Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Aksel V. Johannesen verður fyrsti løgmaður, ið kann seta saman eitt landsstýrið við fullari javnstøðu. Tað kann hann gera við at til­ nevna tríggjar menn og fýra kvinnur afturat sær í landsstýrið. Bæði í Tjóðveldi og í Javn­ aðarflokkinum eru fleiri væl skikkaðar kvinnur enn menn til landsstýrisstørvini. Tí er tað als ikki neyðugt hjá Akseli V. Johannesen at nýta »javnstøðu« sum grund­gev­ ing fyri at fremja hesa javn­ støðu. Treytað av, at samráð­ ing­arnar hjá Akseli V. Jo­ hannesen bera á mál, so verð­ur Aksel V. Johannesen løg­maður. Vit hugsa okk­um, at í øllum førum Javnaðar­ flokkurin og Tjóðveldi fara at velja síni landsstýrisfólk millum tey, sum vórðu vald í løgtingið týsdagin. Latið okkum síðani gita: Fiskimálaráðið Javnaðarflokkurin fær fiski­vinnumál. Hetta máls­ øk­ið man metast sum tað tyngsta – serliga við 2018-avbjóðingini í huga. Javn­aðar­flokkurin hevur ikki havt fiski­vinnumál, síð­ani Atli Dam hevði økið um­framt løgmans­starvið í sjeyti- og áttati­árunum. Eitt boð upp á fiskimála­ ráðharra fyri Javnaðar­ flokk­in kundi verið Eyð­ gunn Samuelsen. Hon hevur royndir í politikki. Hon er væl útbúgvin, og hon torir at taka við avbjóðing­ um. Hon er vald í gamla Norðoya valdømi, og tað hevur stóran týdning – serliga fyri Javnaðarflokkin, at verða væl við sterku vinnulívskreftirnar í Klaksvík. Annað boð kundi verið Sjúrður Skaale. Men av tí at veljarar hava valt hann á fólkating og ikki í løgtingið, so gita vit, at hann fer at halda seg til fólkatingsarbeiðið – í øllum førum fyri tað mesta og tí ikki hevði viljað tikið við ein­um landsstýrissessi, um boð vóru eftir honum. Sjúrð­ ur Skaale verður partur av tingmanningini, tá lands­ stýrið er mannað – men letur helst sessin til Kristiannu Winther Poulsen fryri at røkja fólkatingssessin. Mentamálaráðið Um Javnaðarflokkurin fær menta­málaráðið, so er Rig­ mor Dam eitt gott boð upp á ein nýggjan menta­mála­ ráð­harra. Rigmor Dam er útbúgvin fólkaskúlalærari, og hon hevur royndir sum journalistur, bæði úr Miðla­húsinum, men eisini í starvi fyri Starvs­manna­ felagið. Rigmor Dam hevur umboðað Javnaðarflokkin í Løgtingsins mentanarnevnd og sum soleiðis verið fram­ søgufólk hjá Javnaðar­flokk­ inum í mentamálum. Skuldi Javnaðarflokkurin fingið almanna- og heilsumál í staðin, so hevði Rigmor Dam eisini verið eitt gott boð til tann landsstýrissessin. Men har kundi Sonja Jógv­ansdóttir eisini verið eitt boð. Nú hava vit ikki eitt arbeiðsmarknaðarráð, men um tað var partur av hesum, so hevði tað eisini hóskað væl til Sonju Jógvansdóttir. Tjóðveldi fleiri roynd fólk Tjóðveldi hevur fleiri roynd landsstýrisfólk í sínum ting­bólki. Umframt Høgna Hoydal, so hava Kristina Há­foss, Páll á Reynatúgvu, Annita á Fríðriksmørk og Bjørt Samuelsen verið lands­ stýrisfólk. Fíggjarmálaráðið Eitt boð upp á nýggjan fíggjarmálaráðharra er Kristina Háfoss. Hon er út­ búgvin bæði í løgfrøði og í búskapi. Hon hevur starvs­ royndir úr eitt nú Trygg­ ingar­felagnum Føroyar, sum hon eisini hevur umboðað í partafelagsnevndum, eitt nú P/F TF Ognir, P/F TF Íløgur og P/F Smyril Line. Kristina Háfoss hevur umboðað Tjóð­ veldi í Løgtingsins fíggjar­ nevnd seinasta valskeiðið. Fær Tjóðveldi fíggjarmál, so er Kristina Háfoss upplagda boðið. Vinnumálaráðið Eyðsýnda boðið hjá Tjóð­ veldinum upp á ein nýggja vinnumálaráðharra er Magni Arge. Hann hevur drúgvar leiðslu- og vinnulívsroyndir sum stjóri í Atlantsflog og sum nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Men hann er nýggjur í flokkinum, og tað kann skapa trupul­ leikar, tá tað helst eru fleiri um boðið – og so nógv fólk í flokkinum, sum hava nógv drúgvari politiskar royndir, enn hann. Men Magni Arge heldur seg ikki aftur, tá eitt slíkt høvi býðst – og væl skorin fyri tungubandið, sum hann er – og við øllum sín­ um sambondum innan vinnu­lív, bæði í Føroyum og uttan­lands, so verður hann ringur at koma uttanum hjá Tjóðveldinum sum besta boð upp á ein nýggjan vinnu­ mála­ráðharra. Og so verður tað við lagn­unnar speisemi hann, sum skal manna nevndina í P/F Atlantsflog á næsta aðalfundi felagsins. Felagið, sum gav honum sekkin eftir 18 ár sum stjóri, er málsøki hjá Vinnumálaráðum. Men tað verða valla fleiri enn tríggir landsstýrissessir til Tjóðveldi, og tí er hugs­ andi, at Vinnumálaráðið fellir Framsókn í lut. Skuldi tað hent, so er Poul Michelsen besta boð upp á nýggjan vinnu­málaráðharra. Hann hevur drúgvar politiskar royndir bæði úr løgtinginum og sum borgarstjóri í Tórs­ havnar kommunu í 12 ár. Aldurin talar ikki fyri, at Poul Michelsen fer í lands­ stýrið, men stendur tað til hann sjálvan, so er tað valla ein trupulleiki. Poul Michelsen hevur einsa­mall­ ur ført Framsókn til tað, sum flokkurin er í dag – hóast flokkurin vann tveir tingsessir á løgtingsvalinum í 2011. Almanna- og heilsumálaráðið Eitt boð upp á nýggjan al­ manna- og heilsumálaráð­ harra fyri Tjóðveldi kundi verið Sirið Stenberg. Hon er útbúgving sjúkra­røktar­ frøðingur og hevur starvast sum heilsusystur í fleiri ár. Hon hevur klárað seg væl sum løgtingskvinna og fekk eitt gott val týsdagin, tá hon við 752 atkvøðum gjørdist nummar tvey á listanum hjá Tjóðveldi. Hon hevur eisini royndir frá býráðsarbeiði í Vágs býráð. Almanna- og heilsumála­ ráðið er viðhvørt eitt ráð og viðhvørt tvey ráð. Í undan­ farnu samgongu var tað býtt sundur í tvey ráð. Tað FÝRA KVINN MENN Í LAND Aksel V. Johannesen LØGMAÐUR Rigmor Dam MENTAMÁL Eyðgunn Samuelsen FISKIVINNUMÁL Høgni Hoydal UTTANRÍKISMÁL GREINING Fyri fyrstu ferð nakrantíð kann eitt landsstýri verða skipað við fullari javnstøðu millum kynini. Grundgevingin er ikki, at nýggja samgongan vil hava javnstøðu. Men grundgevingin er, at minst líka nógvar skikkaðar kvinnur eru til landsins hægstu størv, sum menn – um ikki fleiri