku
keldur, nærleiðir, fjarleiðir
og Holmens Kanal.
– Tað eru hesar tríggjar
súlurnar, sum dríva alt ann
að í okkara samfelag, og fara
vit at saga av einari súlu, er
skjótt, at alt fer eftir lið.
Men hon leggur afturat,
at valplakatirnar ætla hon
at goyma á loftinum, tí hon
ætlar eisini at stilla upp, tá ið
næsta løgtingsval verður, og
tá vónar hon at koma sterkt
aftur.
– Tað er ikki vist, at eg fari
at síggja so nógv eldri út, tá
ið val verður aftur, leggur
hon turrisliga afturat.
Gull vert
Edva Jacobsen tekur tað
sum eina gávu at sleppa
at arbeiða á Pelagos, tó at
hon ásannar, at tað verður
neyvan hennara lívsstarv.
– Mær dámar væl politiskt
arbeiði, og nær dámar væl
at fáast við umsiting og
leiðslu og mær dámar væl at
vera við til at ávirka ymisk
viðurskifti. Og hesa tíðina í
makrelinum ætli eg at brúka
til at umhugsa støðuna, sigur
hon.
Men at ganga fyri einki
ímeðan hon hugsar seg um,
fall henni ikki inn.
– At seta seg at sleikja
sárini, nyttar ikki nógv, tað
er at bróta upp um ermar og
leggja á og hjá mær er stutt
ímillum tey bonaðu gólvini
á eini skrivstovu og tey vátu
gólvini á einum fiskavirki.
Annars havi eg eisini verið á
trygdarskeiði, so eg havi Bláu
Bók, og eri eisini klár at fara
til skips, um so skuldi verið.
Men Edva Jacobsen held
ur, at tað fantastiskt at vera
ímillum vanlig verkafólk,
tosa við tey, og fáa innlit í,
hvat rørir seg ímillum tey, og
hvussu tey arbeiða
– Tað haldi eg, at allir
politikarar
skuldu
roynt,
tí teir tosa nógv um verka
fjøldina, men fá hava roynt
tað í verki, og vita, hvat rørir
seg ímillum tey, heldur hon.
AV BONAÐU GÓLVUNUM
BEINT Í OLJUKLÆÐINI
LEYP Í VAÐIÐ
Tveir dagar
eftir at tað var
greitt, at Edva
Jacobsen ikki
varð afturvald
í Løgtingið,
gekk hon í
oljuklæðum og
hagreiddi makrel
STARVSSKIFTI
Kanska er ikki brúk fyri
sambandsfólki í góðum tíðum
– Eg ræddist ikki fyri at fara í oljuklæðir aftur, sigur Edva Jacobsen. Hon vildi fegin halda fram í politikki, men veljarin vildi tað
øðrvísi, og hon fall á valinum týsdagin. Men at setast hendur í favn, liggur ikki til sambandskonuna úr Fuglafirði