mánadagur 7. september 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. september 2015 · Nr. 102
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Herfyri var greinin “Three-
dimensional deformation of
a large circular flexible sea
cage in high currents: Field
experiment
and
model
ing” givin út í vísindatíðar
ritinum, Ocean Engineering.
Í greinini verður greitt
frá streymmátingum, sum
eru gjørdar við, millum og
inni í aliringunum á Gulan
um, samstundist sum mát
ingar eru gjørdar av, hvussu
rákið broytir skapið av ali
búrinum.
Minkar 30 prosent
Tað eru Øystein Patursson
og Heini Winthereig Ras
mussen, sum saman við
starvsfeløgum
á
gransk
ingarstovninum
Sintef
í
Tróndheimi, ið hava skrivað
greinina.
– Eitt nú vísa mátingar
nar, at rákið inni í ringunum
er stívliga 20 prosent slak
ari enn uttananfyri, og at
rúmið í ringunum minkar
við 30 prosentum, tá sjóvar
falsrákið er um 1,2 knob (0,6
m/s).
Á Fiskaaling vita tey
at siga, at hetta er fyrstu
ferð, at slíkar mátingar eru
gjørdar í einum alibrúki í
fullari stødd.
–
Líknandi
mátingar,
ið eru gjørdar higartil, eru
antin gjørdar við niður
skaleraðum ringum í roynd
arbrunnum,
við
smáum
ringum í áum ella á støðum,
har streymviðurskiftini eru
munandi veikari og minni
fløkjaslig, enn tey eru á
Gulanum. Hesar mátingar
eru avgerandi í menningini
av teldumyndlum til at
sniðgeva aliútgerð til av
bjóðandi umhvørvi.
Týðandi frambrot
Í greinini hjá Øystein Paturs
son og Heini Winthereig
Rasmussen verður eisini
ein teldumyndil lýstur, ið
simulerar, hvussu ein nót
verður ávirkað av ráki.
– Nýggju mátiúrslitini
eru brúkt í hesum arbeiði.
Samanberingar eru gjørd
ar millum mátingarnar og
úrslitið frá teldusimuler
ingunum, sum yvirhøvur
samsvara
rættiliga
væl.
Tískil er enn eitt frambrot
gjørt í at fáa meira álítandi
teldumyndlar til at brúka,
tá aliútgerð til ávís økir skal
sniðgevast, sigur Fiskaaling.
– Mátingarnar
eru avgerandi í
menningini av
teldumyndlum
til at sniðgeva
aliútgerð til
avbjóðandi
umhvørvi, sigur
Fiskaaling
Rúmið í aliringum kann
minka heili 30 prosent
Sunnudagin 27. september verður stuðuls
renning í Vágum. Bót til Bata hjá Krabba
meinsfelagnum skipar fyri tiltakinum saman
við Ítróttarfelagnum Frælsinum. Endamálið er
at kunna um – og varpa ljós á – bróstkrabba.
Aftur
fuglalív í
Vallalíð
Vilmund Jacobsen
Upprunaliga søgan snýr
seg um eina verkætlan,
ið stovnurin reisti á føtur
fyri nøkrum árum síðan.
Endamálið við verkætl
anini var, at nakrir menn
við góðum likamligum før
leikum, men sum høvdu
fingið staðfest sjúkuna alz
heimerz, kundu fáa okkurt
at takast við.
Tiltakið
hevur
verið
til mikla gleði fyri búfólk,
starvsfólk og fólk í granna
lagnum sum heild.
Reaktiónirnar
vóru
nógvar á heimasíðum og í
sosialu miðlunum, tá allur
fenaðurin var burtur.
Komin heimaftur
Allur flogfenaðurin - einir
60-70 fuglar - varð í fyrstu
syfti tikin úr umhvørvinum
við Vallalíð og fluttir til
Sands, har fuglarnir líka
sum hava verið í “pleygu”
seinastu vikurnar.
Men, herfyri hendi so
tað, at nøkur høsn, dunnur
og nakrar bramgæs vórðu
fluttar úr aftur Sandoynni
og heimaftur í umhvørvið
við Vallalíð, har fuglurin nú
aftur er til gleði fyri búfólk,
starvsfólk og onnur.
Fríggjadagin
11. september letur
framsýning við
verkum hjá Frits
Johannesen upp í
Galerie Focus í Havn
Hetta er fyrstu ferð,
at slíkar mátingar
eru gjørdar í einum
alibrúki í fullari stødd
Misti 230
atkvøður
Alfred Olsen, sum var
skrivari hjá Nes kommunu
í heili 36 ár, varð ikki
afturvaldur á Føroya
løgting á løgtingsvalinum
1. september. Alfred
hevur verið løgtingsmaður
út í eitt síðan 1998, tá
hann varð valdur fyrstu
ferð. Sostatt sat hann á
tingi í samfull 17 ár.
Á løgtingsvalinum hesaferð
fekk Alfred Olsen 243
persónligar atkvøður,
harav 171 atkvøður í
Nes kommunu, og hann
gjørdist nummar 9 á
sambandslistanum.
– Í 2011, tá Sambands
flokkurin hevði eitt gott
val, fekk Alfred Olsen
473 persónligar atkvøður
og gjørdist tá nummar
5 á sambandslistanum,
skrivar heimasíðan
hjá Nes kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Brandgæs úr Vallalíð í “pleygu” á Sandi. Nú er partur
av fuglunum komin heimaftur í Vallalíð